fríggjadagur 17. oktober 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 200 - 17. oktober 2008
Granskarar til Fiskaaling
Visjón Fiskaalings er at skapa eitt altjóða
granskingarumhvørvi, sum við gransking og
menning víðkar vitanarstøðið, við tí endamáli
at økja um dygdina í alingini. Felagið leggur
dent á altjóða granskingarsamstarv við
granskingarstovnar og vinnulív. Fiskaaling hevur
egnar granskarar, eina framkomna starvsstovu
og granskarar, sum starvast uttanlands, knýttar
at felagnum. Harumframt hevur felagið fólk við
drúgvum royndum og ymiskum útbúgvingum
innan royndarvirksemi og røkt av fiski.
Granskingarøki
U aling av fiska- og djórasløgum
U aliøkir
U gen- og biotøkni
U fóður, vatngóðska og framleiðsluhættir
U betri matvørugóðska úr aldum fiski
U fiskaheilsa og aliumhvørvið
Granskari
- Góðska á alifiski
Vit søkja fólk til gransking innan matvørugóðsku
av alifiski. Talan er um eitt nýtt og avbjóðandi
granskingarøki, sum skal byggjast upp í
Føroyum. Umsøkjarar við royndum innan
matvørugóðsku, t.d. granskaraútbúgving
(PhD) innan matvøruverkfrøði ella líknandi
hava fyrimun, men øll áhugaði við viðkomandi
universitetsútbúgving kunna søkja.
Umsóknarfreist: 1. november 2008.
Granskari
- aling av marinum fiskasløgum
Vit søkja eitt vælútbúgvið fólk til aling av
marinum fiskasløgum. Talan er um eitt
starv innan royndarvirksemi við toskaaling.
Umsøkjarar við royndum innan marina
yngulframleiðslu hava fyrimun. Hetta er tó
einki krav, og øll áhugaði við viðkomandi
universitetsútbúgving kunna søkja.
Umsóknarfreist: 1. november 2008.
PhD-lesandi
- vatngóðska innan aling á
sjónum
Treytað av stuðli frá Granskingarráðnum søkja
vit fólk til PhD-verkætlanina ”Water quality
within a group of fish farming cages”.
Í verkætlanini verða mátingar og numerisk
modell brúkt at greina ávirkanina frá nótum
og fiski á vatngóðskuna innan aling á sjónum.
Tann PhD-lesandi kemur at arbeiða saman við
royndum granskarum í Føroyum og Noregi.
Umsøkjarar við royndum innan numeriska
modellering og feltmátingum hava fyrimun.
Umsóknarfreist: 1. januar 2009.
Ert tú lesandi ?
Vit søkja lesandi til uppgávur innan aling.
Møguleiki er fyri at definera sína egnu uppgávu
í samstarvi við granskarar á Fiskaaling og á
øðrum granskingarstovnum. Dømir: Hvussu
kann toskaaling gerast lønandi vinna í Føroyum?
Hvussu er besti háttur at útvega vinnuni rogn og
yngul? Hvussu ala vit best til tøku: á sjónum og
á landi? Kynsbúning og ljósstýring? Hvussu
skal fiskurin røktast og slátrast? Fiskasjúkur og
fiskaheilsa? Hvørji eru bestu aliøkini á sjónum:
nær landi ella longur úti? Ert tú lesandi við
áhuga fyri aling, so vend tær til Fiskaaling.
Umsóknarfreist: 1. november 2008.
Ynskiligir førleikar til
umsøkjarar og lesandi:
U góða universitetsútbúgving / lesandi
U viðkomandi royndir ella áhuga fyri aling
U hegni til projektarbeiði og greinaskriving
U góðan mál- og telduførleika
Nærri upplýsingar fáast frá:
Hannes Gislason, granskingarleiðara,
tlf. 214749, hannes@fiskaaling.fo
Umsókn við ævisøgu (C.V.), og heil avrit av
viðkomandi prógvum skal sendast til:
P/F Fiskaaling, Við Áir, Att.: Hannes Gislason,
FO-430 Hvalvík.
GRANSKARAR
TIL FISKAALING
Fiskaaling sóknast eftir dugnaligum fólki til
gransking, PhD-verkætlan og uppgávuskriving.
www.fiskaaling.fo