Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 194 - 9. oktober 2008 Skeið í læruætlanum Skipað verður fyri skeiði og verkstovu í at gera námsfrøðiligar læruætlanir 9. –22. november. Skeiðini eru løgd soleiðis til rættis, at ein starvsfólkabólkur samlaður kann fara á skeið. Luttakararnir fáa íblástur til og innlit í, hvussu námsfrøðiligar læruætlanir kunnu snikkast til, so tær gerðast ítøkilig amboð í gerandisdegnum. Í bólkaarbeiði viðgera luttakararnir, hvørjar hugleiðingar starvsfólk á stovnunum mugu gera sær, og hvat tey mugu samráðast um, fyri at kunna fara í holt við at orða egnar læruætlanir til gerandisdagin á teirra egna stovni. Tá skeiðið er lokið, hava luttakararnir áleiðis orðingar til egnar læruætlanir fyri teirra egna stovn. Freistin fyri at fráboða luttøku er 1. november 2008. Skráin fæst við at venda sær til: turidingvar@gmail.com Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, sigur, at hon vil gera enda á eini dupultmoralskari lóg í Føroyum RúsdRekkalógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Nú er tíðin komin til at vit eisini fáa loyvi til at bryggja sterkt øl og brennivín í Før- oyum. Bjørt Samuelsen, løgtings- kvinna fyri Tjóðveldið, hev- ur stungið høvdið beint í úlvsins kjaft. Tað gjørdi hon í gjár, tá ið hon legði uppskot fyri Løgtingið um at vit eisini skulu hava loyvi til at bryggja sterkt øl og brenni- vín í Føroyum. At tosa um rúsdrekka- lógina er sum at spæla við eld, tí tað hevur altíð verið ógvuliga umstrídd. Men Bjørt Samuelsen heldur kortini, at nú er stundin komin at geva før- oyskari vinnu somu sømdir, sum útlendska vinnu. - Vit innflyta yvir 100.000 litrar av útlendskum rús- drekka til Føroyar og tað er dupultmoralskt, at vit ikki skulu hava loyvi til at bryggja tað sjálvi, sigur løg- tingskvinnan. Kappingaravlagandi Men dupultmoralur er eitt. Eitt heilt annað er, at av- markingarnar í rúsdrekka- lógini gera, at føroyska bryggjarívinnan er fyri mis- muni - og tað enntá í sínum egna landi- og hevur ikki møguleikar at kappast við útlendska vinnu. - Fyri at javnseta føroysk, íslendsk og onnur útlendsk bryggjarí eigur rúsdrekka- lógin at verða broytt so at tað ber til hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja og útflyta øl, sum er sterkari enn 5,8 % og at bryggja brennivín upp til 60%. Hon staðfestir, at nú er bara eitt bryggjarí eftir í landinum. - Eingin ivi eru um, at før- oyska bryggjarívinnan hev- ur trongt rásarúm og sera avmarkaðar møguleikar at vaksa, bæði á heimamarkn- aðinum og á útlendskum marknaðum, sigur Bjørt Samuelsen. Hon vísir eisini til um- strídda Hoyvíkssáttmálan. - Hann letur upp fyri kapping og meginreglan er, at somu kappingartreytir skulu galda fyri føroysk og íslendsk feløg. Men íslendsk bryggjarí kunnu bryggja bæði øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, og brennivín og selja á íslendska marknaðinum og útflyta til onnur lond Tó kunnu íslendsk bryggjarí selja øl í Føroyum, sum er sterkari enn 5,8%. - Hinvegin hava føroysk bryggjarí als ikki somu møguleikar, tí tey hava ikki loyvi at bryggja og selja øl sterkari enn 5,8 %. - Sostatt er møguleikin at kappast á marknaðum uttan fyri Føroyar, sera avmark- aður. Hon heldur, at hetta er ikki bara óheppið fyri bryggjarívinnuna. - Sum land missa vit eis- ini møguleikan at gera vart við okkum við einari vøru, sum vit kunnu nýta at branda føroyska framleiðslu við, sigur løgtingskvinnan. Hon vísir eisini á, at Føroya Bjór hevur vunnið fleiri kappingar uttanlands fyri gott øl. - Men henda fyritøka er ofta skerd frá at vera við í átøkum uttanlands, har ymisk bryggjarí kappast um heiðurin at hava tað besta ølið, tá ið um talan er um øl, sum er sterkari enn 5,8%. - Hesi átøk í útlandinum hava stóran týdning fyri bryggjaríið, tí vinnarin verður kendur og fær harvið økt um sín marknaðarpart. - Trupulleikin er, at treyt- in fyri at luttaka í tílíkum átøkum oftani er, at ølið skal vera sterkari enn 5,8 %. Hon