fríggjadagur 10. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 • 10. oktober 2008
Vikuskifti
4
Jóannes Jakobsen um
áskoðararnar:
– Tað vóru eini 1400 áskoðarar og hugdu at okkum í Lands
krona. Mest føroysk lesandi í Danmark, og so nakrir sviiar. Vit
bæði merktu og hoyrdu hesar, hóast tú vanliga á vøllinum ikki
gevur tær far um tað, ið hendir uttanfyri. Og sum dysturin leið
ljóðaðu hesi stívliga 1000 fólkini sum 10.000. Rein ekstasa tá
vit høvdu skorað, og fólk sóu sensatiónina fyri framman. So
áskoðararnir hava nógv at siga.
... um leiklutin sum
liðformaður:
– Á mínum plássi hevði eg gott yvirlit yvir allan vøllin.
So tað lá væl fyri at rópa og stýra. At informera
leikarar, píska upp og vera positivur, men eisini senda
nøkur dreparaeygu, tá tað var neyðugt. Annars var
tað samskifti við venjarar og leikarar, og ikki minst
fjølmiðlarnar. Eftir sigurin á Eysturríki var tað næstan
eitt fulltíðarstarv í langa tíð aftaná.
Jóannes Jakobsen var liðfor
maður á føroyska landsliðnum,
tá hetta skuldi royna seg á
altjóða palli fyri fyrstu ferð.
Heimavøllurin var í lítla býnum
Landskrona í Svørríki, og føroyska
liðið var mannað við totalum ama
tørum. Menn, sum vandu tríggjar
ferðir um vikuna og spældu 18
dystir árliga.
Burtursæð frá Oyggjaleikunum,
har støðið var langt frá nøktandi,
var lítið og einki av avbjóðingum,
ið føroyska fótbóltslandsliðið
fekk. Jóannes Jakobsen sigur
skemtiliga, at tað hægsta
áðrenn Eysturríki, var hendinga
landsdystur ímóti onkrum
donskum oldboys landsliðið
við áraknútum og hvat veit
eg, sum hann tekur til, og so
venjingardystir ímóti Íslandi
viðhvørt.
– So hetta var av sonnum
spildurnýtt, og vit vistu ikki heilt
hvar vit flutu, sigur Jóannes
Jakobsen, sum í dag er fastur
fótbóltsviðmerkjari í Útvarpinum
hjá Kringvarpinum, og annars
hevur verið venjari hjá fleiri
Formulaliðum.
Keðilig upptakt
Fólk vóru skeptisk yvir føroysku
luttøkuna í altjóða fótbólti. Ikki
bara úti í heimi, tí eisini í Føroy
um vóru fleiri ímóti, at Føroyar
luttóku í undankappingum til
endaspøl.
Hjá Jóannes Jakobsen per
sónliga var upptaktin langt frá
optimal. Hann hevði verið nógv
plágaður av bruna í hælsinuni,
og kropsliga var hann langt frá
toppinum.
– Tað varð soleiðis um hetta
mundi, at antin spældi eg dystir,
ella vandi eg. Eg kundi ikki
bæði. Og spældi eg ein dyst,
so var eg ikki gonguførur í tveir
dagar aftaná. Men tað er ikki
altíð, at tað eru beinini, sum
eru avgerandi fyri ein leikara.
Mentala styrkin er minst líka
umráðandi, sigur Jóannes Jakob
sen og leggur so flennandi aftrat.
– So mín uppgáva var í stóran
mun at renna minni, men tosa
meiri enn hinir leikararnir.
Róligir hóast brøl
Sambært Jóannes Jakobsen
tóku menn tað heilt róligt undan
dystinum. Venjarin hevði gjørt eitt
stórt fyrireikingararbeiði, og liðið
hevði verið á venjingarlegu.
– Sjálvandi vóru nakrir “spil
opmagarar” við, men á sjálvum
dystardegnum vóru vit foku
seraðir, sigur Jóannes Jakobsen
og heldur áfram.
– Menn óttaðist ikki uppgáv
una, so har var eingin, ið piss
aði í buks. Vit vóru róligir og
avbalanseraðir. Undan dystinum
gingu vit út á sjálvan vøllin,
og hann var heilt fantastiskur.
Eingin okkara hevði spælt á so
góðum vølli áður, og tað var enn
ein motivatiónsfaktorur, greiðir
Jóannes Jakobsen frá.
Hóast róligir og avbalanseraðir,
sum Jóannes Jakobsen tekur
Latið atfinningar
– Hevði eg verið landsliðsspælari í dag, so
hevði eg verið reyvhamrandi troyttur av at
hoyra gamlar landsliðsleikarar reypa, og
fólk tosa um, at soleiðis var tað, tá vit
vunnu í Landskrona. Tá er tað man skal fara
út og sparka Eysturríki líka langt aftur, sum
vit gjørdu tá, sigur Jóannes Jakobsen. Tí
eins og nú, vóru eisini nógvar atfinningar at
landsliðnum, og hesum vildu leikararnir
gera til skammar. – Og tað eiga vit at gera
aftur nú, heldur Jóannes Jakobsen,
táverandi liðformaður
Samrøða
Rólant Waag Dam
blaðmaður
rolant@sosialurin.fo