týsdagur 7. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Nicklas skal kappast ímóti Ragnari
Hin finalisturin úr næstu semifinaluni er Nicklas the Nerd, sum hann kallar seg.
Hann hevur vunnið eina rúgvu av kappingum innan dansin Hip Hop. Í dag er Nicklas
17 ára gamal, og hevur dansað síðan hann var átta, og fyri kortum gjørdist hann
heimsmeistari innan Hip Hop. Mest kenda søgan um Nicklas er tó, at hann fyri nøkrum
árum síðani misti mammu sína. Hon doyði av krabbameini. Tá Nicklas trein á pallin í
undanumfarinum í Keypmannahavn, helt Julie Steincke, at hon hevði funnið vinnaran
av allari kappingini, so lítil ivi er um, at Nicklas er ein av favorittunum í Talent 2008.
Ragnar Finnson
hevur enn ikki valt
sang til finaluna, og
er sum heild sera
loyndarfullur. Men
hann vil ikki útiloka
nakað. – Kanska eg
syngi á føroyskum,
kanska ein sang hjá
mammu ella babba,
eg veit ikki, flennir
Ragnar Finnson
TalenTkapping
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sum tey flestu skiltu tað,
lovaði Ragnar Finnson, at
hann fer at spæla sítt egna
tilfar, næstu ferð hann trínur
á pall í Talent 2008. Spurn
ingurin varð settur, aftaná
tað var greitt, at Ragnar
sleppur í finaluna.
Tað var Martin, sum lov
aði tað, eg lovaði tað ikki,
sigur Ragnar avgjørdur,
men leggur afturat, at tað
als ikki liggur uttanfyri
hansara hugsan at spæla
okkurt heilt øðrvísi enn í
semifinaluni.
Tað verður heilt sikkurt
okkurt nokk so punkut, men
eg havi enn góða tíð at
avgera, hvat eg vil spæla,
men kanska eg syngi á
føroyskum, kanska ein sang
hjá mammu ella babba, eg
veit ikki, flennir Ragnar
Finnson. Spurdur hvussu
nógv foreldrini avgera er
havnadrongurin
rættiliga
avgjørdur.
Tey bestemma ikki ein
biiib um, hvat eg velji at
spæla, men tey hjálpa mær
eitt sindur, sigur Ragnar.
Víðari greiðir Ragnar frá,
at rætti sangurin nokk skal
koma til hansara, og at hann
nokk skal leggja merki til
sangin tá hann kemur.
Minnist ikki alt
Í semifinaluni spældi Ragn
ar Finnson lagið 99 red
baloons, ið var frammi í
80’unum, men Ragnar fram
førdi lagið í einari punk
kendari útseting.
Eg valdi tað lagið, tí eg
helt tað rigga ordiliga væl.
Eg havi eisini spælt tað
nógv, og mær hevur altíð
dámt lagið. Eg helt eisini,
at tað rakk út til tey flestu,
tí tað er eitt so kent lag.
Men eg minnist næstan
ikki, at eg spældi tað. Eg
minnist bara at tað var
mega, mega, mega feitt at
vera á pallinum, sigur ungi
havnardrongurin.
Men hann minnist nøku
lunda,
hvat
dómararnir
søgdu.
Tað eg minnist best, var
at Peter mussaði hondina
hjá mær, sjálvt um hann ikki
vildi hava meg víðari, at
Julie var ordiliga positiv og
so var okkurt við, at Martin
vildi hava meg meira orgin
alan, flennir ungi punkarin.
Leyp fram á gólvið
Tað gjørdist øgiliga spenn
andi til endans. Ragnar og
strúkaratrioin vóru møgu
ligu finalistarnir. Tað var
helst ov mikið fyri tey flestu,
men tá Martin Hall valdi
Ragnar, var alt avgjørt, og
Ragnar leyp fram á gólvið.
Mann ger bara tað
fyrsta. Eg haldi ikki eg hugs
aði, men eg var bara so
mega glaður, og tað var
mega kul, at hini tóku tað
so pent, at tey ikki komu
víðari, sigur Ragnar. Hin
vegin tók hann ikki bein
leiðis synd í stúkarunum, ið
eisini vóru sannførandi.
Tað er ein kapping, og
Martin segði, at tey kanska
ikki riggaðu inn í akkurát
hesa sendingina, men tey
duga ordiliga væl, greiðir
Ragnar Finnson frá.
Nicklas er ein
favorittur
Nógv løgdu helst merki til,
at Ragnar sýntist sera fegin,
tá tað var greitt, at dansarin,
Nicklas, var komin í final
una.
