hósdagur 9. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 194 - 9. oktober 2008
Fyri einum ári síðan
fór Postverk Før
oya í gongd við at
menna og fáa eina
skipan, sum skuldi
gera tað gjørligt hjá
kundum sjálvir at
avgreiða síni ørindi
á posthúsinum. Nú
er skipanin komin
og sett í verk. Fyrst
á posthúsinum á
Óðinshædd. Fyri
skipararnir eru sera
spentir um framtíð
ina hjá postverkinum
Postur
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Í morgun klokkan 9 læt
fyrsta
posttøkan
upp.
Nýggja skipanin ger tað
gjørligt hjá kundum at
avgreiða summi av sínum
ørindum, uttan at fara inn á
posthúsið. Til ber at senda
pakkar og brøv, keypa frí
merki og brøv og annað.
Posttøkan, ið tólið nevnist,
hevur verið ávegis í eitt ár.
Hetta er næsta stigið, fyri at
nútímansgera postverkið og
somuleiðis veita kundum
betri tænastu, søgdu fyri
skipararnir.
Avgreiðslan fer fram við
ein telduskíggja, har veg
leiðing fæst til so at siga
alt. Rindað verður við ein
um vanligum gjaldskorti.
Eftir
avgreiðslu
verður
pakkin ella brævið lagt í
eina bingju, ið er í posttøk
uni.
Eins og bankarnir fyri
nøkrum árum síðan fluttu
meginpartin av avgreiðsluni
yvir á sjálvtøkurnar, soleiðis
ger postverkið nú tað sama.
Hendan menningin er farin
fram í fleiri øðrum norður
londum. Millum annað í
Danmark eru 3040.000
avgreiðslur
farnar
fram
gjøgnum
posttøkur
har,
seinastu tvey árini.
Ein hin hentasti møgu
leikin við posttøkuni er, at
nú verður gjørligt at av
greiða postørindi eftir at
posthúsið er stongt. Tað
liggur eisini í framtíðini at
slíkar posttøkur verða settar
upp kring landið, og ikki
einans á posthúsum.
Lætt at brúka
Eiler Haraldsen var fyrsti
persónur at royna nýggj
posttøkuna – og hann lat
væl at. – Tað er als ikki trup
ult at finna útav, vegleiðing
er góð á posttøkuni, lat
hann at. Men legði afturat
at tað ræður eisini um hjá
kundanum, at biða tólið um
vegleiðing, og hetta er nak
að, ið vanliga fá nýta. Eitt
hitt besta við hesum, var at
nú er møguligt at fara á
posthús eftir arbeiðstíð, og
hetta er nakað, ið nógv hava
tørv á. Somuleiðis er tað
øgiliga gott at sleppa undan
bíðirøðum, ið ofta er inni á
posthúsunum, greiddi hann
frá.
Men eitt hevði hann at
finnast á, tað var at eingir
prikkar vóru til blindskrift,
ið nú vera at síggja á fleiri
og fleiri slíkum tólum. Men
hetta hevði hann nevnt fyri
postverkinum, so tað burdi
komið í rætt lag nakað
skjótt. Somuleiðis krevst
eitt gjaldskort til avgreiðslu,
ikki ber til at nýta giro
konto.
Fyrstu
tíðina
væntaði
hann at fleiri starvsfólk
verða noydd at hjálpa kund
um í gongd, men sum sagt,
ræður tað í fyrstu atløgu
um at seta seg inn í skip
anina. Hetta tekur óivað
ójavnt langa venjing, alt
eftir fólki, men einhvør
kann læra at nýta posttøk
una.
Fleiri í
Norður-
londum
Bent Vistisen umboðaði
donsku fyritøkuna aCon,
ið er veitari av posttøkuni.
Hann greiddi frá at aCon
hevur framleitt og veitt
posttøkur
í
hópatali,
millum annað seks til
Hollands, fýra til Íslands,
fýra til Noregs, heilar
sjey kring um í Danmark
og fýra eru nú bílagdar
til Føroya.
Fyrsta posttøkan var
sett upp í Danmark í
septembur
2006,
og
longu
eru
3040.000
avgreiðslur farnar fram
gjøgnum hana, so longu
eru
heilt
nógv,
ið
gagnnýta hesa tøknina,
segði hann frá. Í Dan
mark eru tær settar upp á
posthúsum, bæði inni og
úti, og eisini aðra staðni.
