Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 195 - 10. oktober 2008 lýsingar Marknaðarfólk til Bókadeild Føroya Lærarafelags – royndarsett til 1. juli 2009 Bókadeild Føroya Lærarafelags søkir eftir markn- aðarfólki at byrja skjótast til ber. Starvið fevnir í høvuðsheitum um at kunna um okkara útgávur og røkja heimasíðurnar, skipa fyri sølufremjandi átøkum o.tl. Til starvið krevst viðkomandi yrkisligur førleiki, góður kunnleiki í føroyskum, og áhugi og grundleggjandi vitan um bókmentir. Løn og setanartreytir eftir sáttmála við Føroya Lærarafelag og við góðkenning Fíggjarmálaráð- sins. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bókadeildina á tlf. 317644, ella á bfl@bfl.fo Skrivlig umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum viðmælum skal vera Bókadeildini í hendi 24. oktober 2008: Bókadeild Føroya Lærarafelags Postrúm 3264 FO-110 Tórshavn Bókadeild Føroya Lærarafelags Pedda við Stein gøta 9 100 Tórshavn Bókadeild Føroya Lærarafelags er stovnur undir Føroya Lærara- felag, sum varð stovnaður í 1956. Forlagið gevur fyrst og fremst út barna- og ungdómsbøkur, men eisini aðrar bókmentir, einar 50 – 60 um árið tilsamans. Umframt hevur forlagið um hendi barnablaðið Strok og Skúlablaðið. Á Bókadeildini starvast fýra fólk: eitt í fullum starvi, eitt í ¾ og tvey í ½ starvi. Eysturoyingar og Norðoyingar Klaksvíkar Koyriskúli, ið hevur samstarv við Koyriskúlan í Tórshavn, byrjar nýtt skeið til lastbil tann 15. oktober 2008. Koyrt verður í Klaksvík og Eysturoynni. Havi eisini góðkendan skúlavogn Tekning á tlf. 777777 Koyrikort til lastbil Klaksvíkar Koyriskúli · v/Manna Waag Høgnesen Starvsfólk søkist Søkt verður eftir fólki til at arbeiða kvøldvaktir og dagvaktir í Kiosk Activ. Nærri fæst at vit við at ringja á tlf. 73 37 45 Kunngerð Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 11. november 2008 fyri valdømið í Runavíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Saltangará í døgunum frá 14. oktober 2008 til 28. oktober 2008 í vanligari skriv- stovutíð. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 04. november 2008. Runavíkar býráð 07. oktober 2008 Runavíkar Kommuna Lesið -so eru tit við!