Hann er ein av mínum
favorittum at vinna kapping
ina, tí hann dugir ótrúliga
væl. Eg kom eisini at kenna
hann nokk so væl meðan vit
vóru har. Kanska skuldi eg
ikki sagt, hvat eg haldi um
hini, men hann dugir ordi
liga væl, fortelur Ragnar.
Ein stemma til
framtíðina
Um tríggjar vikur verður
finalan, og tá verður spenn
andi at vita hvussu fer gang
ast Ragnari, og helst fara
nógvir føroyingar at finna
telefonina fram og atkvøða
fyri unga havnadronginum.
Nú má mann bara hopa
og ynskja, men fólk mugu
minnast til, at ein stemma
uppá meg, er ein stemma
uppá
framtíðina,
grínur
Ragnar Finnson, sum vit
heilt víst ikki hava hoyrt tað
seinasta til.
Ragnar í
finaluni
TalenTkapping
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Guðrun Sólja vann, Víg
dis vann og Jógvan Han
sen vann eisini, og eg
havi onki ímóti at vera
sammettur við tey, segði
Ragnar Finsson við Sosi
alin, áðrenn hann var við
í undanumfarinum í Hjør
ring í Talent 2008, tann.
5. septembur.
Fríggjadagin sannførdi
hann hyggjararnar so
mikið nógv, at hann at
enda stóð millum trý tey
bestu. Síðani gjørdist
greitt, at dansarin, Nickl
as, var fremstur av øllum,
og tað vildi siga, at dóm
ararnir skuldu avgera,
hvørt Ragnar ella strúkar
atrioin – Kaya, Igor og
Anna – skuldi víðari úr
semifinaluni. Endin var,
at Ragnar fekk tvær
atkvøður, og strúkararnir
eina.
Tað hevur so við sær,
at Ragnar Finnson verður
at síggja, saman við átta
øðrum, í stóru finaluni,
ið verður um lítlar tríggj
ar vikur.
Spennandi verður sjálv
andi at síggja, um Ragnar
megnar at fylgja fótaspor
unum hjá Guðruni Sólju,
Jógvani og Vígdis, og
harvið vinna talentkapp
ingina.
Sjálv finalan verður at
síggja á DR1, fríggjadag
in 24. oktobur klokkan
19.00 á DR1 og í sjón
varpinum hjá Kringvarp
inum eitt korter seinni.
Kanska eg syngi á føroyskum
TalenTkapping
Eirikur í Jákupsstov
eij@sosialurin.fo
Sum tey flestu, ið hugdu at
Talent 2008 fríggjakvøldið
løgdu merki til, so var ong
in tilvild á skránni. Fram
førslurnar vóru allar roynd
ar fleiri ferðir, men áðrenn
endaligu framførsluna var
fór ein heilur dagur fram
handan leiktjaldið.
Gjøgnum dagin vóru
vit mest backstage. Tað var
mega gott, og vit ordiliga
hugnaðu okkum, vit vóru
øll í somu skom, so øll
vistu líkasum hvat hini
hugsaðu. Har var bara onki
kalt vatn. Men vit royndi
líkasum at fáa okkurt
annað, enn júst framførsl
una at hugsa um, sigur
punkarin, ið hevur vunnið
hjartað á mongum føroy
ingi.
Dómararnir sóu tó fram
førslurnar fyrstu ferð, tá
sendingin var.
Tað hevði verið ringt
at spælt yvirraskaður fleiri
ferðir, men tað gjørdi tað
nógv lættari at koma á pall
in, at vit sluppu at royna
fleiri ferðir. Vit fingu eis
ini peptalk áðrenn vit fóru
á pallin, og tað gjørdi góð
an mun, fortelur Ragnar
Finnson.
Ongin tilvild
í Talent 2008
Ragnar Finnson skal bara
einaferð afturat á skermin
í Talent 2008, men nú er
eisini talan um finaluna
Góðir tónleikarar
Undir framførsluni hjá Ragnari í semifinaluni í Talent
2008, hevði Ragnar tveir tónleikarar afturat sær. Talan
er um Fríða Øster, ið leikti á trummu, og er sonur
tann navnframa Ólav Øster. Hin eitur Martin Hald.
Ragnar og øll rundanum vóru sera væl nøgd við
samstarvið, tí tónleikararnir vóru sera dugnaligir, og
tað skuldi ikki undrað, um teir vóru bidnir at leika
saman við Ragnari eina aðru ferð eisini.
Enn hevur ungi punkarin
ikki avgjørt, hvat hann
skal spæla í finaluni, men
tað verður í hvussu so er
okkurt punkkent