fríggjadagur 10. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 10. oktober 2008
17
dningar
ller
læra, tá ið hann var 15 ár.
Tað kann skoytast uppí her, at
Niels Petur eisini er sera musik
alskur, hevur vakra sangrødd og
spældi klaver.
Tá ið lærutíðin var liðug kom
Niels Petur fyrst at arbeiða á
Vanførehjemmet sum skraddari.
Síðan fór hann til Illum í tvey
ár, so til Alfred Alm, skraddara
meistara í Bredgade, síðan til
Julius Kopp í eitt ár. Hann fór so
aftur til Alm, har hann var í 30 ár.
Tað vóru einir 67 skræddarar,
sum arbeiddu her. Millum teir, sum
Niels Petur seymaði fyri, vóru fleiri
kendir vinnulívsmenn. Ein av hesum
var Mærsk Mckinney Møller. Niels
Petur plagdi at seyma jakkarnar til
hansara klædningar. Tað vóru aðrir,
sum seymaðu buksurnar. Einaferð
vildi Møller heilsa uppá mannin,
sum seymaði hansara jakkar, og
Niels Petur fekk eina fløsku av
whisky frá honum.
Tá ið Møller seinast í 90unum
var í Føroyum í samband við
ætlanina hjá Mærsk fyritøkuni at
leggja oljuhavn á Tvøroyri, kundi
borgmeistarin Páll Vang greiða
frá, at tað var beiggi hansara,
sum seymaði hansara jakkar.
Páll Vang gjørdist lamin fyri 9
árum síðani. Tá ið Mærsk McKin
ney frætti hetta, sendi hann
blómutyssi og bræv til Páll og bað
hann um ikki at falla í fátt. Seinni
var takkarbræv sent til Mærsk
McKinney Møller. Hann takkaði
fyri brævið og skrivaði, at hann
framvegis brúkti fleiri av jakkun
um hjá Niels Petur.
Mærsk Mckinney átti ein
beiggja – Hans – ið bert 20 ára
gamal doyði av polio.
Mannagongdin var annars
tann, at tað var meistarin, sum
tók mát av klædningunum, og
hesum skuldu sveinarnir seyma
eftir. Tað tók umleið eina viku at
seyma ein jakka.
Annars heldur Niels Petur,
at hann hevur verið bíligur fyri
føroyska samfelagið. Hann hevur
ikki fingið eina krónu í studningi.
Elkær Hansen hjálpti
við íbúð
Niels Petur giftist í 1959 við Idu.
Tað, sum so ráddi um, var at
finna eina íbúð, sum var egnað
til rørslutarnað. Hana funnu tey í
Alléen í Kastrup. Tað var annars
ikki lætt at finna eina slíka íbúð.
Men tað var so heppið, at her var
ein borgmeistari, sum kallaðist
Elkær Hansen. Hann var beiggi
ríkisumboðsmannin við sama
eftirnavni í Føroyum. Kanska hevur
hann havt samhuga við hendan
ídna føroyingin. Ibúð fekk hann í
hvussu er. Hann býr bert eitt stopp
við Metro frá lufthavnini, so hetta
er sera høgligt, tá ið familja úr
Føroyum kemur fram við. Hetta
hevur eisini verið eitt heim, har øll
hansara í Føroyum hava kent seg
vælkomin.
Tá ið Niels Petur var 60 ára
gamal, mátti hann lata seg pen
sjonera vegna slit í albogum og
akslum. Hann hevur tískil havt
eitt nærum fult arbeiðslív, hóast
sítt likamliga brek.
Tey fingu fýra børn. Elstur var
Palli, maskinistur, sum er deyður
fyri nøkrum árum síðani. Tey fingu
eisini tríggar gentur, Linda, tann
røktari, Berit, heimahjálpari og
Annette, sjúkrasystir. Abbabørn
ini eru trý í tali.
Niels Petur er væl fyri. Hann
fær tíðina at ganga við telduni.
Hann skrivar eisini hópin av
teldubrøvum. Hann hevur eitt lætt
lyndi. Hóast hann hevur búð so
stóran part av lívinum í Danmark,
kann hetta ikki hoyrast á honum.
Hann tosar og tekur dýran til sum
ein rættur suðringur! Berit, dóttir
hansara, býr heima hjá honum.
Ida doyði fyri nøkrum árum síðani.
Niels Petur er eisini sera pos
itivur. Hann hevur bert alt gott
at bera Vanførehjemmet, sínum
arbeiðsplássum, Tårny kommunu
og danska statinum, sum hava
verið við til at geva honum og
familjuni eitt gott lív.
