týsdagur 14. oktober 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 197 - 14. oktober 2008
lýsingar
Søkt verður eftir
sálarfrøðingi
Vilt tú, saman við hinum starvsfólkum okkara,
ganga á odda við at eggja til lívsbroytingar?
Sum sálarfrøðingur á Blákrossheiminum
kemur tú at hava avgerandi ávirkan
á viðgerðina, tú kemur at virka sum
bólkaleiðari og hava staksamrøður við búfólk,
avvarðandi og ambulentar samrøður. Fyri
rætta umsøkjaran kann talan verða um at
tú kemur at hava ábyrgd av allari viðgerðini.
Supervisión av starvsfólkum verður eitt øki tú
kemur at arbeiða við.
Viðgerðin á Blárossheiminum er ein
sálarfrøðilig og sosialpædagogisk viðgerð,
sum mest byggir á kognitiva broyting, skipað
við bólkaarbeiði og staksamrøðum.
Vit arbeiða støðugt við at menna
viðgerðartilboð okkara, m.a. við eftirmeting.
Hetta kemur tú at hava ein týðandi leiklut í.
Vit rokna við at tú:
• ert útbúgvin sálarfrøðingur ella ert við at
verða liðugur við tína útbúgving
• ella hevur tikið psykoterapeut/
familjuterapeut útbúgving eftir aðra longri
ella miðallanga grundútbúgving.
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• ert álitisvekjandi og álítandi
• hevur góð samstarvsevni
• vilt arbeiða samsvarandi blákross
hugsjónini
Løn/setanartreytir:
Lønin, og aðrar setanartreytir, verður ásett
smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarandi yrkisfelag.
Setan:
Skjótast tilber.
Umsókn:
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um hetta hevur tín áhuga, send okkum so
eina umsókn, sum skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi týsdagin 4. november. Umsóknin
skal sendast til:
Blákrossheimið
Att.: Olga Magnussen, leiðari
Lynggøta 12
FO-100 Tórshavn
Meir fæst at vita um starvið, við at venda
sær til Olgu Magnussen, leiðara, á tlf.
315575 ella teldupost olga@blakross.fo
Blákrossheimið, ið er eitt viðgerðarheim fyri
rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar, er stovnsett av Bláa
Krossi Føroya við góðkenning frá Føroya Landsstýri. Á
heiminum eru 9,5 ársverk. Pláss er fyri 15 búfólkum.
Blákrossheimið
www.blakross.fo
Starvsfólk søkist
Søkt verður eftir fólki til at arbeiða
kvøldvaktir og dagvaktir í Kiosk Activ.
Nærri fæst at vit við at ringja
á tlf. 73 37 41
-so eru tit við!
Lesið