Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 193 - 8. oktober 2008 Eftir øllum at døma er nýggja, føroyska konan hjá Peter Lundin ikki tann einasta kvinnan í hansara lívi. B.T. hevur í dag samrøðu við eina aðra kvinnu, »Kirsten«, sum hevur verið elsk­ arinda hansara í fimm ár og nú er við barn Lundin-máLið Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo »Kirsten«, sum B.T. kallar kvinnuna, hóast hetta ikki er rætta navn hennara, men eitt dulnevni, greiðir í sam­ røðu við blaðfólk hjá B.T. í dagsins blað frá, at hon er við barn, og at hon er vís í at fýrfaldi drápsmaðurin Peter Lundin er pápin. »Kirsten« er 27 ára gom­ ul, donsk, eigur tvey børn og væntar nú tað triðja. Hon greiðir frá fyri B.T., at hon var rættiliga vís í at hon tví­ lívað, áðrenn hon fekk tað staðfest við roynd, og at hon hevði akkurát somu eyðkennini sum hinar báðar ferðirnar hon var tvílívað. ­ Eg havi gingið við spýggikenslu og havt tað ringt. Tí valdi eg at taka royndina, og hon vísti seg eisini at vera positiv, sigur »Kirsten« við B.T. Abort ikki ein møguleiki »Kirsten« er vís í at Peter Lundin er pápi at barninum. Hon leggur afturat, at hon er ikki serliga hugtikin av at skula føða barnið hjá ein­ um fýrfaldum drápsmanni. Men ein abort er ikki ein møguleiki, tí hon er gingin um abortmarkið. ­ Tað er nakað lort. Eg veit ikki hvussu feitt tað er at hava ein pápa, sum eitur Peter Lundin, sigur »Kirst­ en« við B.T. »Kirsten« hevur fortalt tí komandi pápanum um barn­ ið, men hann gjørdist einki serliga glaður, greiðir hon frá fyri blaðmanninum hjá B.T., sum Sosialurin hevur tosað við. Sosialurin royndi enn einaferð at fáa fatur á før­ oysku kvinnuni, men hetta eydnaðist ikki áðrenn blaðið fór til prentingar. Peter Lundin skal verða pápi – við eini aðrari Møttust av tilvild Hin kvinnan í trýkantsdramanum, »Kirsten«, hevur verið elskarinda hjá Peter Lundin tey seinastu fimm árini Lundin-máLið Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Ástarfundurin byrjaði av tilvild. Meðan hon vitjaði ein annan fanga á Stovn­ inum við Herstedvester, har Peter Lundin eisini sat um somu tíð, rendi hon seg av tilvild í hann, sum samstundis hevði vitjan av pápa sínum. Hon var tá ikki greið yvir at tann maðurin, ið brádliga stóð fyri henni til tess at læna ein breyð­ knív, í veruleikanum var tann navnfræmi hópdráps­ maðurin, Peter Lundin. Tey gjørdust væl tá, og síðan tá hevur hon vitjað hann regluliga, eisini eftir at hann er blivin fluttur til Østjyllands Statsfængsel í Horsens at sita dóm sín. ­ Eg vitji hann tveir tímar, eina ferð um vik­ una, eisini eftir at hann er fluttur til Horsens, sigur »Kirsten« við B.T. Spurd, hvussu hon reageraði, tá hon hoyrdi at hann brádliga var gift­ ur við einari aðrari kvinnu, svarar hon at hon bleiv nakað súr, men at hon ivast í um tað veru­ liga passar. ­ Tað hevði tikið meg á bóli, um tað passar. Eg havi tosað við Peter, og hann sigur at tað er einki í tí. At tað er lygn, sigur »Kirsten« við B.T. tann 30. september. Nú skal navnframi hópdrápsmaðurin, Peter Lundin, eftir øllum at døma verða pápi – men ikki saman við nýggju, føroysku konuni Tað hevur loypt øði í fólk, at skriv­ arin í Svenska Aka­ demiinum hevur skírt amerikanska