Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 193 - 8. oktober 2008 Onki grindadráp hevur verið síðan 22. august í fjør. Hetta er óvanliga leingi, men á ongan hátt ógjørligt. Helst er orsøkin til, at ongin grind hevur verið, lági temperaturin í havinum kring oyggjarnar og har­ við vantandi høggu­ slokkur Grindadráp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað byrjar at síggjast í kaggum og frystiboksum, at ongin grind hevur verið í longri tíð, men at ongin grind hevur lagt beinini síð­ an 22. august í fjør, kemur helst óvart á tey flestu. Seinasta grindin var í Tjørnuvík, meðan Regatta­ sigling var í Sundalagnum. Tað er eisini bara komið fyri sjey ferðir fyrr síðan 1709, at fyrsta grindin á ári­ num er komin eftir 1. okto­ bur. Eisini er tað soleiðis, at bara átta ár hava verið síð­ ani 1709, har ongin grind hevur lagt beinini í Føroy­ um, so talan er veruliga um eina óvanliga støðu. Tað vil við øðrum orðum hagtalsliga siga, at støðan í ár bara er komin fyri 15 ferðir í tey næstan 300 árini, vit hava hagtøl fyri grinda­ dráp. Grindir koma í aldum Sambært kanning hjá Dorete Bloch, stjóra á Náttúrugripasavninum, kann grind koma fyri allar mánaðirnar í árinum, men vanligast er, at grindirnar verða dripnar um summarið. Har kann veðrið eisini spæla inn, tí grind verður oftast funnin í góðveðrið. Men mann hevur eisini sæð, at grindir koma í ald­ um, har kambarnir eru umleið hvørji 100­110 ár og ein dalur er umleið hvør­ ji 50 ár aftaná. Seinasti veruligi kamburin var í 1940’unum, og tí kundi hugsast, at vit eru á veg inn í ein aldudal nú, og næsti kamburin skuldi so komið um eini 50 ár. Eitt, ið kundi líkst einum kambi var í 1980’unum, men hann er torførur at greiða frá. ­ Tað vanliga er, at nógv grind er mitt í øldunum, og minni grind um aldarskiftini. Hvat hendi í 80’unum veit eg ikki, greiðir Dorete Bloch frá. Ongin høgguslokkur Sum skilst er ongin høggu­ slokkur í økinum kring Føroyar, og tað er høvuðs­ orsøkin til fáu grindirnar seinastu árini. ­ Ongin høgguslokkur hevur verið í føroyskum økið síðani í 80’unum, og tað er yndisføðin hjá grind. Hinvegin roknar mann við, at grindin hevur livað av svartkjafti seinastu árini, og nú er spurningurin, hvat grindin hevur at veiða. Tað er í hvussu so er heilt víst, at grind ikki kemur til Føroyar fyri stuttleikar, og hon ávirkast ikki sjálv nak­ að serligt av kulda og hita, fortelur Hjálmar Hátún, havfrøðingur, sum saman við øðrum metir, at onkur sambond eru ímillum grindaveiðu og havtempera­ turin. ­ Soleiðis sum eg havi sæð tað, er neyvt samband ímillum dripnar grindir og temperaturin í økinum rund­ anum okkum. Tað hevur víst seg, at heitari tað er í havinum kring okkum, oft­ ari leggur grind beinini í Føroyum. Hinvegin er tor­ ført at fáa seinastu árini at passa inn í skipanina, men tað hevur helst okkurt at gera við, at høgguslokkurin ikki er komin fyri seg aftur síðani í 80’unum. Ársbýtið í miðal av dripnum hvalum. 1.874 grindir við til samans 256.912 grindahvalum í tíðarskeiðinum 1584-2007 Kelda: Dorete Bloch Fyrsta grind á árinum kemur ikki altíð í januar. Myndin vísir fyrstu grind á árinum, sum ikki er komin fyrr enn ymsar aðrar mánaðir í tíðarskeiðinum 1709-2007 Kelda: Dorete Bloch Munur millum oyggjar- nar Grindadráp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í samband við grindadráp kann Føroyar býtast í tvey, eina norðara/eystara part og ein syðra/vestara part. Vágirnar við mest grind eru Miðvágur og Klaksvík, sum sambært hagtølunum hjá Dorete Bloch eru vágirnar, har umleið ein triðingur av øllum grindum, ið hava lagt beinini í Føroyum eru dripnar. Sambært Hjálmar Hátún er líkt til, at stórur munur á, hvørjar grindir koma inn í eystara partin og vestara partin. ­ Tað hevur víst seg líka aftur til 1709, at neyvt samband er millum temperaturin í havinum kring okkum og talið av grindum í eystara partinum á landinum. Tað er ofta talan um eina migratión hjá grindini, har hvalirnir koma norðanífrá og koma beint fram við eystara partinum á Føroyum. Hetta ger seg galdandi tá temperatururin er høgur í havinum, greiðir Hjálmar Hátún frá. Síðan í 80’unum hevur sambandið millum hav­ temperatur og grind verið heldur kámari, tí høggu­ slokkurin er ikki komin fyri seg aftur síðani í 80’unum, tá bæði svartkjaftur og høggu­ slokkur blivu burtur. ­ Í 90’unum kom svart­ kjafturin fyri seg aftur, men tað gjørdi høggu­ slokkurin ikki. Tá er nærliggjandi at hugsa, at mennskja hevur havt onkra ávirkan, fortelur Hjálmar Hátún. ­ Hinvegin er ikki tílíkt samband í vestara parti­ num, men heldur er tað tilvild, at hvalir sunnan­ fyri koma inn á vestara ella syðra part av landinum, heldur Hjálmar Hátún. Ongin grind í eitt ár Tað er bert komi fyri átta ferðir, at eingin grind hevur verið í eitt heilt ár Kvinna stakk sambúgva Ein munnlig orrusta í Esbjerg endaði seint í gjár við, at ein 59 ára gamal maður varð stundin niður av kvinnuni, hann býr saman við. Fleiri ferðir rendi kvinnan knívin inn í mannin, og endin varð, at bløðandi maðurin varð lagdur inn á sjúkrahúsið, har hann varð undir skurði alla náttina. Tað er líkt til at parið var farið at skeldast í einum gildi í íbúð teirra. Tað eydnaðist 41 ára gomlu kvinnuni at stinga mannin fleiri ferðir í bringuna og síðuna, áðrenn hon kom niður á jørðina. Eftir at hava stungið mannin rann hon oman til onkran í hæddini niðriundir, og bað viðkomandi ringja eftir eini ambulansu. Stungin niður við hurðina Ein 30 ára gomul kvinna varð í nátt stungin niður beint við hurðina hjá sær sjálvari í Rødovre. Eitt vitni greiðir frá at tveir menn stóðu og bíðaðu til kvinnan kom heim. Tá kvinnan gekk framvið monnunum kom rok í, og kvinnan lá eftir, við einum sári á rygginum og einum í økslini. Kvinnan er í løtuni á sjúkrahúsið, og sum skilst er hon ikki í lívsvanda. Talan var helst um ungar menn, í aldrinum 18­20 ár. Løgreglan í Danmark leitar í løtuni eftir teimum.