týsdagur 14. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 197 - 14. oktober 2008
Livandi blandið
av fakligum innliti
og spontanum
eldhuga ger nýggju
listabókina hjá Inger
Smærup Sørensen til
ein sannan fong hjá
øllum við áhuga fyri
føroyskari nútíðarlist
Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fríggjadagin komin nýggja
listabókin Livandi list eftir
Inger Smærup Sørensen,
listfrøðing, í bókabúðirnar.
Bókin er í nógvar mátar ein
fongur fyri listaáhugaðar
føroyingar og onnur, ið
hava saknað eitt yvirlit yvir
og innleiðslu í føroyska
nútíðarlist. Júst nútíðar lista
heimurin kann nevniliga
tykjast rættiliga fløktur at
fáa greiðu á, tí har hendir
allatíðina okkurt nýtt og tí
tey mongu listafólkini leita
í so nógvar ymsar ættir.
Hesin
ymiskleikin
er
eisini útgangsstøðið hjá
Inger S. Sørensen, og verð
ur bókin tí í sær sjálvum ein
afturvísing
av
vanliga
páhaldinum um, at føroysk
list er einsháttað og sið
bundin. Í staðin borðreiðir
listfrøðingurin við einum
fyllishorni, sum stendur til
at bresta av listarligum lívi
og litum, sum folda seg út
beint fyri nøsini á okkum
um vit tíma at hyggja.
Listin kjakast
Innihaldsliga
er
bókin
skipað soleiðis, at hvørt av
teimum 49 listafólkunum
hevur fingið eina síðu við
teksti og tríggjar við mynd
um av verkum. Hóast bókin
í so máta ikki tykist gera
mun á fólki, merkir tað
ikki, at Inger Smærup
Sørensen meinar, at list er
demokratiskt. Tvørturímóti
aftrar hon seg tíbetur ikki
við at vísa á, at tað eru
úrmælingar,
sum
skapa
listina,
Tá tað er sagt, sparir
listfrøðingurin lesararn fyri
skrásikrar dómar, ið lítið
annað lata eftir seg enn eitt
afturlatið listaverk. Heldur
letur hon verkini kjakast
við viðkomandi listarlig rák
og ástøði á ein hátt, sum
letur verkini upp í tráð við
egnar treytir, sum ger teg
klókari uttan mun til, um
tær dámir verkið ella ikki.
Við tætta samspælinum
millum verk og ástøði, verð
ur verkið samstundis ein
nýggjur lykil til ástøðina.
Ella við øðrum orðum: í
hondunum á Inger Smærup
Sørensen verður sjálvt ofta
turra og troytta ástøðin líka
sprelllivandi, sum livandi
listin beint her og nú. Við
nærverandi sitatum og til
sipingum verða listarlig
kjak og ástøði flættað inn í
tekstin, so tú áðrenn tú veit
av kennir teg sum heima
millum orð sum 'fini' og
'sample' og onnur gátufør
heiti, sum knappliga gera
tað munin lættari at seta orð
á verk eftir til dømis
Amariel Norðoy ella Hanna
Bjartalíð.
Eitt bragd má tað eisini
sigast at vera, at alt hetta
hendir í einum frásøgustíli,
sum næstan er gyklandi
lættur uttan at fakligheitin
nakrantíð verður við sviðið
soð. Til tey, ið hava hug at
dvølja eitt sindur meir við
fakligu heitini, er ein orða
listi aftast í bókini, sum
ongantíð dettur í felluna,
har lesarin druknar í frøði
heitum.
Eldhugaður
serfrøðingur
Hóast bókin ongan iva letur
vera um, at Inger Smærup
Sørensen er serfrøðingur á
sínum øki, er tað týðiligt, at
hon ikki hevur gloymt at
undrast yvir, stuttleika sær
við og bara njóta listina.
Hon aftrar seg ikki við at
lata tað skína ígjøgnum, at
onkuntíð er verkið líka við
at gleppa henni av hondum
í royndini at lýsa tað
nakað, sum eftir mínum
tykki
oftast
bara
ger
lýsingina enn sterkari og
listina enn meir livandi.
Sum til dømis í lýsingini av
Hanna Bjartalíð, har Inger
S. Sørensen setur orð á,
hvussu listamaðurin setur
tað barnsliga, tað spontana
og tað vaksna saman í sín
um myndum
» ... tað ótrúliga er, at tað
verður hvørki annað ella
hitt,
tað
verður
ikki
spontant, vaksið ella barns
ligt. Tað verður til nakað
heilt serstakt. Og Hanni
Bjartalíð fær alt at tykjast
so argandi lætt, men tað er
øsandi torført, tí tað er ein
heilt nýggjur máti at líta at
heiminum ...«
Í slíkum løtum er tað
ringt ikki at lata seg ávirkað
av
eldhuganum
hjá
høvundanum. Og hví ikki
bara lata seg draga við?
Hevur tú bara eitt sindur
av listarligum forvitni við
tær, letur bókin Livandi List
dyrnar upp til eitt sjálv
tøkuborð, har tú kanst velja
at eta teg proppmetta ella
njóta leksiligu bitarnar í
smáum og goyma nakrar til
seinni. Bókini er nevniliga
skipað soleiðis, at hon lætt
kann brúkast sum uppslags
bók, har nøvnini á lista
fólkunum standa í bókstava
røð, og ongin tekstur er
longri, enn at tú altíð hevur
stundir at lesa hann.
Tað er torført ikki at lata seg
ávirka av serliga blandinum
av spontanari listarligari
gleði og dyggum fakligum
innliti í bókini »Livandi
list« eftir Inger Smærup
Sørensen, listfrøðing
Mynd: Jens K. Vang
Fongur fyri
føroyskar lista-
brúkarar
ST-sáttmálin um rættindi teirra
brekaðu umsettur til føroyskt
Seinasta freist at lata viðmerkingar til føroysku umsetingina av ST
sáttmálanum um rættindi teirra brekaðu er mánadagin 20. oktober.
Uttanríkisráðið sigur, at viðmerkingar kunnu sendast til mfa@mfa.fo.
Tað hevur stóran týdning, at sáttmálin eisini er umsettur til okkara mál.
Á henda hátt kunnu vit beinanvegin varpa ljós á ásetingarnar í
sáttmálanum og byrja at tillaga okkum til tær. Tí umframt at broyta
lóggávu, snýr sáttmálin seg eisini í ein stóran mun um at broyta
hugburð, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.
Matiné í Havnar Kirkju
Leygardagin klokkan 11.30 er matiné í Havnar Kirkju við
vokalkvartettini Kata, sum er navnið á bólkinum, har fýra føroyskar
kvinnur syngja bulgarskar sangir. Bulgarskur fólkatónleikur er
heimskendur fyri sítt serliga ljóð. Sangarinnurnar eru Katrina Petersen,
Unn Paturson, Eyð Berghamar Jacobsen og Anna Maria Olsen. Allar
eru tær virknar sum solistar í ymiskum høpum, og hava nógvar royndir
innan kórverdina. Tað, sum ger, at tær hava valt at syngja bulgarskar
sangir er tað, at harmoniirnir, klangurin, rytmurnar og søgurnar skapa
eitt heilt serligt og spennandi ljóðunivers. Hetta er klárt ein onnur
uppliving enn tann vanliga føroyska kórkonsertin, ikki tí, einki ringt um
tað yvirhøvur, tvørturímóti, men tað verður bara ein bulgarsk konsert,
siga tær og heilsa øllum vælkomnum.