sigur eisini, at sein- astu árini er øl er eisini vorðin ein týðandi partur í einari vaksandi matvøru- vinnu í londunum rundan um okkum. - Lítil ivi er um, at Føroy- ar her hava eina vinnu, har vit kunnu gera okkum gald- andi. Men sum er, hevur føroyska bryggjaríið ikki atgongd til henda spennandi vaksandi marknaðin, og tað er ein missur bæði fyri vinn- una og fyri okkum sum land, sigur Bjørt Samuel- sen. - Rúsdrekkalógin er tápulig, og hon beinleiðis forðar okkum í at kappast við útlendsk bryggja- rí, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór RúsdRekkalógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit hava í eini 20 ár roynt at fáa politikararnar at broyta rúsdrekkalógina. Einar Waag, stjóri á Før- oya Bjór, hevur onki ímóti at rúsdrekkalógin er nú aftur sett á dagsskrá. Hann vónar bara ikki, at tað verður ein forðing fyri málinum, at tað er andstøð- an, sum leggur tað fram. - Vit halda, at rúsdrekka- lógin er tápulig, tí hon bein- leiðis forðar okkum í at kappast við bryggjarí uttan- lands, samstundis sum lógin gevur okkum loyvi at innflyta eina vøru, sum vit ikki hava loyvi at framleiða sjálvi. Í uppskotinum, sum Bjørt Samuelsen hevur lagt fyri tingið, vísir hon á, at Føroya Bjór hevur slóðbrótandi ætl- anir um at bryggja serstakt øl úr hvonn, tara, rabarbum og øðrum føroyskum rá- vøra. Eisini er føroyska vatnið serliga væl egnað til hesa framleiðslu. Hetta váttar stjórin á Før- oya Bjór. - Smærri bryggjarí sum okkara, royna ofta at gera serlig øl við lokalari rávøru og tað er eisini ein møgu- leiki, vit hava, sigur hann. Men øl er mangan sterkari enn 5,8% og hetta hámarkið ger í veruleikanum, at vit eru at kalla heilt avskorin frá at vera við í kappingini um tann útlendska markn- aðin Hann sigur, at í fyrstu syftu er Føroya Bjór áhugað í at sleppa at bryggja sterk- ari øl. - Tað kunnu vit gera uttan at gera fleiri íløgur. Men tað ber eisini væl til at gera ein góðan snaps burtur úr tí, sum loypir av, tá ið øl verður bryggjað og sum annar verður stoytt burtur, sum nú er. So at gera ein serføroyskan snaps er ein tanki, sum kanska ikki er so fjarður. - Tað kundi verðið ein eksotiskur snapsur, sum kundi havt ein marknað í Føroyum og til útlendsk ferðafólk í Føroyum, sigur Einar Waag. Men sum so er ongin forð- ing fyri at bryggja onnur sløg av rúsdrekka eisini. Hann heldur annars, at framleiðslan er so sjálv- virkin, at hann dugir ikki at siga, í hvønn mun hetta hevði skapt fleiri arbeiðs- pláss á Føroya Bjór. Bjørt góðar vónir Bjørt Samuelsen var landsstýriskvinna í vinnu- málum í CHE samgong- uni, sum slitnaði fyri ein- um mánaði síðani. Tá arbeiddi hon eisini við eini ætlan um at geva loyvi til at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroy- um. Málið var komið so langt, at málið var til umrøðu á landsstýris- fundi hjá CHE samgong- uni, beint áðrenn hon slitnaði og har fekk Bjørt Samuelsen undirtøku frá landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við máli- num. Tað hevur hon so gjørt, men hon lukkaðist ikki at leggja uppskotið fram, áðrenn samgongan slitn- aði. Men hóast hon nú situr í andstøðu, hevur hon so nú lagt uppskot fyri tingið um at broyta rúsdrekkalógina, so at vit sleppa at bryggja sterkt í Føroyum. Hon sigur, at tað er alt Tjóðveldi, sum leggur uppskotið fram og av tí, at undanfarna samgonga var so jalig, hevur hon vónir um, at tað fær nóg stóra undirtøku í Løgting- inum. Í Føroyum er ikki loyvt at bryggja øl, sum er sterkari enn 5,8%. Hinvegin er tað loyvt at innflyta, selja og drekka annað rúsdrekka, sum er upp til 60% Loyvi at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum Roynt í 20 ár at sleppa av við tápuliga lóg Tað er dupultmoralskt, at vit ikki hava loyvi at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum, sigur Bjørt Sam­ uelsen, sum hevur stungið høvdið í úlvsins kjaft og hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at geva loyvi til at bryggja sterkt í Føroyum