Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 198 - 15. oktober 2008 Hugtakið er gamalt, men fyrimyndin er enn líka viðkomandi. Hetta, millum mangt annað, varð havt á lofti á hugnaligum cafékvøldi fyri kvinnu­ lig valevni og øðrum áhugaðum, sum Demokratia skipaði fyri Javnstøða Orð & myndir: Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í gjárkvøldið skipaði Demo­ kratia fyri cafékvøldi fyri kvinnulig valevni og onnur áhugaði í Mettustovu úti á Reyni í Havn. Á skránni var millum ann­ að fyrilestur frá donsku Annelise Molin, ið hevur verið borgarstjóri fyri danska Javnaðarflokkin á Bornholm fleiri setur. Lagt var síðan upp til kjak og spurningar, har føroysku kvinnurnar kundu býta royndir sínamillum og har nøkur góð ráð eisini komu frá Annelise Molin. Endamálið við cafékvøld­ inum var kanska mest at skipa fyri einum forumi, har kvinnur veksla royndir sínamillum, men eisini at eggja kvinnum at halda seg framat og at stuðla kvinnum, ið eru uppstillaðar. Kvinnur í heimi og politikki Annelise Molin legði út við at greiða frá sínum roynd­ um, góðum sum ringum, í politikki, og frá hennara bakgrund. Síðan setti hon fram og viðgjørdi nøkur av teimum mest viðkomandi evnunum fyri kvinnur, ið eru politiskt virknar ella hava ætlanir um at verða tað. Millum annað viðgjørdi hon evnið, hvat tað eru fyri avmarkingar kvinnir møta. Heimið var ofta havt á lofti, um heimið er ein forðan fyri kvinnuna í at luttaka politiskt. Spurnartekin varð sett við, um luttøka hjá kvinn­ um í politikki merkir tað sama sum undirgangurin hjá heiminum. Tað vísir seg soleiðs at menn kunnu hava bæði arbeiði, konu, børn og hund, umframt at verða í politikki, men at tað sama als ikki er galdandi fyri kvinnur, og hon setti spurnartekin við, hví tað vísir seg at verða soleiðs. Hennara niðurstøða er, at kvinnur verða noyddar at sleppa summum av sínum idealum, um tær ætla sær upp í politikk. Hon tók eisini Pippi Smokkulegg fram, og vísti á at hon er eitt gott ideal fyri kvinnur í politikki. Pippi er nevnliga ein kvinna, sum kann sjálv, sum vil sjálvt, sum er sjálvsikkur og sum ikki er bangin fyri at gera ein feil. Myndin er ikki nýggj, men enn líka viðkomandi. Svíkja fólkaræðið Fyrilesturin kveikti áhugan hjá kvinnunum at seta spurningar og kjakast um ymisk viðurskifti kring eitt valstríð og mannagongdir, tá tú verður valdur. Annelise Molin vísti á týdningin í at hava eitt gott sosialt netverk, sum tú kanst venda tær til og sum kann stuðla tær og eggja tær til at halda áfram. Tann fíggjarligi parturin í einum valstríði var eisini havdur álofti, og tað vísir seg at verða ein størri forðan hjá kvinnum enn monnum, at tann fíggjarligi parturin er vorðin so stórur í einum valstríði. Annelise Molin segði, at tað er ikki minni enn at svíkja fólka­ ræðið, tá tað er tann fíggj­ arligi parturin, ið ger av hvørt tú verður vald ella ikki. Eisini gjørdi hon teimum greitt, at um tú skalt fáa ávirkan í politikki, so verða tær noyddar at taka mann­ fólkamátan at gera tingini uppá til sín. Samanumtikið tóktist hetta cafékvøldið at verða sera gevandi fyri kvinnuligu valevnini og tær, ið kanska ivast í at stilla upp til komm­ unuvalið. Demokratia skipar fyri einum líknandi cafékvøldi í Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum í kvøld og í Miðlahúsinum í annaðkvøld, har Annelise Molin eisini luttekur. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Køkshjálp til kantinuna á Landsverki Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. StarvSLýSing arbeiðsuppgávur arbeiðsuppgávurnar eru fyrst og fremst at keypa inn og matgera í sambandi við døgurðasteðgin. Harumframt skal viðkomandi hjálpa til við tiltøkum og fundum. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Starvið er tímalønt. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til: lv@lv.fo ella til Landsverk Postmoga 78 FO-110 tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. oktober 2008. Merk umsóknina „Køkshjálp til kantinuna“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Elsu Johannu Høgenni, starvs- fólkaleiðara, á tlf. 340 800. til kantinuna á Landsverki søkja vit hjálparfólk til køkin at arbeiða 6 tímar um dagin, aðru hvørja viku. 1RNLD 2NWREHUWLOERË .ODSSWHOHIRQYLË%OXHWRRWK)0ÕWYDUSL9*$P\QGDWÎOL 0%PLQQLNDOHQGDUDYDSSRJP\QGDERËXP )ÁVW¼YRGDIRQHIRRJÈYRGDIRQHKDQGOXQXP NU Pippi eitt gott ideal hjá kvinnum Tær lurta við ágrýtni, meðan Annelise Molin greiðir frá. Okkurt um 20 kvinnur vóru á hugnaliga cafékvøldinum Nógvir spurningar vórðu havdir á lofti. Her sæst Annelise Molin til vinstru