Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 200 - 17. oktober 2008 - Filmurin er mín søga og ikki ein slatri- søga um Grønland, sigur filmsleikstjórin Anne Wivel í við- merking til nógv umrøddu døpru brotini í filminum "Menneskens land" Filmur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í gjár bjóðaði filmsvikan í Norðurlandhúsinum nógv umrødda filmin um Grøn­ land, "Menneskenes land", sum leiksjórin Anne Wivel gjørdi fyri tveimum árum síðani. Longu tá var Anne Wivel greið yvir, at evnið var viðbrekið, og tí kom nógva kjakið um filmin ikki so óvart á hana. Serliga vóru tað brotini í filminum um misnýtslu, rúsevnis­ trupulleikar og forfjóðnaðu langnurnar Norður Grønlandi, sum fingu ummælarar og onnur at fýlast á, hvørji ørindini hjá leikstjóranum vóru við filminum. Sjálv hevur Anne Wivel ongantíð givið fatan av, at "Menneskenes land" er ein objektivur filmur um Grøn­ land. Tvørturímóti. ­ Hetta er mín egni heilt subjektivi filmur um eitt fólk og eitt land, sum eg havi verið sera hugtikin av, síðani eg var heilt ung, og sum eg havi havt høvi at vitja fleiri ferðir. Eg vil fegin vera ein góður gestur, og góðir gestir fara ikki út og slatra og fortelja óndar søgur, um fólk, tey hava vitjað, sigur leikstjórin. Dapra søgan Anne Wivel skilur kortini væl, at smá samfeløg eru á varðhaldi, tá onkur útifrá varpar ljós á døpru síðurnar av teirra lívi. Tí valdi hon eisini, í hesum partinum av filminum, at fylgja einum sálarfrøðingi, sum starvaðist í Norður Grønlandi, í roynd­ ini at lýsa sosialu trupul­ leikarnar har. Í filminum fáa vit innlit í hesar trupulleikar við at hoyra sálarfrøðingin tosa frágreiðingar um sínar sjúklingar inn á band. Á tann hátt hoyra vit um deyðadrukkin fólk, sum liggja fráfallin í kavanum, um tunglyndi og barnamis­ nýtslu. Brotini eru klipt saman á ein hátt, so talan ikki verður um sjúklingar­ søgur hjá einstaklingum, men meir um eina myrka síðu av lítla samfelagnum. ­ Undirtónin í hesum partinum av filminum er, at hetta er ein staðfesting av eini søgu, sum vit øll vildu ynskt, var øðrvísi. Men tað verður hon ikki, um vit lata eyguni aftur fyri henni, sigur Anne Wivel og leggur afturat. ­ Grønlendingar skulu á ongan hátt finna seg í at verða krenkaðir. Hinvegin hevði tað nokk verið gott, um teir vóru minni illgruna­ samir, tí tað ger tað trupult at skapa ein gevandi dialog um grønlendska samfelagið. Júst ynskið um at skapa ein dialog hevur verið eitt av endamálinum við filminum, sigur Anne Wivel, sum eisini heldur, at tað er eydnast. ­ Sum heild varð filmurin væl móttikin ­ serliga millum ungar grønlending­ ar, sum ikki aftra seg við sjálvir at seta orð á trupul­ leikarnir í grønlendska samfelaganum. Tá tú lurtar eftir tónleikinum hjá ung­ um grønlendingum, fært tú veruliga eina kenslu av, at nakað nýtt er á veg. Millum modernitet og magi Skiftið frá tí gamla til eitt nýtt Grønland rennur sum ein reyður tráður gjøgnum filmin, har eitt tað fremsta endamálið hjá leikstjóranum er at gera upp við vanligu klichéirnar um Grønland og grønlendingar. ­ Vit eru eftirhondini so von við svørt/hvítu ímyndir­ nar av Grønlandi sum antin neyð og elendigheit ella stórsligin náttúra. Eg vildi vita, hvussu lívið har­ ímillum verður livað ­ hvat goymir seg millum moderni­ tet og magi. Í so máta er hetta ein rættiliga kom­ pleksur filmur. Tað fær illa verið øðrvísið, tá tú roynir at siga søguna um eitt so komplekst land., sigur Anne Wivel, sum ikki heldur, at ein journalistiskur dokumentarur hevði kunnað víst eina meir sanna mynd. ­ Journalistiskir doku­ mentarar av slíkum slag hava ofta lyndi til gera í so skjótar samanlippingar av mótstríðandi sjónarmiðum, sum enda við at at skapa eina heldur einfalda mynd. Mín filmur er ikki bygdur upp kring ymsar meiningar um Grønland, tí tær hava vit longu ríkiligt av. Eg havi heldur roynt at skapa ein meir lyriskan film á ein hátt, so søgan kennist við­ komandi hjá hyggjaranum, sigur Anne Wivel, sum eisni vónar, at filmurin kann geva íblástur til nýggjar og øðrvísi vinklar á grøn­ lendska samfelagið. ­ Eg vóni eisini, at grønlendingar skjótt sjálvir fara at gera filmar um sítt land ­ teir vera eisini uttan iva klókari enn mín, sigur leikstjórin. Filmurin "Menneskenes land" vann Robert virðis­ lønina fyri besta dokumentar í 2007. Slatrar ikki um Grønland Fyrsti formurin til barnagarðin í Miðvági Í gjár varð fyrsti formurin til nýggja barnagarðin fyltur. Hetta er nevniliga ikki ein heilt vanligur formur, sum verður fyltur. Vágaportalurin skrivar, at hetta slagið av formum púra nýtt í Føroyum. Hesir eru óvanligir á tann hátt at teir skula ikki takast niðuraftur, men verða standandi, tí samstundis sum teir eru formar, eisini eru isolering á bæði út­ og innsíðuni. Hans Magnussen frá Dalsbø sp/f, sum ger arbeiði sigur, at higartil sær tað gott út. Tað hevur annars gingið væl at seta upp, tó at nógvi vindurin herfyri tarnaði arbeiðinum nakað. Tilfarið er í høvuðsheitinum samanpressa flamingo­líknandi og er tí sera lætt, so illveður kann darva uppsetanina. Barnagarðurin verður væntandi liðugur at stoypa í februar komandi ár. Skótarnir í telti við býráðssalin Í ár fara skótarnir á Glyvrum, sum nakað nýtt, at hava nógv ymisk tiltøk fyri børn í mentanarvikuni. Skótarnir fara at halda til í teltinum uttan fyri býráðssalin, har teir m. a. fara at hava fiskibrunn, ítriv til børnini, djóraframsýning,vaflur og kaffi til sølu. Lista­ og myndakappingar vera eisini fyri børnini, har tey kunnu lata lidnar myndir inn, og vinnarin verður avdúkaður mikudagin 22. oktober. Skótarnir fara at hava handaligt verkstað fyri børnini og leygardagin 25. oktober verður bæði heilsukanning, heilsurenning og skattajakt. Hetta fer at verða eitt sera spennandi tiltak fyri børnini, sum má upplivast. - Eg hava altíð roynt at vera ein góður gestur. Og góðir gestir slatra ikki um tey fólkini, tey hava vitjað, sigur filmsleikstjórin Anne Wivel um sín film um Grønland