bókmentaheimin heimføðisligan, nú beint áðrenn hann skal kunngera Nobelvinnaran í bókmentum nobeL Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo „Amerikanarar eru óvitandi og heimføðisligir, tá tað ræður um bókmentir. Eisini lata amerikanskir rithøvund­ ar seg alt ov lætt ávirkað av bókmentaligum megin­ streymum„ So hvassorðaður var skriv­ arin í Svenska Akademi­ inum, bókmentafrøðingurin Horace Engdahl, í eini við­ merking við tíðindastovuna AP herfyri. Útsøgnin hevur loypt øði í amerikansk bókafólk og undrar annars tey flestu stór­ liga. Ikki minst, tí Engdahl er limur í nevndini, sum skal gera av, hvør fær Nobel­ virðislønina í bókmentum. Úsøgnin hjá Engdahl tykist ikki minst óheppin, nú gitingarnar um, hvør fer at fáa virðislønina, eru í hæddini. Ikki færri enn tríggir amerikanskir rithøv­ undar, Philip Roth, Joyce Carol Oates og Don De Lillo verða nevniliga nevnd­ ir sum sera sannlík boð uppá Nobelvinnaran í bók­ mentum 2008. Hóast Horace Engdahl hevur roynt at drigið í land aftur, slepst neyvan undan, at útsøgnin fer at kasta skuggar yvir stóru løtuna í morgin, tá Engdal sjálvur kunngerð, hvør fær Nobel­ virðislønina í bókmentum. Neisti á bensin Á The New Yorker heldur redaktørurin David Rem­ nick, at Svenska Akademiið átti at spart fólki fyri slíkum útsøgnum, havandi í huga, at stovnurin ikki hevur givið sær far um nakrar av heims­ ins størstu rithøvundum, tá Nobelvirðislønin í bókment­ um skuldi latast. Eitt nú nevn­ ir Remnick, at stovnurin hvø­ rki hevði Proust, Joyce ella Nabokov í huga tá tíð var. Eisini James Engell á Harvard University vil vita, hvat Engdahl í grundini meinar við, sambært The Guardian. ­ Tosar hann um amerik­ anskar útgevarar, rithøv­ undar ella stovnar? Uppá handan mátan ákærir hann eina heila tjóð, og tí er tað sum at tveita ein neista í ein bensintanga, sigur Engell. Engdahl svarar nú aftur og sigur, at tjóðarligur upp­ runi sjálvsagt onga ávirkan hevur á, hvør fær virðis­ lønina. ­ Nobelvirðislønin er ikki ein kapping millum tjóðir men ein heiður til einstakar rithøvundar. Tað eiga vit at minnast, sigur Engdahl. Beint nú bendir alt á, at tað heldur verða óhepnu útsøgnirnar hjá Engdahl, sum fólk fara at minnast. Nobelspark til amerikanskar bókmentir Í morgin kunngerð skrivarin á Svenska Akademiinum, Horace Engdahl, hvør fær Nobelvirðislønina í bókmentum Føroyingafelagið í Aalborg fyllir 30 ár Leygardagin 18. oktober verða 30 ár síðan Føroyingafelagið í Aalborg varð endurstovnað. Í tí sambandinum verða fleiri tiltøk hildin, og byrjað verður longu nú leygardagin, 11. oktober. Tá verður føðingardagur fyri børnunum hildin í Álastovu. 12. oktober letur ein føroysk listaframsýning upp í Huset på Hasserisgade, har Frits Johannesen, Finnur Sivertsen, Birgitte Allansdóttir Sørensen, Kristina Joensen og Elsa Bech fara at sýna fram. Tann sýningin heldur fram til 26. oktober. Tann 18.oktober verður so tann stóra 30 ára veitslan hildin í Håndværkshuset. Hátíðarhaldið av føðingardegnum heldur fram til og við 24. oktobur, tá skipað verður fyri føroyskum kvøldi í Huset på Hasserisgade. Har verður skipað fyri føroyskum dansi, kórsangi, fyrilestri og føroyskum mati. Harafturat verður eisini møguleiki at síggja listaframsýningina.