Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 199 - 16. oktober 2008 Stutt Sagt Skal avrættast fyri jól Í Italia hevur ein fyrrver­ andi limur í Mafiuni greitt løgregluni frá, at Mafian í Napoli ætlar at beina fyri rithøvundinum og tíð­inda­ manninum Roberti Savi­ ano í næstum. Saviano hevur skrivað­ bókina »Comorra«, sum er um tann kriminella undirheimin í stórbýnum Napoli. Bókin kom út í 2006, og síð­ani hevur Saviano livað­ við­ løgreglu­ verju hvønn dag. Franco Roberti, sum ar­ beið­ir hjá ákæruvaldinum í Napoli, sigur við­ tíð­inda­ stovuna AP, at ákæruvald­ ið­ kannar, um hald er í tí, sum tann fyrrverandi mafialimurin hevur sagt. Sambært Roberti er málið­ serliga álvarssamt, tí sam­ bært tí, sum løgreglan hev­ ur fingið­ at vita, umfatar drápsætlanin ímóti Savi­ ano eisini tey løgreglu­ fólkini, sum ansa eftir honum. Sambært mann­ inum, sum hevur vent sær til løgregluna, skal Savi­ ano beinast av vegnum fyri jól í ár. Bókin »Comorra« lýsir, hvussu Comorra­mafian hevur tamarhald á øllum tí kriminella undirheimin­ um í Napoli, og at hon eis­ ini hevur eftirlit við­ rusk­ savningini í býnum. Bókin er gjørd til film, og á filmstevnuni í Cannes í vár vann filmurin að­ru virð­isløn. Harafturat er filmurin við­ í Oscar­kapp­ ingini næsta ár sum besti útlendfski filmurin, skriv­ ar AP. Nancy Reagan innløgd Nancy Reagan, einkjan eftir fyrrverandi amerik­ anska forsetan Ronalds Reagan, varð­ flutt á sjúkra­ hús í gjár. Sagt verð­ur, at Nancy Reagan var dottin heima við­ hús. Hon hevð­i kært seg um pínu, og lækni hennara gjørdi av at koyra hana á sjúkrahús at kanna, um hon hevð­i brákað­ ella kanska brotið­ mjødnina. Nancy Reagan er 87 ára gomul. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Við lygnum dró Bush USA í kríggj við Irak, og hann skuldi verið settur fyri ein ríkisrætt afturfyri (Donald Trump) útlond Nú kann bara ein yvirgangsatsókn at USA forða Barrack Obama at vinna forsetavalið John McCain gjørdi í nátt eina roynd at vinna aftur eitt sindur av tí, sum hann hevur mist í seinastuni. Sambært teimum seinastu meiningakanningunum er hann langt aftan fyri Barrack Obama, nú bara tríggjar vikur eru til valið­, og tí var sjónvarpsdysturin í nátt ein tann seinasti møgu­ leikin hjá McCain at venda rákinum. McCain var munandi meiri ágangandi í nátt enn í hinum báð­um sjónvarps­ dystunum. Spurningurin er so, um hann megnað­i at sannføra að­rar veljarar enn sínar egnu, at teir eiga at atkvøð­a fyri honum. Eftir tí sum við­merkjarar og kann­ ingar søgdu aftan á orð­a­ skiftið­, eydnað­ist tað­ ikki. Ein kanning, sum sjón­ varpið­ CNN gjørdi beint aftan á sendingina, vísti, at 58 prosent av veljarunum hildu, at Obama hevð­i vunn­ ið­ dystin, með­an 31 prosent hildu, at McCain hevð­i stað­­ ið­ seg betur. Ov seint McCain var týð­iliga til dystin fús, tá sendingin byrj­ að­i, og hann var munandi meiri ágangandi í sínum orð­avali. Men eygleið­arar siga, at tað­ eydnað­ist hon­ um kortini ikki at taka Obama av fótum. Teir vísa á, at Obama svarað­i sakliga og brosandi, með­an McCain tóktist hava ilt við­ at halda sínum sinni nið­ri. Hann flenti fleiri ferð­ir nið­urlát­ andi og vísti, hvat hann helt um sín mótstøð­umann, hóast júst hesin verumáti hansara vísti seg at vera hansara veikleiki í teimum báð­um fyrru sjónvarpsdyst­ unum, skrivar NTB. Amerikanskir fjølmið­lar søgdu í morgun, at John McCain hevð­i ov lítið­ at bera fram í orð­askiftinum í nátt, og at tað­, sum hann hevð­i, kom ov seint. ­ Nú kann bara ein yvir­ gangsatsókn at USA forð­a Barrack Obama at vinna forsetavalið­, segð­i ein av við­merkjarunum. Tropiska ódnin Omar versnar í hvørjum, nú hon nærkast oyggjunum í Karibiska havinum Í gjárkvøldið­ boð­að­i amer­ ikanski veð­urstovnurin frá, at Omar var versnað­ so mikið­ nógv, at hon var vorð­­ in ein tropisk ódn á trið­ja stigi. Tá var ódnin stutt eyst­ an fyri St. Croix á Jomfrú­ oyggjunum, og vindferð­in var farin upp um 51 metrar um sekundið­. Myndugleikarnir á Jom­ frúoyggjunum og á nøkrum smáum oyggjum eystan fyri Puerto Rico hava sent út almenna ávaring, og veð­ur­ menninir vænta, at Omar fer eisini at herja oyggjarnar St. Martin og St. Kitts og Bretsku Jomfrúoyggjarnar. Í dag eru allir skúlar stongdir í Puerto Rico, og øll skip hava fingið­ boð­ um at koma í havn. Ein spanskur prestur royndi at beina fyri Jóhannesi Páll páva í 1982 Allur heimurin sá, tá tann víð­gongdi høgramað­urin Mehmet Ali Agca royndi at beina fyri Jóhannesi Páll páva tann 13. mai í 1981. Men tá eru tey fáu, sum vita, at pávin eisini var fyri drápsroynd eitt ár seinni. Í einum nýggjum filmi kemur fram, at tá pávin var í Portugal í mei í 1982, royndi ein spanskur prestur at beina fyri honum. Higar­ til hevur verið­ hildið­, at portugisiska løgreglan steð­gað­i prestinum, áð­renn hann slapp fram at pávan­ um, men í filminum sæst, at pávin bleiv stungin ella skorin. Fimurin Testimony er gjørdur eftir endurminn­ ingum hjá kardinalinum Stanislaw Dziwisz, sum var ráð­gevi hjá táverandi páv­ anum. Obama vann eisini seinasta dystin Drápsroynd ímóti Jóhannesi Páll páva hildin loynilig Stanislaw Dziwisz, kardinalur og Jóhannes Páll pávi (Mynd: AP) Omar versnar í hvørjum John McCain var meiri ágangandi í nátt, men tað hjálpti ikki (Mynd: AP) Nú kann bara ein vanlukka forða Obama at vinna valið (Mynd: AP) Roberti Saviano, rithøv­ undur og tíðindamaður (Mynd: AP)