Palli misti tvær konur
Pápin, Palli, giftist aftur, nøkur ár
eftir at Anna var deyð, við Honnu
úr Fámjin. Tey fingu sonin Páll.
Hann gjørdist landsstýrismaður
og seinni býráðsformaður á
Tvøroyri.
Páll er giftur við Elini úr Gøtu,
og eiga tey børnini: Barbaru, løg
frøðingur, Hanna, magistari, Rakul,
sjúkrasystir og Elisa, lesandi.
Her kann verða skoytt uppí, at
Dánjal gjørdist lærari í Fuglafirði,
har hann er limur í býráðnum. Í
løtuni arbeiðir hann sum lærari í
Funningsfirði. Dánjal er giftur við
Katrinu úr Klaksvík og eiga tey
børnini: Joan, skrivustovufólk,
Palli, sølumaður, Árni, lærari
Anna, sum er økonoma, býr
í Froðba og er gift við Regin úr
Øravík. Børnini er Marita, stjóri í
Vinnuhúsinum, Bina, sosialráðgevi
og Jóannes, sum er timburmaður.
Tá ið Palli giftust við Hannu,
kundi Dánjal 7 ára gamal koma
aftur í barnaheimið á Sevmýri
at vera. Hanna var eitt gott fólk,
sum gjørdi húsið til eitt gott og
trygt heim. Hon tók sær væl av
Dánjal, Páll og Palla. Tá ið Niels
Petur var heima á summarferiu,
tók hon sær fyrimyndarliga væl
av honum. Tað var ein dyggur
smeitur og stór sorg, tá ið Hanna
doyði í 1957, bert 37 ára gomul.
Ein maður spurdi Palla, hvussu
hann orkaði at liva, nú hann hevði
mist tvær konur og upplivað so
nógva sorg? Hann svaraði: ”Við
at arbeiða hart frá morgun til
myrkurs, og tá ið tú kemur heim,
sovnar tú, so sorgin kann ikki taka
kvørkratak á tær.”
Palli giftist triðju ferð við Svenny
úr Froðba. Tey fingu sonin Jaspur,
sum beint nú er komin á ting fyri
sambandsflokkin í samband við
umskipanina av landsstýrinum. Tá
var Páll framvegis heima, so hon
gjørdist sum ein mamma eisini fyri
Páll og ein góður stuðul fyri Dánjal,
ið tá var farin til Danmarkar at lesa
til lærara. Svenny hevði eitt gott
samband við Niels Petur og familju
hansara, somuleiðis við systkini
hjá Niels Peturi. Svenny doyði fyri
nøkrum árum síðani 84 ára gomul.
Jaspur er politistur og giftur við
Sólfríð úr Froðba, hon arbeiðir í
Frítíðarskúlanum. Tey eiga børnini
Annika, læraralesandi, Maria,
gongur á studentaskúla. Øll
fimm systkini úr teimum trimum
hjúnaløgunum hjá Palla eru væl og
hava altíð stuðlað hvørjum øðrum.
Palli sjálvur fyri
vanlagnu
Men nú var tað Palli sjálvur, sum
var fyri vanlagnu. Ein dagin í 1965
hann var farin burtur í haga datt
hann oman, og sást ikki aftur.
Palli varð kallaður RokPalli, og
tað liggur í hesum, at hann hevur
verið ein sera raskur maður. Enn
einaferð vóru børnini hjá Palla fyri
svárum missi og ikki minst var tað
svárt fyri Svenny og lítla Jaspur.
Palli gjørdist bert 57 ár.
Tað kann sigast, at tað hevur
verið ríkiligt av mótburði í hesi
familju, men við góðum saman
haldi og hjálp frá familjunum í
Froðba, Sandvík, Fámjin og øðrum
góðum fólkum við, eru tey væl
undansloppin.
Tað var hugnaligt at fáa hetta
prát við Niels Petur. Hann er eitt
gott dømi um, at er hugburðurin
positivur ber saktans til at fáa
eitt gott lív, hóast alt ikki gongur
eftir vild.
Páll Vang, beiggi Niels Petur, saman við Mærsk McKinney Møller, tá ið tað
var talan um at gera Tvøroyri til oljuhavn
Hjemmet for Vanføre, heimið hjá Niels Petur frá 8 ára aldri
Frá vinstru Linda, dóttir hennara Maria og Berit, sum býr heima hjá pápanum