Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 8. oktober 2008 21 bilar Mikudagin 1. oktober var hátíðarhald á Brandstøðini í Havn í sambandi við at støðin fylti 75 ár. Tað var í 1994, at Brand­ støðin flutti í núverandi høli við Oyggjarvegin. Framman undan hevði Brandstøðin hildið til í Varðagøtu síðani 1965. Fleiri akfør eru á brand­ støðini. Teirra millum eru tvær sproytur, ein tangabilur og ein stigabilur. Eisini eru tveir leiðarabilar á støðini. Elsta sproytan á brandstøðini er ein sannur savnslutur. Hon er frá 1776 og hevur áskriftina “Den kongelige Handel Thorshavn”. Elsti brandbilurin er frá 1937, ein danskur Triangel, sum varð keyptur til Føroya í 1962 fyri 800 krónur. Á Brandstøðini er um 30 sløkkiliðsfólk, umframt mekanikarar og skrivstovu­ fólk. Myndir: Jens Kristian Vang VW Golf kykmyndir á portalinum Kykmyndir frá VW Golf presentatiónini eru nú at síggja á portalinum. Talan er um fýra brot við heitinum VW Golf í Reykjavík 1­4. Eitt hugskot til løgregluna No insurance no car seized by police. Eingin trygging eingin bilur – politiið hevur lagt halda á bilin. Myndin er tikin 18. august 2008 av í Liverpool í Onglandi av føroyingum sum vitjaðu har. Nú løgreglan her hjá okkum setur tiltøk í verk fyri at fáa bileigarar at gjalda vegskatt og trygging, er hetta kanska eitt hugskot. Mynd: Eyðun Jacobsen Brandstøðin 75 ár Kartni Jacobsen sløkkiliðsstjóri Triangel brandbiluirn frá 1937 Móttøka var á Brand­ støðini mikudagin 1. oktober Brillance sponsorara Borussia Dortmund Brillance verður eitt av teimum fyrstu kinesisku bilmerkjunum á Europeiska marknaðinum. Brillance koma inn á tann stóra týska bilmarknaðin tann 25. oktober og verða seldir hjá 120 bilhandlarum kring alt landið. Samstundis hava Brillance gjørt eksklusivan sáttmála við týska bundisligafelagið Borussia Dortmund sum sponsorar fram til 2010 við møguleika fyri at leingja sáttmálan.