Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 8. oktober 2008 31 lýsingar Oljutingið boðar hervið frá at aðalfundur felagsins verður hósdagin 9. oktober 2008 kl. 19.45 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Jan Muller, tíðindamaður hjá Sosialinum, er ein teirra ið hevur fylgt sera væl við gongdini innan oljuvinnuna, og nú ein rúm tíð er liðin síðan oljuvinnan kom til Føroya, hava vit fingið Jan Muller, at hugleiga um oljuvinnuna ígjøgnum tíðirnar. Skráin fyri aðalfundin: Kl. 19.45 Vælkomin Kl. 20.00 Formaðurin setur Oljutingið Kl. 20.05 Aðalfundur Kl. 20.20 Jan Muller hugleiðir um oljuvinnuna Kl. 20.40 Køkur og kaffi Tónleikarir frá Musikkskúlanum spæla. Vinarliga boða Vinnuhúsinum frá luttøku í seinast lagi 8. oktober á telefon 309900 ella umvegis teldupost: industry@industry. fo. Nýggir limir kunnu tekna seg hjá Vinnuhúsinum. Aðalfundur hjá Oljutinginum Vælkomin Oljutingið Við hesum verður lýst eftir fólki til KT-tænastuna hjá Fróðskaparsetri Føroya at byrja skjótast gjørligt. Setrið er í vøkstri, KT-kervið og krøvini til hetta er í støðugum vøkstri og upp- gávurnar gerast alsamt fleiri og meiri fjølbroyttar. Tískil hava vit nú brúk fyri einum fjøltáttaðum KT-fólki við denti á kunnleika til nútímans webtøkni. Starvið fevnir fyrst og fremst um menning og dagligt viðlíkahald av heimasíðuni www.setur.fo. Umsitarin skal røkja síðuna í neyvum samstarvi við úrvald starvsfólk á ymsu deildum Setursins. Fyrimun hava umsøkjarir við góðum førleika í grafikk-fram- leiðslu og myndaviðgerð og við royndum við CMS-skipanum. Eisini hevur KT-Tænastan ymiskar menningar-verkætlanir í umbúna og fólkið, ið verður sett í starv, skal eftir førimuni eisini taka lut í hesum arbeiði. Grundleggjandi kunnleiki til arbeiði við nøkrum av fylgjandi: ASP, . NET, PHP, Perl, SQL, XML, XHTML, AJAX verður væntað av umsøkjara. Harumframt kann roknast við onkrum uppgávum í samband við tann dagliga raksturin av Traðarnetinum. Hevur tú onkran spurning um starvið, er tú vælkomin at senda teldupost til Óla Simonsen KT-leiðara, á olis@setur.fo. Eisini ber til at ringja til Óla í vanligari arbeiðstíð á 352570. Umsókn við CV og prógvi um við- komandi útbúgving og/ella royndir skal sendast til: Fróðskaparsetur Føroya ATT: KT-starv J.C. Svabosgøta 14 FO-100 Tórshavn Freistin at søkja er mánadagin 13. oktober 2008. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Starvslýsing: WEB-HØGGUSLOKKUR KT-tænastan á Fróðskaparsetri Føroya leitar eftir fyrstafloks web-høgguslokki KT-tænastan er deild hjá Fróðskaparsetrinum beinleiðis undir setursfyrisitingini, sum er dagliga leiðsla stovnsins. Tænastan hevur dagliga raksturin av Traðarnetinum um hendi; Traðarnetið er dátunetið hjá undirvísingar- og granskingarstovnunum á Debesartrøð, og veitir stovnunum ymsar tænastur, so sum Internet-atgongd, firewall, virusverju, teldupost-ambætara, fílugoymslu, webhotell, backup, undirvísing, ráðveging o.a. Undirstøðukervið á okkara neti byggir m.a. á Cisco, Novell, VMware, Linux og Windows. Starvsfólk søkist Søkt verður eftir fólki til at arbeiða kvøldvaktir og dagvaktir í Kiosk Activ. Nærri fæst at vit við at ringja á tlf. 73 37 45 Lesið -tað loysir seg