Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2008 45 tíðindi Sjómanskvinnuringurin á Strondum bjóðar til hugnakvøld í fimleikarhøllini sunnukvøldið 19. okt kl. 19. Niels Jacob Nielsen innleiðir og Henning Bøgesvang sigur frá. Nógvur sangur við harmoniku. Eisini verður drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Fríggjadagur 17. oktober kl. 21:00 Ungdómsmøti Glyvra Praise Sunnudagin kl. 17 Felagsmøti Hugnaløta v/drekkamunni aftaná. Øll eru hjartaliga væl komin. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin 19. okt. verður sunnudagsskúli kl. 13.30 og møti kl. 19.00 við Alfred Olsen - evni: Bønarlív. Øll eru vælkomin. Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 20: Útgávukonsert við Zamar. Leygarkvøldið kl. 21: Awake við Paula Høj. Sunnudagin kl. 11: Morgun- møti við Paula Høj. Sangur við Kristinu N. Hansen Barnamøti kl. 11. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Sjómanskvinnuringurin Skála - Strendur kemur saman til alment hugnakvøld 22.10.2008 kl. 19.30 í Meinigheitshúsinum á Skála, við vitjan av Jens Eli Ellefsen og øðrum. Hugleiðingar um Grønland og sangur. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið í Rituvík Leygardagin kl. 20 Ungdóms- møti. Sunnudagin kl. 18 møti. Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin kl. 14.30 verður sunnudagsskúli, kl. 18 verður møti við manskórinum og kl. 21 verður ungdómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Badmintonhøllin í Klaksvík Stuðulskonsert verður í høllini leygarkvøldið kl. 19 til frama fyri tey fátæku í Rumenien, har Calarasi missiónin ger eitt hjálparbeiði. Hesi koma at luttaka Oasubrøðurnir, Oddbjørg Poulsen, Heini Lutzen og fl., Hallmar og Jógvan, Victor og Mirjam, Hanna og Terji. Manskórið í Tabor í Fuglafirði, Randi Nolsøe og Eclesia. 1/2 tíma áðrenn konsertina spælir ein harmonikubólkur. Innsamlan verður undir konsertini. KFUM & K Klaksvík Sunnudagin 19. okt. kl. 14 Sunnudagsskúli kl. 17.30 Bønarløta kl. 18 Møti við Bergur Debes Joensen – um bøn Innsavnan til útimissión kl. 21 Ungdómsmøti. Soli Deo Gloria Leygardagin kl. 10 ungdóms- alpha. Sunnukvøldið kl. 18 møti við Daniel Banu úr Rumenia. Getsemane, Stangaskákið 1 Fríggjakvøldið kl. 20.30 er ungdómsmøti. André Matras talar. Leygardagin kl. 10 er morgunbøn. Sunnudagin kl. 11 er møti. Barnamøti er samstundis. Hvønn gerandismorgun kl. 6.15 er morgunbøn. Kalsoy Missiónsvika fyri alla oynna verður í Mikladals kirkju 1.-3. november. Betania, Skopun Leygardagin einki barnamøti vegna heystfrí. Sunnudagin kl. 11 Morgunmøti. Mikudagin kl. 20 Bønarmøti. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin eingin sunnu- dagsskúli vegna heystfrí. Kl. 18 møti. Hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagssskúli. Vikuskiftismøtir verða leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18 við Atla Rasmussen, Klaksvík. Kórið av Tvøroyri syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Týskvøldið kl. 20 verður bíbliutími og bønarløta. Evni: Mark kap 3. Missiónshúsið, Vágur Sunnudagin kl. 18 Møti. Bønarmøti týskvøldið kl. 20. Frelsunarherurin, Vágur Fríggjadagin kl. 9.30 orðið á borðið. