Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 194 - 9. oktober 2008 Av ótta fyri at missa pening til neyðhjalp við partabrøvum á ivasomum markn­ aðum, hava teir donsku humaniteru felagsskapirnir sett pening sín á trygg støð. Á henda hátt sleppa teir heilskapaðar undan kreppuni Fíggjarkreppa Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Danmark: - Pengarnir eru væl plaseraðir! Hóast fíggjarkreppuna og søguliga stórt fall á kurs- marknaðunum er tað, ið danir hava latið til teir humaniteru felagsskapirnar í tryggum hondum. Soleiðis ljóða í øllum før- um boðini frá sjey av teim- um størstu felagsskapunum í Danmark. Við Kristelig Dagblad siga teir allir sum ein, at hóast partabrøvini eru fallin sera nógv í seinastuni, fær hetta ikki negativa ávirkan á ognir teirra. - Hvørki við longri útliti ella styttri útliti, fer hetta at ávirka stuðul okkara til tey neyðstøddu úti í heimi, verður sligið fast. Millum hesar sjey stóru humaniteru felagsskapirnar eru Reyði Krossur, Dansk Flygtningehjælp, Mellem- folkeligt Samvirke, Mission Afrika og Care. Mist 63 mió krónur Í Reyða Krossi hava tey havt tann politik, at tey als ikki vilja seta pening í parta- brøv. - Vit hava ikki gjørt hetta, hóast vit ofta fáa skotið í skógvarnar at vit eru ov konservativ. Men nú vísir tað seg hinvegin, at avgerðin hevur verið røtt, sigur Hans Beck Gregersen. Hann er tíðindaleiðari í felagsskapinum, og leggur dent á, at ognir teirra eru settar í stuttfreistað virðis- brøv, sum hava ein minni váða enn partabrøvini. Við hesum stigi hava Reyði Krossur og seks aðrir felagsskapir valt eina aðra loysn enn danska Krabba- meinsfelagið. Hetta felagið hevur mist einar 63 mió krónur í kursvirði á parta- brøvum sínum teir seinastu níggju mánaðirnar. Eitt samfelt nei til parta- brøv hevur eisini ljóðað úr skrivstovunum hjá Dansk Flygtningehjælp, Mellem- folkeligt Samvirke og Care. Trygg loysn Felagsskapurin Neyðhjálp Fólkakirkjunnar hevur eis- ini valt at seta ognir sínar í annað enn partabrøv. Hetta hendir, hóast íløgu- ráðgevarar so seint sum í vár heittu á felagsskapin um at býta ognir sínar fyri 20 mió krónur í partabrøv og virðisbrøv. - Í juni mánaði fekk eg eina kenslu av, at marknað- urin var ótryggur. Tí av- gjørdu vit ikki at fylgja ráðunum frá ráðgevunum, men settu ístaðin peningin inn á eina konto í einum banka við góðum ummæli. - Í dag kunnu vit bara fegnast um, at vit valdu hesa tryggu loysnina, sigur skrivstovustjórin Peter Bo Larsen. Langfreistað útlit Tað eru tó kortini teir humaniteru felagsskapirnir sum hava latið seg freista av partabrøvunum, og eru farin inn hagar við smáum íløgum. Felagsskapurin IBIS hev- ur t.d. keypt partabrøv fyri undir 100.000 krónur, og Mission Afrika, sum føroy- ingar fyrr kendu sum Sudan- missiónin hevur mist einar 600.000 krónur í seinastuni orsakað av kursfallinum. Partabrøvini í Mission Afrika hava í dag eitt virði uppá einans 1 mió krónur, men hetta er kortini í lagi í mun til teir likvidu midlar- nar uppá 6 mió krónur. - Tá íløgan í partabrøvini var lítil, og fíggjarstøðan yvirhøvur er góð, er eingin vandi fyri, at felagið her og nú verður noytt til at selja partabrøvini. Tey eru keypt við einum langfreistaðum útliti, sigur skrivstovustjórin Jens Christian Olsen. Sambært danska Krabba- meinsfelagnum kann tað í longdini løna seg at hava stórar ognir í partabrøvum, um ein í felagsskapinum ikki verður tvungin at brúka peningin akutt. Hinvegin kann parta- brævaævintýrið fáa ógvus- ligar avleiðingar, vísa roynd- ir úr Svøríki: Í 2003 varð Reyði Krossur har noyddur at siga 130 fólkum úr starvi, eftir at felagsskapurin hevði mist 1 mió krónur á parta- brævamarknaðinum. Kreppan rakar ikki tey neyðstøddu Neyðugt at hava ognir Í kjalarvørrinum á tíð­ indunum omanfyri hava fólk sett spurning­in, um tað yvirhøvur er neyðug­t at hesir felag­sskapirnir skulu savna saman upp­ hæddir í milliónatali, fyri síðani at seta teir í partabrøv ella virðis­ brøv. ­ Finst ein edrúilig­ frá­ g­reiðing­ um hetta?, er ein sum vil vita. Onnur fólk dug­a hin­ veg­in væl at skilja hetta, hóast tað kann undra at felag­sskapirnir sleppa at ”spæla” soleiðis við inn­ savnaðum og­ sjálvbod­ num g­ávum. ­ Men, vísir ein teirra á og­ sum hevur starvast í útheimi fyri ymiskar fe­ lag­sskapur í 16 ár. ­ Tað er neyðug­t at lig­g­ja inni við størri pening­anøg­dum. Hesin pening­ur kann verða nýttur til serstakar støð­ ur, t.d. um neyðug­t er at flyta fólk heim í ótíð úr ófriðarlig­um økjum ella í akuttum neyðstøðum. ­ Annars, so haldi eg­ at ein átti heldur at sent pening­in til teirra, sum hava brúk fyri honum, vísir hesin á. Hóast fíggjarkreppa er kring allan heimin, lova teir donsku neyðhjálparfelagsskapirnir at teirra virksemi fer ikki at fáa ávirkan á arbeiðið hjá teimum, sum eru harðast rakt av kríggi, náttúruvanlukkum og fátækradømi Tey, ið einki eiga, eru bundin av tí sum millum annað teir donsku hjálparfelagsskapirnir kunnu veita teimum í neyðhjálp Stuðulssending í Lindini Leygardagin fer útvarpsráðin Lindin at skipa fyri einum serligum tiltaki, við tí í hyggju at útvega sær fleiri fastar stuðlar. Virksemið hjá rásini er grundað á sjálvbodnar gávur, og við framtíðarætlanum í huga er neyðugt við fleiri stuðlum. Sendingin á Lindini byrjar kl. 16 og endar kl. 23. Hesar tímarnar verður greitt frá ætlanum í framtíðini, eins og prátað verður við ymisk fólk. Sent verður bæði úr Klaksvík og Havn. Ástaðarfundur í Vági Hósdagin í farnu viku var ástaðarfundur í samband við útbjóðingina av Ellis- og røktarheiminum og økisdepilin fyri sinnisveik. Landsverk upplýsir, at ástaðarfundurin gekk væl, sjálvt um ikki allir møttu upp. Nógvir spurningar vóru og verður svarað skrivtliga til allar 10, sum hava biðið um útboðstilfarið. Tilboðið uppá útgravingina var á 2.340.000 kr. Útgravingin er ikki heilt liðug, men lisitatiónin verður ætlandi tann 30 oktober.