Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 195 - 10. oktober 2008 Dysturin hesa ferð er heilt serligur fyri Føroyar. Jógvan Martin Olsen, lands­ liðsvenjari, sigur, at uppgávan hjá honum nú er at fáa spælarar­ nar at hugsa um 2008 og ikki um 1990 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eg var til staðar, tá luta- kastið var í Durban fyri einum ári síðani. Og Eystur- ríki var heilt víst ljóspunktið í hesum. At fáa Frakland fyri triðju ferð og Serbia og Rumenia var ikki akkurát tað, sum vit ynsktu. Men dysturin móti Eysturríki hevur jú eina serstaka søgu, og hetta er avgjørt tann dysturin, sum vit hava sæð fram til. Soleiðis sigur Jógvan Martin Olsen, tá vit í gjár- kvøldið høvdu sett honum stevnu á Hotel Føroyum, har landsliðið nú leggur seinastu hond á fyrireiking- arnar til dystin móti Eysturríki. Vanliga er uppgávan hjá venjaranum at fáa spælarar- nar upp á ta mentalu hædd- ina, har teir kunnu spæla yvir evni. Men eisini tann uppgávan tykist nakað øðr- vísi hjá Jógvan Marini hesa- ferð, enn hon vanliga er. - Upprunaliga hevði eg roknað við, at mín uppgáva hesa ferð varð at dempa spælararnar eitt sindur, so teir ikki vóru heilt yvir- gearaðir. Men tað vísir seg eisini, at tað kanska líka so nógv ræður um at fáa rætt fokus á dystin. - Onkursvegna er hetta jú ein uppgerð millum før- oyska landsliði fyri 18 árum síðani og tað liðið, sum vit hava ídag. Við øllum teimum broyttu fortreytum, sum eru á vøllinum og í sjálvum fótbóltsspælinum, so er tað jú púra burtur við at gera samanberingar av hesum slag. So tað snýr seg kanska um at fáa spælararnar at lata vera við at hugsa um tað, sum Jens Martin, Kári, Abraham og allir hinir framdu fyri 18 árum síðani. - Ja, onkursvegna stendur tað jú eftir. Sjálvandi eiga teir allir stóran heiður av tí avrikinum, sum teir hava gjørt. Tað er eingin ivi um, at hetta er toppurin av søg- uni hjá føroyskum fótbólti, og tað avrikið kemur altíð at standa eftir. - Men ongantíð betri, enn um vit kunnu bróta tað mynstrið nú leygardagin. Tað hevði verið øgiliga gott fyri føroyskan fótbólt, og tað hevði verið eitt fet rætta vegin, tí vit treingja veruliga til at fáa eitt úrslit, um hetta so er móti Eysturríki, Litava, Serbia ella Rumenia, sigur Jógvan Martin Olsen. Eru í verjustøðu Móti Rumenia var nær við, at eitt stig – og harvið eitt framúr úrslit – kom á kont- ina. Kortini var kritikkurin eirindaleysur um føroyska spælistílin, sum varð sagdur at vera ov keðiligur og ov defensivur. Tá landsliðshópurin varð úttikin seinast, segði Jógvan Martin Olsen, at hann helt føroyska liðið vera til reiðar at fara longur fram á vøllin. Og møguliga somikið langt fram, sum spælararnir gjørdu tað móti skotum í fjør. Men venjarin slær samstundis fast, at føroyska liðið altíð má kenna sítt pláss. - Móti Rumenia spældu vit móti nummar 11 á FIFA- styrkislistanum. Hetta sam- an við veruleikanum, at fleiri spælarar restaðu, bar við sær, at vit valdu eitt sera verjukent útgangsstøði. - Hesa ferð hava vit so menn sum Fróða, Christian Holst og Arnbjørn við aftur í hópinum, og tí tosa vit um møguleikan at spæla sama konsept, sum vit royndu móti Italia og Skotlandi. Tað ger so, at vit kunnu kontra við eini fýra monn- um, heldur enn bara tveim- um. Men javnvágin á liðnum verður framvegis ógvuliga kompakt, og tað er eingin ivi um, at tað er stórur munur á liðnum hjá okkum og hjá Eysturríki. Raka teir dagin, og vit ikki gera tað, so kunnu vit fáa bank. Og raka vit dagin, meðan teir ikki gera tað, so hava vit ein møguleika. Men avrikið á vøllinum og innsatsturin eru avgerandi, og so taka vit tað haðani, sigur Jógvan Martin Olsen. Dreymurin ta ferðina var at spæla á danska landsliðnum, men Christian Lamhuge Holst er fult greiður um, at úrslitið í 1990 ger dystin leygardagin til nakað heilt serligt fyri føroysku tjóðina Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum, sum umvegis føroysk ættarbond hevur loyvi at spæla á føroyska landsliðnum. Og hann minnist væl, tá Føroyar á sinni vunnu móti Eysturríki. - Eg hugdi at dystinum í sjónvarpinum saman við foreldrunum hjá mær, so tað minnist eg heilt væl. Eg haldi tað var fyrstu ferð, at eg sá eitt landslið spæla, so tað var øgiliga stuttligt. Og hevði tú nakrar tankar um, at tú nakran tíð fór at spæla fyri føroyska landsliðið? - Nei. Mín dreymur var tá at spæla fyri danska lands- liðið, men tað hevur so broytt seg. Men jú. Onkra tíð varð sjálvandi hugsað um møguleikan fyri tí, sigur Christian Lamhauge Holst. Tá lutakastið til undan­ kappingina var seinast. Hugsaði tú tá um, at hetta fór at verða ein heilt serligur dystur fyri Føroyar? - Sjálvandi. Talan er um størsta úrslitið í føroyskari fótbóltssøgu. Kanska tað størsta í fótbóltssøguni yvirhøvur. So sjálvandi var tað í tonkunum. Men hin- vegin er úrslitið ikki nakað, sum vit á landsliðnum í dag hava so nógv at gera við. Venjarin eigur avgerðina Christian var ikki partur av føroyska hópinum, sum fyri einum mánaði síðani spældi móti Serbia og Rumenia. Skaðar hildu honum burtur frá hesum dystunum, og við bara hálvum triðja dysti í skjáttuni er dystarvenjinin kanska ikki heilt optimal. Men vónirnar eru tó, at hann aftur verður millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, sigur hann. - Sjálvandi vóni eg tað. Tað er jú altíð stuttligast at spæla, tá tú byrjar inni. Nú havi eg tó verið úti við skaða, og tað er sjálvandi upp til venjaran, um hann setir meg beint aftur á liðið. - Um eg eri i toppform er helst trupult hjá mær at siga. Tá tað gongur væl, so heldur tú, at so er, men gongur minni væl, so heldur tú tað ikki. Men sjálvur haldi eg, at eg eri til reiðar. Jú – eg eri púrasta til reiðar at fara út á vøllin, slær Christian Lamhauge fast. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tað vildi verið púrasta burturvið, um Fótbóltssambandið fyri trimum árum síðani setti ein útlending, sum ikki hevði sama kunnleika til viðurskiftini, í starvið Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari Uppgerð móti 1990 Sá dystin í sjónvarpi Christian Lamhuge Holst, landsliðsleikari Eysturríki er ein heilt serligur dystur fyri Føroyar. Landsliðsvenjarin slær tó fast, at spælararnir fyrst og fremst mugu hugsa um landsliðið í dag – og so kunnu áskoðarar og eysturríkarar hugsa um tað, sum fyrifórst fyri 18 árum síðani teknað: Óli P.