hósdagur 16. oktober 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2008
Tað er Sp/f Virkisráðgevingin í
Saltangará, ið stendur sum fyri
skipari av FaroExpo, og verk
ætlanarleiðari fyri tiltakinum hesa
ferð er Rannvá Troest.
Undanfarin ár hevur hon eisini
verið aktivur partur av FaroExpo,
men hesaferð er hon so formellur
verkætlanarleiðari.
Saman við Símuni Hammer,
sum eigur og rekur Virkisráðgev
ingina, Herthu Olsen og nú eisini
Lív R. Kjeld, sum hjálpir til hesar
seinastu dagarnar uppundir tiltak
ið, er tað Rannvá, sum stendur á
odda fyri, at tiltakið fer at eydn
ast.
Rannvá hevur sum altíð góðar
vónir. Hon er positiv, og hon er
ein arbeiðshestur, sum dugir væl
at leggja til rættis og skipa fyri.
Jú, tað gongur rætta vegin, og
tá tiltakið fer av bakkastokki
mánadagin, 20. oktober og fundar
virksemið byrjar týsdagin, 21.
oktober, ivast vit onga løtu í, at alt
er komið upp á pláss.
Tað er Ítróttarhøllin í Runavík,
sum
er
karmur
um
sjálva
FaroExpostevnuna, har fyritøkur
nar, sum við eru, havi høvi at
fundast við hvørja aðra. Hin part
urin av FaroExpo er ráðstevnan,
sum fer fram í Kelduni í Skálafirði
seinnapartin
mikudagin,
22.
oktober.
FaroExpo endar hósdagin, 23.
oktober.
Búgva í Runavík
Rannvá sigur, at flestu útlendsku
luttakararnir koma sunnukvøldið
og mánadagin komandi, og síðan
fara tey avstað aftur hósdagin ella
fríggjadagin í næstu viku. Flestu
fyritøkurnar eru útlandinum eru
úr Danmark og Noregi.
Enn eru allar tilmeldingarnar
ikki endaliga komnar upp á pláss,
men alt bendir á, at talið av út
lendskum fyritøkum verður um
leið 20 og talið av føroyskum fyri
tøkum millum 25 og 30.
Hon sigur, at Hotel Sjómans
heimið í Runavík verður fullsett
hesar dagarnar, FaroExpo varar.
Útlendsku gestirnir koma í
fyrsta lagi at búgva á Hotel Sjó
mansheiminum, har 19 kømur eru
uppi á, og riggað er til seks kømur
aftrat niðri undir.
Rannvá sigur, at onkur fer at
búgva í summarhúsum, og síðan
fara fólk, sum umboða einar tvær
fyritøkur, at búgva í Havn.
Fundarhátturin
Alt bendir á, at samlaða talið av
fyritøkum á FaroExpo hesaferð
verður nakað størri enn seinast,
men kortini eru tað tó framvegis
stórar føroyskar fyritøkur, sum
ikki eru við.
Enn er hátturin, sum FaroExpo
byggir á, lutfalsliga nýggjur í Før
oyum, og tí eru tað fyritøkur, sum
enn ikki hava givið sær far um
teir møguleikar, sum veruliga
liggja í júst hesum konseptinum.
Rannvá sigur, at sum heild er
tað soleiðis, at tær fyritøkur, sum
hava verið við einaferð, gjarna
koma við aftur, meðan aðrar fyri
tøkur, sum ongantíð hava luttikið,
kanska ikki síggja teir stóru møgu
leikarnar við FaroExpo.
Hetta við ávísari fundarætlan
og fundartíðum, har fyritøkur
velja at fundast við hvørja aðra
eftir ávísum skifti, er líkasum ikki
gingið upp fyri øllum, sum tann
frálíki møguleiki, tað er.
Hon sigur, at umframt vanligu
einstøku básarnar, verða aftur
hesaferð ein reiðarabásur, har
føroysk reiðaríir fara at húsast og
ein alibásur, har umboð fyri ali
vinnuna í Føroyum fara at halda
til.
Ráðstevnan almenn
Rannvá Troest vísur á, at ráð
stevnuparturin, sum gongur fyri
seg í Kelduni í Skálafirði seinna
partin mikudagin, er almennur
móti luttøkugjaldi.
Luttøkugjaldið er 680 krónur
fyri hvønn einstakan, men luttaka
fleiri frá somu fyritøku, fæst av
sláttur í gjaldinum.
Hon sigur, at møguleikar eru
heilt fram til týsdagin, 21. oktober,
at tekna luttøku til ráðstevnuna,
og tilmelding fer fram á heima
síðuni hjá FaroExpo.
Fyrilestrarnir, sum verða hildn
ir, eru rættiliga áhugaverdir og
viðkomandi fyri eitt nú vinnu
lívsfólk. Tí kunnu vit bert mæla
fólki, sum annars ikki eru við á
FaroExpo, til at luttaka í ráð
stevnupartinum í Skálafirði.
Vinarbýarvitjan
Meðan FaroExpo og Mentanarvika
eru, fær Runavíkar kommuna
eisini vitjan úr Hjørring, sum er
vinarbýur hjá Runavíkar komm
unu.
Ein bólkur við borgarstjóran
um í Hjørring á odda kemur higar,
og síðan luttekur eisini ein ment
anarligur bólkur úr Hjørring, sum
samstundis kemur at verða partur
av Mentanarvikuni.
Hugskotið við samlaða tiltaki
num er júst, at vinna og mentan
ganga ”hond í hond” hesar dagar.
Hetta er eitt konsept, sum hini
árini hevur víst seg at rigga sera
væl, og soleiðis vænta vit eisini
verður í ár, sigur Rannvá Troest,
verkætlanarleiðari.
__________________________
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
FaroExpo veksur á hvørjum ári
Á FaroExpo og Mentanarvikuni ganga vinna og mentan hond í hond. – Hetta hevur víst seg at rigga sera væl, sigur Rannvá Troest
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hetta er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri FaroExpo og Mentanarviku í Runavík. Hetta er soleiðis vikan,
tá vinna og mentan ganga hond í hond og seta sín dám á økið. Rannvá Troest er verkætlanarleiðari fyri Sp/f
Virkisráðgevingina í Saltangará, sum stendur aftanfyri FaroExpo
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Enn eru allar tilmeldingarnar ikki endaliga komnar
upp á pláss, men alt bendir á, at talið av føroyskum og
útlendskum fyritøkum verður heldur størri hesaferð
enn seinasta ár, sigur Rannvá Troest, verkætlanarleiðari,
sum eisini veit at siga, at Hotel Sjómansheimið í Runavík
verður fullsett hesar dagarnar, FaroExpo varar