hósdagur 16. oktober 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. oktober 2008 FAROEXPO 13
Mentanarvikan 2008
endar við ársins størsta og
mest spennandi barna-og
ungdómstiltaki í Føroyum.
Hetta tiltak verður í
Ítróttarhøllini í Runavík
sunnudagin, 26. oktober
Tað er vorðin siður at enda ment
anarvikuna við einum stórum til
taki, sum serliga er ætlað børn
um.
Í ár hava vit lagt okkum eftir
at gera skránna so fjølbroytta og
spennandi, at ung sum gomul
skulu fáa eina heilt serliga upp
living.
Fyrireikararnir halda, at eitt hitt
mest forkunnuga, sum verður á
barnaog
ungdómstiltakinum,
verður óivað danin Lars Lottrup,
ið ikki er hvør sum helst.
Eitthjólað súkkla
Um tú ikki hevur hoyrt um hann,
er tað allarhelst tí, at hann er sera
torførur at fáa fatur á. Hann súklar
undan tær á síni eitthjólaðu súklu,
og hann hevur tað eisini fyri at
goyma seg inni í einari stórari
ballón.
Fyrireikararnir av mentanarvik
uni vísa á, at Lars Lottrup er dan
marksmeistari
í
eitthjólaðari
súkkling, og hann hevur eisini
undirhildið við stóru ballónini hjá
sær í átta ár.
Í Danmark er hann kendur frá
Zirkus Nemo, og hann hevur
ferðast víða um heimin, eitt nú í
Kina og Amerika, umframt um
meginpartin av Evropa.
Faroe 5
Nýggi og vælumtókti gentubólk
urin Faroe 5 verður eisini á palli
num. Tað eru Jónvá Ellingsgaard,
Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard,
Ragnhild Dam og Vígdis Fjall
stein, sum manna fyrsta føroyska
gentubólkin nakrantíð.
Við hittunum ”Bara 1 spæl” og
”Tú fert altíð at vera har” hava
tær longu sungið seg inn í hjørtuni
á nógvum føroyingum, og ætlanin
er, at tær fyrst í november mánaði
skulu geva sína fyrstu fløgu út.
Dansigenturnar Katrin & Diana,
sum eru tvær ungar toftagentur,
ið hava gingið á dansiskúlanum
Stepz í Keypmannahavn, fara eis
ini á pallin. Í Danmark hava tær
lært tað nýggjasta nýggja innan
dansiheimin, so fólk kunnu gleða
seg at síggja tær á palli.
Bassi er við
Eins og undanfarin ár verður
Bassi eisini við í ár. Hann hevur
altíð okkurt gott við til børnini.
Eir í Ólavsstovu og Lív Reinert
Kjeld verða vertir á barnaog
ungdómstiltakinum, sum verður í
Runavík sunnudagin 26. oktober
klokkan 17.
Tiltakið varar hálvanannan til
tveir tímar og atgongumerkini,
sum kosta 100 krónur, fáast við
dyrnar frá klokkan 16.
Ársins barna-og
ungdómstiltak
Tær manna
fyrsta føroyska
gentubólkin
nakrantíð,
og ætlandi
geva tær sína
fyrstu fløgu út í
november
Lars Lottrup er
danmarksmeistari í
eitthjólaðari súkkling. Nú
kemur hann til Runavíkar
at vísa síni kynstur
IRF er interkommunalur felagsskapur, ið veitir heildartænastur
viðvíkjandi innsavning, viðgerð og burturbeining av burturkasti
í limakommununum.
IRF leggur dent á umhvørvisvinaliga innsavning og viðgerð av
burturkasti og er slóðbrótandi veitari av fjarhita til virksemið á
Hagaleiti.
Virkisøkini hjá irF
eru í høVuðsheitum:
Burturkast at brenna
Papp, plast, jarn og metal at endurvinna
Køli- og frystiútbúnaður at endurvinna
Elektroniskur útbúnaður at endurvinna
Burturkast at tyrva
Serliga dálkandi burturkast
Spillolja og oljudálkað vatn
Rottangaevja
Sí meira um virksemi okkara á www.irf.fo
irF – heilt
og reint
IRF · Hagaleiti · FO-520 Leirvík · tlf. 414243 · www.irf.fo