Hann ivaðist ikki í, at ein
hin besti hentleikin var,
at nú var møguligt hjá
øllum at senda brøv og
pakkar uttanfyri vanligu
arbeiðstíðirnar.
Næsta ætlanin hjá fyri
tøkuni innan hetta sama
øki, er, at menna eina
skipan, ið fer at gera tað
gjørligt at avheinta pakk
ar eftir vanligu tíðirnar.
Ein kassaskipan verður
gjørd,
sum
pakkarnir
vera lagdir í. Er ein pakki
til tín, fært tú eitt sms
við einum tali og einum
loyniorði, ið tú kanst
nýta í kassaskipanini at
fáa tín pakka útflýggj
aðan.
Broytingar hjá starvsfólki
Eitt av starvsfólkunum á posthúsinum á Óðinshædd hendan morgunin,
var Ella Reinert. – Eg eri spent uppá at fólk fara at brúka posttøkuna.
Hetta er eitt stig móti tí, at fólk, í ein størri og størri mun avgreiða seg
sjálvi, segði hon. Tó legði hon afturat, at nógv mugu koma í venjing
við hesum tóli, áðrenn tað verður veruliga gangnýtt til fulnar. Fyrstu
tíðina verður tað óivað so, at fleiri starvsfólk inni á posthúsinum verða
noydd at hjálpa kundum, sum royna posttøkuna fyri fyrstu ferð. Men
hetta er eisini ætlanin, starvsfólkini eru ikki ókunnug við posttøkuna,
tey eru væl og virðiliga upplærd at nýta hana.
samrøða
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Heri Kjærbo, marknaðar
leiðari
og
Svannbjørg
Manai, menningarstjóri á
Postverk Føroya, vóru sera
jalig og spent um hetta átak.
– Hesin dagur er ein nýggjur
kapittul í søguni hjá post
verkinum og hjá samfelag
num, segði Heri Kjærbo,
hetta er næsta stigið á leið
ini móti einum nýmótans
postverki.
Tey vera bæði har í dag,
og koma at síggja fólk nýta
posttøkuna og vegleiða.
Annars er ætlanin at hava
fólk, heilt fram til jóla, at
vegleiða kundar, ið ikki eru
vanir við slíka avgreiðslu.
Svannbjørg Manai væntaði
at fleiri og fleiri fólk fóru at
taka undir við hesum og
nýta posttøkuna, Tað er
tað sama sum bankanir
gjørdu við sjálvtøkunum og
tað sama sum sæst í eittnú
Kastrup floghavn, har sjálv
checkin avgreiðslur eru
settar upp. Í fyrstu atløgu er
nú týdningarmikið hjá post
verkinum at kunna kund
arnar um møguleikarnar og
hentleikarnar við posttøk
uni. Bæði vóru samd um, at
ein hin størsti fyrimunurin
var, at nú var gjørligt at
avgreiða postørindi eftir
vanligu avgreiðslutíðirnar
hjá
posthúsunum,
lætt,
skjótt og ómakaleyst.
Hóast tað kann tykjast
óneyðugt, mettu tey, at tað
var rætt at byrja hetta átak á
Føroya størsta posthúsi,
nevniliga á Óðinshædd.
Her vitja flest fólk og tí,
læra fleiri og fleiri at nýta
hana, greiddi Heri Kjærbo
frá, Men hetta er bara
fyrsta stigið, átakið kemur
at víðka seg. Hann greiddi
frá at ætlanin er at seta fleiri
upp, nógva staðni kring
landið.
Møguliga
hjá
øðrum, møguliga fer post
verkið sjálvt at útvega sær
høli til tess. – Postverkið
skal geva meining fyri
kundan og samfelagið. Vit
fara út til kundan við okkara
tænastum.
Postverk Føroya í koll-
veltandi menning
– Næsta stigið á leiðini
Eiler Haraldsen er 25 ár og
arbeiðir á Formula. Hann
var fyrsti persónur at royna
nýggju posttøkuna
Fyriskipararnir av átakinum og umboð fyri veitaran (longst til høgru)