Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 195 - 10. oktober 2008 ] Hóast úrslitið í Landskrona fyri 18 árum síðani enn stendur sum ævig áminning, so er hetta ikki eitt úrslit, sum føroyska landsliðið fær brúkt til so øgiliga nógv, heldur Atli Danielsen Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 3-2 hjá Sjónvarpinum var sjálvandi partur av kvøld- arundirhaldinum hjá før- oyska fótbóltslandslið- num, sum nú er farið mest sum í isolatión fram til dystin leygardagin. Eftir at hava sæð brotini frá 1990 spurdu vit Atla Danielsen, hvat tað hevur at siga fyri landsliðið í dag, at tað er júst Eystur- ríki, sum er mótstøðuliðið leygardagin. - Tað hevur verið øgiligt uppmerksemi kring hend- an dystin, og sjálvandi ynskja vit at endurtaka tað úrslitið, sum Føroyar fingu ta ferðina. - Men akkurát tað úr- slitið fáa vit ikki brúkt til so nógv. Vit eru noyddir at fara á vøllin og levera eitt 100% arbeiði, og so mugu vit vita, hvussu tað røkkur. Bæði í blaðnum her í dag og í 3-2 í gjár segði Jóannes Jakobsen, at alt tosið um avrikið ta ferð- ina eigur at at motivera dagsins spælarar til at prógva, at teir eru minst líka góðir. Er tað nakað, sum tit fáa brúkt tann vegin. - Ja, tað kann tað, men hinvegin er aftur galdandi, at vit fáa ikki brúkt tað til so øgiliga nógv. Eg skal ikki siga, at tað leggur eyka trýst á okkum, men vit vilja sjálvandi eisini vísa, at vit duga. Tað vakti sjálvandi kenslur her heima, tá Eysturríki kom úr potti- num. Men minnist tú yvir høvur tann dystin? - Eg minnist ikki nógv. Eg var sjey ára gamal, og øll heima hjá okkum hugdu sjálvandi eftir dyst- inum. Tað, sum stendur sterkast í minninum er, at pápi mín gjørdist somikið glaður, tá Føroyar skor- aðu. Hann lyfti meg upp, og úrslitið varð, at eg smekkaði høvdið í eina lampu. Frá hitmakara til løgmann Eysturríkska blaðið, Nachrichten, hevði í gjár stóra grein um føroysku hetjurnar, sum spældu í Landskrona fyri 18 árum síðani. Ta ferðina varð nógv gjørt burturúr, at talan var um spælarar, sum høvdu sítt púrasta vanliga arbeiði við síðuna av. Og hesa ferð varð so yvirlit yvir, hvar føroysku spælararnir eru í dag. Ikki minst hava teir bitið merkið í, at eykamálverjin ta ferðina nú er vorðin ”premierminister” í Føroyum. Og eisini hava tey bitið merki í, at Jóannes Jakobsen millum fleiri av ítrivum sínum eisini hevur staðið fyri eini tí mest seldu fløguútgávuni seinnu árini. Nevnliga fløguni við M´as Blues Band. Meðan nógv verður gjørt burtur úr føroysku spælarunum, fáa eysturríksku spælararnir frá 1990 ein lítlan kassa á síðuni, har sagt verður frá, hvar hesir eru í dag. Ein teirra er so eisini í Føroyum. Nevnliga Andreas Herzog, sum í dag er sonevndur team-manager hjá landsliðnum. Am 12. September 1990 jubelten Jan Dam, Kari Reynheim und Kurt Mørkøre (v. l.) über das 1:0 in Landskrona. Foto: AP Färöers Helden heute – von der Hitparade zum Premierminister Der Mechaniker – Mikkjal Danielsen: In Landskrona mon- tierte er Toni Polster ab. Er be- endete nach der Partie seine Karriere. Heute wie damals re- pariert er in Miovagi Autos. Der Psychologe – Julian Han- sen: Der rechte Verteidiger wusste, dass es am besten war, nach diesem Spiel aufzuhören. Der damalige Student lebte be- reits in Dänemark, dort ist er heute noch. Neben seinem Job als Psychologe ist er Co-Trainer beim Zweitligisten Amager. Der Kindergärtner – Allan Mørkøre: Er war im Färöer- TORSHAVN. Am 12. Septem- ber 1990 gingen die Spieler der Färöer mit dem 1:0-Erfolg über Österreich in die Fußball-Ge- schichte ein. Was ist aus ihnen geworden? Die OÖN geben vor der „Revanche“ am Samstag in der WM-Qualifikation in Tors- havn die Antwort. VON HARALD BARTL Der Haubentaucher – Jens Martin Knudsen: Der „Zipfel- mützen-Torhüter“ ist Produkti- onsmanager einer Fischfabrik, Teamchef-Assistent und wohl Nachfolger des scheidenden E s ist ein gefä Österreichs Färöer-Kicke gende vom 1:0 in wachsen, Österre spielern wird die gehalten, dass die Scheitern in Tors havn täglich größ wird. Das wichtigere Spiel für Österrei Fußball wird am F tag in Pasching an pfiffen, wenn die U21 zum Playoff- Finnland einläuft EM-Endrunde und von Österreichs F reichere Zukunft wie die Färöer nic angst, sondern m angegangen werd E-Mail: g.mayrho Keine A Kommenta Kommenta von Günther M von Günther M OÖN ÜBERB Gludovatz is PASCHING. Fü terreichs U21-Fuß Nationalteam wir ernst: Nach dem legenen Sieg in de Qualifikationsgrup trennen die Playo Spiele gegen Finn das Team von Tra Manfred Zsak von Teilnahme im Jun Am Freitag steigt schinger Waldstad folgenden