mikudagur 15. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 198 - 15. oktober 2008
Eftirspurningurin
eftir grundøkjum
í Nes kommunu
var stórur í 2007,
men nú vísir tað
seg, at fleiri av
teimum, sum standa
á bíðilista, kortini
ikki hava ætlanir um
at byggja beint nú.
Tó eru framvegis
nøkur sethús í gerð í
kommununi
SethúSabygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í vikuni hevur Nes komm
una borið í hvørt hús ein
samandrátt av ársroknskap
inum hjá kommununi fyri
2007.
Við í hesum tilfari eru
áhugaverd
tíðindi
um
ymiskt, sum fyriferst í
kommununi.
Í partinum um búsetingar
fegnast kommunan um, at
ferð aftur kom á sethúsa
byggingina í 2007, tá fleiri
sethús vórðu bygd. Haraftrat
eru nøkur aftrat í gerð, sum
eru og verða liðug í ár.
Eftirspurningurin eftir
grundøkjum var og er stór
ur, men tó vísir tað seg, at
fleiri
av
teimum,
sum
standa á bíðilista, kortini
ikki hava ætlanir um at
byggja beint nú.
Kommunan vísir á, at
fleiri umsóknir um byggi
loyvi tó eru játtaðar í
útstykkingini
Kvíggjar
heygg/ Gadd.
Her eru eisini nøkur
sethús í gerð, og vónandi
eydnast tað teimum, sum
hava fingið byggiloyvi, at
fara undir byggingina.
Onnur øki
Aftrat umsóknum, sum vísa
til økir, har útstykkingar
eru framdar, hava fleiri
borgarar eisini biðið um
grundøkir
ymsastaðni
í
kommununi
fram
við
kommunuvegum.
Talan er soleiðis um
umsóknir um grundøkir
bæði á Toftum og á Nesi,
har landsvegurin frá Agn
inum og út á Líðarenda er
vorðin kommunalur í 2007.
Nes kommuna sigur, at
um ein borgari skal keypa
eitt grundøki uttanfyri eina
útstykking, er skipanin hon
í dag, at borgarin sendir
umsókn til kommununa,
sum síðan keypir grundøkið
frá Búnaðarstovuni og selir
tað víðari til umsøkjaran.
Tað er bert í teimum
førum, tá talan er um upppí
skoytisstykki, at umsøkjarin
kann keypa beinleiðis frá
Búnaðarstovuni.
Fólkatalið veksur
Í 2007 vaks fólkatalið í Nes
kommunu úr 1.235 upp í
1.248 fólk.
22 børn vórðu fødd hetta
árið og 14 andaðust.
Nes kommuna vísir á, at
tilflytingin til kommununa
var 69, og av hesum komu
27 úr útlandinum og 42 úr
øðrum kommunum í Føroy
um.
64 fólk fluttu úr komm
ununi, harav 33 fluttu til út
landið og 31 til aðrar komm
unur í Føroyum.
Samanumtikið var talan í
2007 um ein nettovøksturin
í
fólkatalinum
í
Nes
kommunu upp á 13.
Nógv er
bygt og
fólkatalið
veksur
Nógv hevur verið bygt á Toftum og á Nesi seinastu tíðina, men nú er líkt til, at fólk aftrat seg við at seta føtur undir egið borð
Mynd: Vilmund Jacobsen
Økið við Rætt er
planerað til tríggjar
hallir, sum byggiloyvi
er játtað til. Hin
fyrsta er liðug, og
fundamentið er
stoypt til ta næstu.
Hin triðja verður
bygd í 2009, sigur Nes
kommuna
havnalag
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sum fyrsta kommuna í
landinum,
hevur
Nes
kommuna gjørt eina mót
tøkuskipan á havnaøkinum
við fýra bingjum til rusk frá
skipum og bátum. Her
sleppa fiski og útróðrar
menn av við alt vanligt
rusk, eitt nú jarn, net, trol,
línu,
akkumulatorar
og
annað.
Skip og reiðaríir hava
verið væl nøgd við hesa
skipan, sigur Nes kommuna,
sum eisini hevur tveir olju
tangar á havnalagnum til
móttøku av spillolju.
Í samandrátti í ársrokn
skapinum hjá kommununi
fyri 2007 verður eisini víst
á, at Tofta havn uppfyllir
heilsufrøðilig krøv, sum sett
verða til havnir, og er
soleiðis vorðin ISPSgóð
kend.
