mánadagur 13. oktober 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 196 - 13. oktober 2008 ]
Martin Poulsen vann á stórmeistara
Martin Poulsen legði bragdliga fyri, tá 1. umfar av Klaksvík International 2008 varð telvað leygar
dagin. Við svarta fólkinum hálaði Martin sigurin heim ímóti stórmeistaranum GM Miroslaw
Grabarczyk úr Pólandi. Talan er um satt bragd av Martini, tá hugsað verður um, at stórmeistarin úr
Póllandi eftir styrkismetingini var greiður favorittur í uppgerðini. Eisini Heini Olsen, úr Klaksvík,
fekk eitt megnarúrslit til høldar í 1. umfari, tá hann við hvíta fólkinum telvdi javnt ímóti enska
stórmeistaranum GM Gawain Jones. Heini var sera væl fyrireikaður til talvið og eftir 33 leikir
bjóðaði bretin javnt. Tað lá leingi í kortunum, at føroyingarnir av álvara gjørdu hol í sjógvin í
1.umfari, tí Olaf Berg, úr Tórshavn, við hvíta fólkinum, eftir uml. 15 leikir, hevði greiðan fyrimun
ímóti stórmeistaranum GM Sarunas Sulskis úr Litava. Spell hjá Olafi, at Sulskis tá avtornaði,
allíkavæl, vann talvið. Samanumtikið ein sera góð byrjan hjá føroyingunum í Klaksvík
International 2008 –sterkasta kapping, sum telvað er í Føroyum nakrantíð.
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727
Lands
krona
var
nakað
annað
Tað er keðiligt, at
vit støðugt verða
sammettir við nakað,
sum vit allir eru
ernir av. Men tíbetur
prógvaðu vit so í júst
hesum dystinum, at
vit eisini kunnu skapa
úrslit
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast hann ikki var í hóp
inum, tá sigurin móti Eystur
ríki varð fingin til høldar,
so verður Jákup Mikkelsen
oftani sagdur at vera einasta
sambindingarliðið millum
landsliðið tá og nú.
Ofta hevur dagsins lands
lið eisini verið sammett við
tað, sum skapti undrið í
Landskrona, men Jákup
Mikkelsen heldur ikki, at
hetta er nakað, sum hevur
tyngt menninar á liðnum í
dag.
Tað haldi eg ikki. Um
nakað, so eru vit kanska eitt
sindur keddir um, at vit
verða sammettir við tað
liðið. Tí vit eru allir stoltir
av tí, sum teir framdu ta
ferðina, og tí er tað kanska
keðiligt at skula prógva, at
vit eru líka góðir, sum teir
vóru. Tað er jú heilt hvør
sín tíð, og tí kann tað ikki
samanberast uttan víðari.
Hinvegin slepst ikki und
an, at vit av og verða kon
fronteraðir við tann spurn
ingin. Ikki minst hesaferð,
nú vit spældu móti Eystur
ríki. So á tann hátt var tað
ein lætti, at vit eisini rukku
setninginum í júst hesum
dystinum.
Vit hava eisini spælt
eina rúgvu av dystum, sum
hava líkst hesum. Men
aloftast tørnar tað soleiðis
út, at hinir í seinasta enda
skora eitt ella tvey mál
meira enn vit.
Teir høvdu so eisini møgu
leikarnar at skora bæði eina
og tvær ferðir. Var hetta ein
av teimum strævnu dystu
num í føroyska málinum?
Ja, tað haldi eg. Ikki
minst tí vindurin var so
mikið nógvur. Fyri steðgin
var vindurin beint ímóti, og
tað órógvaði spælið við
beinunum hjá mær. Nakað
sum annars er ein av styrkj
unum hjá mær.
Men eftir steðgin var
vindurin undan, og ta einu
ferðina stóð teirra málverji
á miðjum vølli, tá tú fekk
bóltin. Hugsaði tú ongantíð,
um tú skuldi royna eydnuna
við
einujm
100
metra
sparki?
Nei. Eg hoyrdi okkara
áskoðarar rópa øgiligt ta
einu ferðina, men eg fang
aði støðuna ov seint, so eg
kom ongan tíð til at hugsa
tann tankan, sigur Jákup
Mikkelsen
Um nakað, so vóru
tað eysturríkarar,
sum høvdu gummi
bein, og sum dysturin
leið komu frustra
tiónirnar hjá teimum
alt meira fram, heldur
Egil á Bø
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu vikurnar hava Egil
á Bø og liðfelagarnir í EB/
Streymi hoyrt nógv um
gummibein og tað, sum har
til hoyrir.
Leygardagin kundi hann
tó staðfesta, at á Tórsvølli
var einki tos um gummibein
av nøkrum slag.
Nei. Kanska havi eg
havt tey somikið leingi, at
tað ger tað sama nú, segði
hann skemtandi.
Men hetta er fullkomu
liga øðrvísi enn at spæla í
Formuladeildini. Í dag skal
man bara inn at stríðast av
øllum alvi. Í veruleikanum
kunnu vit ikki rokna við
øðrum enn tapi, tí á pappíri
num eru vit nógv verri enn
hini liðini, so vit hava einki
at óttast í so máta. Tú kanst
í veruleikanum bara vinna.
Tað var líkt til, at tit
høvdu nógv minni trupul
leikar av vindinum, enn teir
hjá Eysturríki høvdu. Var
tað kanska ein fyrimunur
hjá tær, at tú hevur spælt so
nógvir dystir á Mølini á
Eiði, har vindurin kann
verða heilt nógvur?
Tað skuldi mann kanska
trúð. Vit eru nokk meira
vanir við vind, enn teir eru.
Og í øllum førum skaptu
teir ikki so nógv. Í seinna
hálvleiki spæla teir øgiliga
nógv við longum bóltum,
og teir kombinera sjáldan
flatt, og tað passaði nokk
okkum fínt.
At síggja til gekk ikki
long tíð, áðrenn teir byrjaðu
at geva frustratiónir til
kennar. Var tað eisini nakað,
sum tit merktu á vøllinum?
Eg haldi tað. Teir høvdu
einar tværtríggjar støður
fyri steðgin, sum kundu
blivið heilt vandamiklar,
men umframt tað, so høvdu
teir ikki so heilt ræðuliga
nógv. Teir høvdu eitt sindur
av trýsti, men ikki so heilt
ræðuligt kortini. Og sum
seinni
hálvleikur
gekk,
haldi eg, at teir gjørdust
rættiliga frustreraðir, sigur
Egil á Bø.
Vindurin órógvaði nógv, helt
Jákup Mikkelsen, sum als
ikki fekk ruddað bóltarnar
nóg langt burtur fyrstu trý
korterini
Mynd: Álvur Haraldsen
Gummibeinini burtur
Sum veðurlíkdinini
vóru, so var tað
kanska ein fyrimunur
hjá Egili á Bø, at hann
ofta hevur spælt við
bítandi norðanættini
ímóti sær
Mynd: Álvur Haraldsen
23