týsdagur 14. oktober 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 197 - 14. oktober 2008
Illgruni um fosfat í klippfiski
Norska matvørueftirlitið kannar illgruna um, at norsk virkir hava brúkt
fosfat, tá tey hava virkað klippfisk. Kanningin er sett í verk eftir áheitan
frá ESA, sum er eftirlitsstovnurin hjá EFTA-felagsskapinum, ið Noreg
er limur í. Fosfat bindur vatnið í fiskinum og økir tískil vektina, og tað
er ólógligt sambært reglunum, skrivar Dagsavisen. Onnur siga, at
fosfatið verður brúkt fyri at fáa blóðið úr fiskinum. Matvørueftirlitið
sigur, at ESA hevur fingið eina kæru um, at norsk klippfiskavirkir hava
brúkt fosfat, men eftirlitið veit ikki, hvør hevur kært, skrivar Ålesund-
blaðið Sunnmørsposten.
Ov nógv fosfat er í norskum klippfiski (Mynd: Sunnmørsposten)
Bryggjarí í gjaldssteðgi
Leiðslan í grønlendska bryggjarínum Greenland Brewhouse
kunngjørdi í gjár, at fyritøkan er farin í gjaldssteðg.
Sambært grønlendskum fjølmiðlum hevur bryggjaríið havt
trupulleikar í seinastuni, og við fráboðanini um gjaldssteðg
hevur leiðslan tríggjar mánaðir til at finna eina loysn.
Greenland Brewhouse hevði umleið tvær milliónir krónur í
halli í fjør. Tað komst í høvuðsheitum av trupulleikum við
framleiðsluni og vantandi sølu í Danmark. Tann almenni
grønlendski íleggingargrunnurin Greenland Venture eigur
49,5 prosent av Greenland Brewhouse.
Nýggja Rás2 helt í
gjár sín fyrsta føðing
ardag, og á degnum
var staðfest, at pláss
er fyri Rás2 í føroyska
miðlaheiminum, og
fólk taka væl undir
við rásini
Rás2
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mánadagin markeraði Rás2
sín 1 ára føðingardag. Tað
varð gjørt við serligari føð-
ingardagssending á Rás2, og
í Miðlahúsinum, har útvarps-
støðin heldur til, var opið
hús.
Fitt av fólki leitaði sær inn
á gólvið til kaffi og føðingar-
dagskøku, og lagið var gott á
vertum og gestum.
- Vit merkja ein stóran
áhuga fyri Rás2 frá bæði lurt-
arum og lýsarum, og tað
gevur okkum mót upp á at
halda fram við rásini. Fyrsta
árið hevur gingið væl, og eg
haldi eisini, at útlitini eru
hampuliga góð, sigur Jon-
hard Hammer, stjóri á Rás2.
Rás2 hevur sent undir
nýggju
eigarunum
síðani
fyrst í oktober mánaði í fjør.
Rásin sendir hvønn dag, og
serliga gerandisdagar eru
nógvar sendingar á skránni.
Nú stendur nýggjur vetur
fyri framman, og leiðslan á
Rás2 hevur boðað frá, at
ymiskt nýtt verður á skránni
næstu mánaðirnar.
- Vit skulu framhaldandi
verða tann fríska útvarps-
støðin, sum ger útvarp her-
og-nú, sigur Jonhard Hamm-
er, stjóri.
Fyrsta árið
lagt afturum