Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 199 - 16. oktober 2008 Fyritøkan Borg, sum er heildarveitari til byggivinnuna, gerst nú partur av stóru og markantu ketuni XL-Byg í Danmark. Hetta metir stjórin, Rodmundur Nielsen, kemur at geva fyritøkuni og við- skiftafólkum hennara nakrar fyrimunir, tí ketan ikki minst hevur felags innkeyp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er nú eitt ár síðan, at navnið Borg fyrstu ferð varð havt á mammamunni, sum felagsnavn fyri gomlu fyritøkurnar Højgaard Handilsvirki í Runavík, Kle­ ment Petersen í Saltangará og Klaksvíkar Timburhand­ il. Stjórin í felagnum, Rod­ mundur Nielsen, er væl nøgdur við ta undirtøku, sum nýggja navnið hevur fingið millum manna. ­ Sjálvandi er tað ikki bara sum at siga tað at leggja fleiri fyritøkur undir eitt nýtt navn og ein nýggjan samleika, men eg haldi, at hetta við dyggum stuðli frá okkara starvsfólkum og góðari undirtøku frá okkara viðskiftafólkum hevur eydn­ ast væl. Borg og XL-Byg Rodmundur Nielsen sigur, at nú eitt ár er umliðið, kann Borg almannakunn­ gera, at fyritøkan nú eisini verður partur av stóru donsku ketuni, XL­Byg, sum er eitt samstarv um eitt nú innkeyp og marknaðar­ føring millum einar 140 timburhandlar í Danmark. ­ Tað var Balslev, sum hevði hetta samstarv, og aðrir veitarar í Føroyum sluppu tá ikki upp í part. Men tá Balslev­fyritøkan varð seld, helt henda avtala uppat. Vit hava í eina tíð lig­ ið fram við at gerast partur av hesi ketu, og nú er so av­ talan komin undir land. Stjórin sigur, at frá hós­ degnum, 16. oktober, byrjar henda avtala í praksis, og tá er øll Borg­fyritøkan prýdd við merkinum hjá XL­Byg. – Eisini í hesi tilgongdini hava okkara starvsfólk ver­ ið fyrimyndarliga virkin, áhugað og positiv. Tey hava lagt rygg og orku til, at hetta skuldi bera til. Gevur fyrimunir Rodmundur sigur, at sum heildarveitari til byggivinn­ una fara Borg og viðskifta­ fólkini hjá handlunum í Runavík, Saltangará og Klaksvík við tíðini at fáa ymiskar fyrimunir við hes­ um. ­ Vit ivast onga løtu í, at tað kemur at síggjast aftur í einum uppaftur meira spenn­ andi og fjølbroyttum vøru­ útboði, at vit nú gerast part­ ur av eini so stórari handils­ ketu innan okkara øki. Hann sigur, at allir handl­ arnir hjá Borg fáa hetta nýggja XL­Byg merki, sum fer at siga viðskiftafólki, at fyritøkan er við í hesi ketu. ­ Felagsinnkeypið fevnir bæði um timbur og vørur­ nar, sum eru í byggibúðun­ um, og tá XL­Byg er eitt av sterkastu nøvnunum innan byggivinnuna í Danmark, er eyðvitað, at nýggja merk­ ið, vit nú kunnu hanga aftrat Borg­navninum, fer at geva bæði okkum og viðskifta­ fólkunum fyrimunir. Hann vísir á, at tað sjálv­ andi verður betur fyri Borg­ fyritøkuna at standa saman við eini so sterkari ketu heldur enn, at fyritøkan stendur einsamøll. ­ Eg ivist heldur onga løtu í, at hetta kemur at gera okkum sjónligari á markn­ aðinum. XL­Byg, sum er ein ”markant” keta, hevur ymisk átøk, sum vit eftir tørvi fara at laga til okkara egnu átøk. Ikki stagnera Stjórin í Borg fegnast um, at fyritøkan nú kann flyta seg eitt fet aftrat fram á leiðini. ­ Í sambandi við, at vit nú gerast partur av XL­Byg, bjóða vit børnum og vaks­ num í øllum deildum okk­ ara sleikisneisir, ballónir, vaflur og kaffi komandi fríggjadag og leygardag, sigur Rodmundur. Stjórin í Borg heldur, at fyritøkan hetta seinasta árið hevur flutt seg rætta vegin, sum hann tekur til, og við XL­Byg verður so næsta stigið tikið. ­ Skalt tú standa teg í kappingini, er neyðugt, at fyritøkan mennist alla tíð­ ina, og nýggjasta stigið hjá okkum er avgjørt eitt týdn­ ingarmikið stig á leiðini, sigur Rodmundur Nielsen. FAKTA Hin 21. september 2007 vórðu allar tríggjar fyritøkurnar, Højgaards Handilsvirki, Klement Petersen og Timburhandilin í Klaksvík, savnaðar undir einum navni, Borg. Hetta er gjørt fyri, at fyritøkan skal hava eitt felags andlit úteftir og fyri at savna alt virksemi í sama felag. Tað er P/F KN, sum eigur P/F Borg, og eigarar av hesum felag eru Jónsvein Knudsen, Rodmundur Nielsen og Jóhannus Danielsen. Í oktober 2005 yvirtók P/F KN partabrøvini í P/ F Højgaards Handilsvirki. Í mai 2006 keypti felagið Timburhandilin í Klaksvík og P/F Klement Petersen í Saltangará. Fyritøkan Borg er í dag eitt handilsvirki við deildum í Runavík, Saltangará og Klaksvík. - Skalt tú standa teg í kappingini, er neyðugt, at fyritøkan mennist alla tíðina, og nýggjasta stigið hjá okkum er avgjørt eitt týdningarmikið stig á leiðini, sigur Rodmundur Nielsen, stjóri í Borg-fyritøkuni – við XL-Byg merkinum á blusuni - XL-Byg er eitt av sterkastu nøvnunum innan byggivinnuna í Danmark, og tí er eyðvitað, at nýggja merkið, vit nú kunnu hanga aftrat Borg-navninum, fer at geva bæði okkum og viðskiftafólkunum fyrimunir, sigur stjórin Borg partur av XL-Byg Grønlendska rækjuveiðan broytast Í Grønlandi er rækjukvotan býtt millum tey stóru skipini og tey smærru førini, sum fiska rækjur inni við land, men nú vilja tey smáu førini hava skipanina broytta, tí tey hava næstan onga kvotu eftir. Fiski­ og veiðimannafelagið KNAPK hevur vent sær til landsstýrið og vil hava tað at broyta verandi býti, so ein størri partur av kvotuni verður fluttur frá trolarunum til tey snærru førini. Tað kann landsstýrið ikki gera av sínum meintingum, tí í lógini stendur, at kvotupartar kunnu ikki flytast millum veiðibólkarnar. Teir smærru rækjubátarnir í Grønlandi skulu hava størri kvotu (Mynd: KNR)