hósdagur 16. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 199 - 16. oktober 2008
tíðindi
– Hóast føroyingar
hava sýnt ein sera
stóran vilja til
at gerast limur í
EFTA, so er tað ikki
einsamalt nokk. Enn
mangla tey góðu
argumentini, og so
er tað spurningurin
viðvíkjandi tí, at bert
sjálvstøðugar tjóðir
kunnu gerast limir,
sigur Hans Widmer,
sveisiskur tinglimur
EFTA
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað er eingin loyna, at Sveis
er tað mest skeptiska landið,
tá tað kemur til føroyskan
limaskap í EFTA. Umboðið
fyri tingið í Sveis, Hans
Widmer, er eisini skeptiskur,
men sigur at hann er positivt
yvirraskaður av vitjanini í
Føroyum.
– Eg havi møtt einum
sera sterkum vilja millum
føroyingar og politikararnar
her til at Føroyar gerast
sjálvstøðugur limur í EFTA.
Tað er sera positivt, og
nakað, sum gleðir meg at
síggja, sigur Hans Widmer,
umboðsmaður fyri Sveis í
EFTA-nevndini.
Hans Widmer greiðir frá,
at hann hevur sæð nógv
gott og áhugavert í Føroy-
um, og at har er nógv at
greiða frá, tá hann kemur
aftur til Sveis.
– Vit hava nú sæð ymsikt
her í Føroyum, og hava
eisini fingið framløgu um
ymisk viðurskifti, og eg
síggi møguleikar fyri sam-
starvi millum londini á
einum vísindaligum stigi,
og júst har hevur Føroyar
nakað at bjóða EFTA og
Sveis. Men sjálvur eri eg av
størstu skeptikarum, tá tað
kemur til ílegugransking,
og eg veit at tað er ein sera
skeptisk stjórn í Sveis. Men
her er nógv at læra, og tað
hevur verið ein positiv
uppliving at verið her, sigur
Hans Widmer.
Viljin er ikki nokk
Men hóast Hans Widmer er
fegin um tann sterka viljan,
hann hevur møtt, so ásannar
hann eisini, at viljin einsa-
mallur ikki er nokk.
- Viljin er góður, og tað
gleðir meg, men einsamalt
er tað ikki nokk. Eftir
manglar enn at fáa tey góðu
argumentini á borðið, og
sum nú er havi eg ikki heilt
sæð tey. Har manglar nakað
av heilt góðum argumentum
fyri føroyskum limaskapi,
men hvørt til sína tíð, sigur
Hans Widmer.
Afturat tí kemur spurn-
ingurin um atljóða viður-
kenning hjá Føroyum, um
vit eru viðurkend sum tjóð
ella ikki, og har heldur
Hans Widmer at tað er sera
umráðandi at vit fáa hjálp
frá altjóða samfelagnum til
at fáa greiðu á teimum
spurningunum.
- Eg haldi tað er ein sera
prinsipiellur og sera týðandi
spurningur at fáa greiðu á,
og eg haldi tað er neyðugt
at fáa ein triðja, óheftan
part inn í bílætið, til tess at
fáa avklára tann beinleiðis
juridiska partin av hesum.
Tí sum nú er, so er tað jú í
stríð við EFTA-lóggávu, at
Føroyar kunnu gerast limur,
tá tað bert eru sjálvstøðugar
tjóðir, ið kunnu gerast limir,
vísir Hans Widmer á.
Møguleikin góður
hóast alt
Av tí at EFTA er ein lítil
handilsfelagsskapur, og at
nógv lond eru farin burturúr
seinnu árini, er tað áhuga-
vert fyri EFTA at stykrja
um sína støðu aftur. Før-
oyskur limaskapur í EFTA
kann eisini styrkja um støð-
una hjá felagsskapinum.
- EFTA er ein lítil felags-
skapur, og øll eygu venda
móti ES. Men sum nú er, so
er stór skeptisisma yvirfyri
ES, og eg síggi absolutt
eina framtíð fyri EFTA. Tað
verða helst nøkur ár, áðrenn
nakað land tekur seg úr
EFTA afturat, men eg kann
als ikki vísa aftur at tað fer
at henda einaferð í fram-
tíðini, at felagsskapurin fer
í upploysn, sigur Hans
Widmer.
Sostatt er tann relativt
veika støðan hjá EFTA
yvirfyri ES ein fyrimunur
fyri Føroyar, av tí at EFTA-
londini eru áhugaði í at
styrkja um støðuna hjá
felagsskapinum aftur.
Viljin er ikki nokk til limaskap
- Viljin er góður, og tað gleðir meg, men einsamalt er tað ikki nokk. Eftir manglar enn at fáa tey
góðu argumentini á borðið, og sum nú er havi eg ikki heilt sæð tey, sigur Hans Widmer, sum her
sæst í práti við John Johannesen
(mynd: Rógvi Nybo)