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti /sunnudagskúli, kl. 18 evang. møti. Betania, Sumba Møti verður í Betania sunnukvøldið kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Losjan í Havn Tinghúsvegur 18 Fríggjadagin kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Vitjunarvinir Um tú vilt verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi ring ella skriva til okkum: Reyði Krossur Føroya Bryggjubakki 10 Postsmoga 1015 110 Tórshavn Tlf. 319630 Redcross@redcross.fo www.redcross.fo Fyriskiparir í Tórhavn: Eyrith 313784 - 513784 og Marin 314333 - 284333. Felagið Tórshavn - gongutúrur Gongutúrur: Niðan við Fossá - Stóravatn, Kaldbak. Farið verður av Kunningar- stovuni kl. 10. Havið heit og góð gonguklæðir og ein heitan drekkamunn og matpakka við. Tilmelding á tlf. 302425 ella torsinfo@torshavn.fo Tilhaldið í Tórsgøtu tlf: 316491/286491 Fax 316481 á Teldupostur: tilhald@torshavn.fo Mánadagur 20. okt. kl. 9.00 -12.00 Horn- og beinarbeiði Rasmuns Nygaard Tilmelding: 316491 . Enn eru nøkur pláss eftir. Støkk inn á gólvið og vita um hetta hevur tín áhuga 10.00 - Fimleikur v / Grete Ellingsgaard 11.00 - Enskt talumál 14.00 - Kortspæl og onnur spøl Týsdagur kl. 9.00 - 11.15 Bólkur 1 Goyma og taka fram P. Poulsen 11.45 - 14.00 Bólkur 2 Teksviðgerð grundskeiðP. Poulsen 14.15 - 16.30 Bólkur 3 Teksviðgerð grundskeið P. Poulsen 10.00 - 11.30 Vit syngja Benny, Flemming og Eilif Samuelsen Øll eru hjartaliga vælkomin Evnisdagur: MATUR OG HEILSA 14.00 Heilsugóður føroyskur matur, Jóhanna Tjaldrafløtti, Kostráðgevi 15.00 Steðgur. Í steðginum bjóðar NORDFRÁ heilsugóða fiskasuppu í kjallaranum 15.30 »Hvat er ein máltíð?« Bjørg Jacobsen fólkalívsfrøðingur Evinsdagurin er eitt samstarv millum Tilhaldið og Heimavitjunartænastuna hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur valt árstemaið: Matur og heilsa. Endamálið við báðum tænastunum á eldraøkinum er, at tey gomlu skulu varðveita góða heilsu. Mikudagur kl. 9 - 12 Maskinbinding v/ Maritu Guttesen 9 - 12 Veving v/ Joanu Bjarnastein 9 - 12 Horn- og beinarbeiði Rasmus Nygaard Enn eru nøkur pláss eftir. Støkk inn á gólvið um hetta hevur tín áhuga 9 - 12 Bindiklubbur Vit fyri reika okkum til jóla Øll eru hjartaliga vælkomin 10.00 - 13.30 Matgerð Anne Grethe Harlou 15.00 Túrur: Viðalundin - Villingadalsvegur Øll eru hjartaliga vælkomin Randi/ Elisabeth, fysioterapeutar Hósdagur kl. 10.00 Fimleikur v / Grete Ellingsgaard 11.00 Lesibólkurin hittist aftur 30.okt 14.00 Boccia í kjallaranum Vit fyrireika okkum til at kappast við sandoyingar 30.okt Fríggjadagur 10 - 13.30 Matgerð Anne Grethe Harlou 10.00 - 17.00 Opið hús Seinasti dagur fyri jólagávurnar (skóeskjurnar) Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Dagtilhaldið Fløvi, Glyvrar Tlf. 448279 Opið mánadag til fríggjadag frá kl. 15.00 til 18.00.: Allir pensionistar hjartaliga vælkomnir. Skrá viku 43. Mánadagur 20. okt. Telduhugni v. Jens Dalsgaard. Týsdagur 21. okt. Fimleikur og styrkivenjing v. Annu-Lis Petersen Mikudagur 22. okt. Opið hús. Hósdagur 23. okt. Felagssangur Fríggjadagur 24. okt. Boccia Hvønn dag er ein góður drekkamuður at fáa. Bløðini eru altíð til taks. Somuleiðis kort og spøl. Ver vælkomin at hava títt egna handarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag. Dagtilhaldið í Nólsoy Opið er mánadag og týsdag frá kl. 13-17 og hósdag frá kl. 10-17. Frá Dagtilhaldinum Blákollan á Oyri Opið hús er týsag og hósdag frá kl. 14 -18. Báðar dagar er ein góður drekkamuður at fáa. Týsdagin 21.10.08 Knud Jacobsen hevur fyrilestur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Fuglafirði Vit hava opið týsdag, miku- dag og hósdag kl. 15-18 í Luffustovu. Tilhaldið Hugnin Tilhaldið Hugnin í Sandoy hevur opið mánadag og mikudag frá kl. 13 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Eisini eru bløðini til taks. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin 20. okt. Vit lurta eftir »Ljósini slókna« eftir Elin Mortensen. Mikudagin 22. okt. Boccia í kjallaranum. Dagtilhaldið Vesturskin Toftir Opið týsdag, mikudag og hósdag frá kl 15-18. Øll eldri eru vælkomin. Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík á tlf. 459091 Teldupostur: dagtilhaldid@post.olivant.fo Opið er: Mánadag og Mikudag kl. 13.30 – 17.30 Týsdag og Hósdag kl. 09.30 – 17.30 Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 8/-11-08. kl. 15 giftast í Vesturkirkjuni Súsanna Johannesen, av Argjum og Bjarne Clausen, úr Havn. Brúdleypið verður fyri innboðin á Hotel Føroyum kl. 19. 50 + 50 ár Leygardagin 15. november 2008 halda Rúna Franksdóttir og Jakob Holm, Argir føðingardag í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar til henda dag. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá innan 9. november 2008 á tlf. 319858/210198 ella á telduposti: jrholm@post.olivant.fo 23. oktobur verður Elinborg Hansen, búsitandi í Havn ættað úr Norðragøtu, 50 ár. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík fríggjadagin 31. okt kl. 19. Tekning til veitsluna á tlf. 44 10 68 ella 31 54 24 i seinasta lagi 20. okt. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur Týsdagin 28. oktober verður Elisabeth Matras-Olsen, Trongisvágur 60 ár. Dagurin verður hildin á Seglloftinum leygardagin 25. oktober kl. 19. Tey, ið vilja gleða meg við at koma, verða biðin um at siga frá innan 15. okt. á tlf. 371528 ella 263060. 70 ára føðingardagur 22.10.08 verður Sigrid M. Dalsgaard, Hoyvík, 70 ár. Føðingardagurin verður hildin 25.10.08 kl. 19.00 í matarhøllini í Føroya Studentarskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Øll eru vælkomin. 80 ára føðingardagur Mikudagin 22. oktober fyllur Jóhanna Olsen (Lukkanna), Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómannsheimi kl. 19. Leygardagin 8. nov. kl. 18 heldur Leif Múller, Porkeri 80 ára føðingardag. Dagurin verður hildin í Sumba. Tey, ið vilja gleða meg við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 370538 ella 590538 innan 27. okt. Silvurbrúdleyp Mikudagin 5. november kunnu hjúnini Signa og Jóhan Joensen, Kollafirði halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Ítróttarhøllini í Kollafirði leygardagin 8. november kl. 1830. Tey, ið vilja halda dagin saman við okkum, verða biðin at siga frá á tlf. 721628, 213448 ella teldupost: johsig@ post.olivant.fo, áðrenn 31. oktober. Mikudagin 19. november hava Olea og Pætur E. Hansen, Leirvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin 22. november í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða vinarligast biðin um at siga frá á tlf. 443200, 264350 ella 213250 innan 15. ovember. Gullbrúdleyp Týsdagin 25. november hava hjúnini Henny og Martin Juul Jarnskor, Norðragøta, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Bygdar- húsinum í Leirvík 29. nov. kl. 18.00. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, vera vinarliga biðin um at siga frá innan 15. nov. á tlf. 442192, 441795 (Anita) ella 441995 (Unn). 30 + 30 ár 1. og 17. november vera Tóra Láberg og Sonja Tungá 30 ár. Føðingardagurin verður hildin í Samljóð í Skopun 1. november 08 kl. 18.00. Tey, sum vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 25. oktober á tlf. 222223 Tóra og 580075 Sonja. Leygardagin 15. novembur kl. 13.00 giftast í Skála kirkju Paula S. Lervig av Skála og Óli Kristian á Torkilsheyggi av Nesi. Veitslan verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl 18.00. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 7. novembur á tlf. nr. 739093, 502050. Leygardagin 25. oktober 2008 kl. 15 giftast í Rituvíkar kirkju Sigrid Eva á Kinn av Strondum og Súni Forná Olsen úr Rituvík. Brúdleypið verður fyri innbodnum í bygdar- húsinum í Leirvík kl. 19. framhald á síðu 50