Atløgusíða
Í 2006 gjørdi Nes kommuna
sáttmála við J&K Petersen
um gerð av atløgusíðu
millum
Toftagjógv
og
bryggjuna á Nyki upp á 94
metrar við 78 metra dýpi.
Hetta arbeiði er liðugt,
og varð havnin tikin í nýtslu
fyrr í ár.
Fyri at fáa grót til
atløgusíðuna frá Toftagjógv
og norðureftir, fór komm
unan undir arbeiði at gera
havnalagið við Rætt, sum
er økið millum Rætt og
Saltnes.
Hetta byrjaði í 2007.
Eitt økið upp á 150 metrar
er sprongt, og neyðug nøgd
av gróti varð tikin til ífyllu
til nýggju atløgusíðuna.
Restin av grótinum er farin
til planering á staðnum.
Økið við Rætt
Nes kommuna vísir á, at
grót til økið við Rætt eisini
er komið aðrastaðni, eitt nú
frá arbeiðnum við Lýðars
veg.
Økið við Rætt er planer
að til tríggjar hallir, sum
byggiloyvi er játtað til. Hin
fyrsta er liðug, og funda
mentið er stoypt til ta næstu.
Hin triðja verður bygd í
2009, sigur kommunan í
síni frágreiðing.
Ein orsøk til, at
Høganes-ætlanin
ikki er komin longri
er, at Skálafjarð-
artunnilin ikki er
avkláraður
høganeS-ætlan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í sínum samandrátti av árs
roknskapinum fyri 2007,
ásannar Nes kommuna, at
gongd ikki kom á útstykk
ingina
av
Høganes
ætlanini í 2007.
Henda
ætlan
røkkur
undan Høganesi og oman
til Løkin. Eitt uppskot til
fyrsta byggistig í hesi ætl
an varð lagt fram á Hotel
Sjómansheiminum í Runa
vík í 2007. Nógv fólk
møttu upp til framløguna.
Eingin avkláring
Nes kommuna noyðist
kortini at ásanna, at ein av
orsøkunum til, at verulig
gongd ikki er komin á
hesa útstykkingarætlan er,
at ætlaði Skálafjarðartunl
inum er komin í drag.
Spurningurin viðvíkj
andi Skálafjarðartunlinum
er ikki avkláraður, og tí
eru vit ikki komin longri,
sigur kommunan.
Høganes-ætlanin
bíðar eftir Skála-
fjarðartunlinum
Nýggj atløga og ídnaðarøki
Bøtt er um røktartørvin
Nes kommuna hevur verið við í útbyggingini av
Eysturoyar Røktarog ellisheimi. Útbyggingin, sum
fevnir um 24 búrúm, varð tikin í nýtslu á vári 2006.
Hetta hevur bøtt munandi um røktartørvin á eldra
økinum í kommununi. Ætlaði parturin hjá Nes
kommunu skuldi verða umleið 2 miljónir krónur,
men byggingin gjørdist nógv dýrari, soleiðis at enda
ligi parturin gjørdist 4 miljónir krónur. Í 2004 bygdi
Nes kommuna eldrasambýlið Vesturskin til 16
búfólk. Eldrasambýlið hevur virkað væl, bæði fyri fólk úr Nes kommunu, men eisini fyri
fólk úr øðrum kommunum, sum hava búð á heiminum í styttri ella longri tíð.
Nýggj tilráðing um vatn
Í frágreiðingini til samandráttin um roknskapin hjá Nes kommunu fyri 2007,
verður eisini nomið við drekkivatnið í kommununi. Víst verður á, at skipanin
millum kommununa og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við vatnroyndum helt
fram í 2007. Royndin at betra um góðskuna av drekkivatninum, sum varð gjørd í
2005 og 2006, verður nú eftirmett. Ein tilráðing um, hvat best er at gera, kemur
at fyriliggja einaferð í 2008. Fyri at halda eina góða vatngóðsku, er kommunan
farin undir at pumpa vatn úr Toftavatni, áðrenn Kornvatn minkaði ov nógv. Hetta
hevur hjálpt nakað. Hóast kommunan hevur økt vatngoymslurnar við brunnum
umframt tær stóru vatngoymslurnar í Kornvatni og báðum Hamravøtnunum, er
vatnnýtslan økt so mikið hesi seinastu árini, at neyðugt er at pumpa úr
Toftavatni.