fríggjadagur 17. oktober 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2008
37
lýsingar
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Pedagogur til Dagstovnin Sólareygað
Søkt verður eftir einum pedagogi, til stovu við blandaðum aldursbólki, at arbeiða 20
tímar um vikuna at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Dagstovninum
Sólareygað, Sundsvegur 23, 100 Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 30. oktober 2008.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, telefon 30 24 30
ella 28 71 50.
Havnar Badminton Felag – 50 ár
Í samband við 50 ára hátíðardagin hjá HBF, fer
felagið at skipa fyri einari stórari framsýning.
Nevndini tørvar tískil gamlar myndir, lutir,
ketsjarar, búmerkið, nálir, troyggjur ella eitt-
hvørt annað, sum kann verða við til at lýsa
søguna hjá HBF, frá byrjanini í 1958, til tíðina
í høllini á Hálsi og til umvælingina av gamla
svimjihylinum til badmintonhøll.
Lutir kunnu latast inn í handlinum
hjá Kirstin Hansen, Wrangler Shop,
Niels Finsensgøta 23.
Upplatingartíðir
mánadag-fríggjadag kl. 10.00-17.30
Leygardag kl.10-14.
Hátíðardagurin verður hildin 15. november. Tá
verður skipað fyri tiltøkum, framsýning og veitslu
á Hotel Hafnia.
Sí heimasíðu www.hbf.fo fyri at fáa nærri
upplýsingar.
Vegna nevndina
Bjørg Djurhuus, tlf. 215490
Helena Skaalum Mikkelsen, tlf. 250053
Marjun Niclasen, tlf. 224086