Diensta Turku. „Ich bin ab Lendu í gjár Landsliðshópurin hjá Eysturríki kom á Hotel Føroyar um 20’tíðina í gjárkvøldið. Veðurlíkindini vóru ikki av teimum bestu, men í gjárkvøldið batnaði munandi, og øll flogferðsla í Vágum gekk eftir vild. Eysturríkski hópurin var komin við flogfari beinleiðis úr Wien, og í dag fara teir so undir føroyska partin av sínum venjingum. Leikluturin hjá 38 ára gamla málverjanum og liðformanninum á landsliðnum er staðilig undirstriking av, at tolin trívst Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá ið føroyska landsliðið seinnapartin í morgin fer at ganga inn á vøllin, verður tað við málverjanum Jákupi Mikkelsen á odda. Síðani Óli Johannesen gavst á landsliðnum í juni í fjør, hevur Jákup verið liðfor- maður. At Jógvan Martin Olsen valdi málverjan til liðfor- mann var heilt upplagt. Ják- up hevur longri enn nakar av hinum verið partur av landsliðnum, og hann hevur í allar mátar royndirnar og persónligu eginleikarnar, sum gera, at hann er upplagt val til álitissessin. Eingin, sum kennir frynt- liga og lítillætna málverjan, fer at skriva undir uppá, at hann hevur ælbogað seg fram. Tað liggur ikki til hansara. At hann nú er sjálv- skrivaður oddviti er undir- striking av fínum menn- iskjaligum og fótbóltsligum dygdum og staðfesting av, at tolin trívst Nummar fýra á listanum Í morgin fer Jákup Mikkel- sen at verja føroyska málið fyri 60. ferð. Bara tríggir spælarar hava áður spælt so ofta á landsliðnum. Óli Johannesen eigur metið við 82 dystum. Jens Martin Knudsen hevur spælt 65 landsdystir, og Julian S. Johnsson hevur umboðað Føroyar 62 ferðir. Tað eru meiri enn 20 ár síðani, at Jákup Mikkelsen fyrstu ferð var í landsliðs- ferðalagnum. Jákup er fødd- ur 14. august í 1970, og hann var tískil júst fyltur 18, tá ið hann í fyrsta altjóða skrásetta landsdystinum hjá Føroyum – á útivølli ímóti Íslandi 24. august 1988 – var eykamaður hjá Jens Martini Knudsen. Frá tí at Jákup var fyrstu ferð á beinkinum, og inntil hann fyrstu ferð vardi lands- liðsmálið, gingu tað sjey ár. 2. juli í 1995 spældu Før- oyar vinardyst í Íslandi (0- 2), og tá var Jákup málverji. Nógvu tey fyrstu árini var Kaj Leo Johannesen, núver- andi løgmaður, eykamaður hjá Jens Martini, og Kaj Leo vardi føroyska málið fýra ferðir. Jákup var aðru ferð á beinkinum 16. oktob- er í 1991, tá ið Føroyar taptu 2-0 í Landskrona ímóti Jugoslavia, og hann sat tólv ferðir á beinkinum, áðrenn hann í 1995 fekk høvi at vísa síni kynstur á landsliðnum. Næstu árini styrkti Jákup støðugt um sína støðu í kappingini við Jens Martin Knudsen. Einar 25 ferðir í alt hevur Jákup trúgvur sit- ið á beinkinum, men nógvu tey seinastu árini hevur eingin ivi verið um, at fyrr- verandi DM vinnarin við Herfølge er stinnasti før- oyski málverjin. Tí verjir hann málið fyri 60. ferð í morgin. Í teimum 59 landsdystun- um, sum Jákup Mikkelsen hevur spælt, hevur hann 137 ferðir verið noyddur at fara í meskarnar eftir bóltin- um. Men kortini hevur hann ofta verið roknaður at vera tann, sum hevur staðið seg best. Útlendskir landsliðs- venjarar hava fleiri ferðir havt á orði, hvussu góðan málverja føroyska liðið hevur havt. Avrikini Jákup hevur staðið seg fram- úr væl, tá ið Føroyar hava spælt ímóti eitt nú Týsk- landi, Fraklandi og Italia. Størsta trýstið hevur ofta verið, tá ið mótstøðuliðið hevur verið úr Eystureuropa. Eitt tað besta avrikið yvir- høvur hjá málverjanum mundi tað vera, tá ið Før- oyar 10. oktober 1998 megn- aðu málleysan javnleik í Vilnius ímóti Litava. Serliga fyrsta hálva tíman, sum hyggjararnir heima í Føroy- um tíverri ikki sóu orsaka av tekniskum breki, vísti málverjin framúr avrik. Ta ferðina var talan um sera minnisríka landsliðsferð, tí fýra dagar eftir javnleikin í Vilnius taptu Føroyar heilt tepurt 2-1 ímóti Skotlandi í Aberdeen, og aftur ta ferð- ina var málverjin sannur brandur. Tað vóru avrik av hesum kalibrinum, sum tvey ár seinni vóru høvuðsorsøkin til, at Herfølge gjørdist danskur meistari, og síðani hevur Jákup verið fremsta orsøkin til, at B36 í 2005 gjørdist meistari. Eitt avrik, sum eisini bar við sær, at sum fyrsti málverjin yvir høvur kundi rópa seg ársins spælara. Jákup fer upp á 60’ara kontina Gott málmansspæl hevur ofta verið fortreytin fyri góðum føroyskum úrslitum. Og Jákup Mikkelsen hevur mest sum altíð leverað vøruna, tá fótbóltslandsliðið hevur verið á vøllinum Lampan heima í stovuni fekk ein túr, tá Torkil skoraði í 1990. Nú hevur Atli Danielsen møguleika at skapa somu gleði. Bæði heima hjá pápanum og hjá landinum annars Mynd: Álvur Haraldsen Mugu vera 100%