fríggjadagur 17. oktober 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 200 • 17. oktober 2008
meg, at hann vildi hava meg við
til Portugal, so mátti eg skeita
bæði til og høgru og vinstru fyri
at kanna eftir, um nakað skjult
kamera var nakrastaðni, fortelur
Egil flennandi.
Nógv hevði verið tosað um eitt
ættarliðsskifti á landsliðnum, so
Egil gjørdist rættiliga bilsin um
boðini. Men hóast boðini komu
óvæntað ivaðist Egil ongantíð.
– Og nú havi eg so spælt fimm
landsdystir, og tað hevur verið
øgiliga spennandi.
Frá áskoðara til
leikara
Fyri hesar landsdystir hevur
Egil á Bø bara fingið rós.
Landsliðsvenjari og fjølmiðlar eru
á einum máli um, at avrik hansara
hava verið ógvuliga góð. Jógvan
Martin Olsen, landsliðsvenjari,
hevur enn tá sagt, at nú iðrar
hann seg eitt sindur um, at Egil
ikki varð boðsendur til landsliðið
eitt sindur fyrr.
– Tað nyttar lítið hjá mær at
iðra meg um tað. Eg eri bara
fegin um at vera sloppin at royna
tað, og um landsliðsvenjarin er
nøgdur við mítt avrik, so eri eg
eisini nøgdur, sigur Egil á Bø.
Nógv er broytt í EB/
Streymi
Tað sum endaði við landsdystum
byrjaði annars á grúsvøllinum í
Streymnesi. Tá æt felagið hjá
Egili Streymur, og einki varð
tosað um samanlegging.
– Har gjørdu vit leikarar alt
sjálvir og vórðu ikki forkelaðir á
sama hátt sum nú, men kortini
var tað óguvliga stuttligt.
– Síðani kom samanleggingin
og tað vísti seg at rigga
beinanvegin. Men eisini tá
gjørdu vit leikarar ein stóran
part av arbeiðinum sjálvir, og
tað er á ongan hátt sum í dag,
har vit næstan bara skulu møta
upp til venjing í undirbuksum, tí
alt annað liggur klárt til okkum,
hugleiðir Egil um tíðina í Streymi
og síðani EB/Streymi.
Hann kann eisini staðfesta,
at ikki bara felagið, men eisini
vónirnar og krøvini eru broytt
munandi.
– Frá at liggja og berjast niðast
í deildini, har fólk vóru ovurfegin
bara vit vunnu ein dyst, skulu vit
nú helst liggja í toppinum, har
viðhaldsfólkini gerast kedd, um
vit bara tapa ein dyst, sigur Egil
á Bø, sum hevur alt gott at bera
fjepparunum hjá EB/Streymi.
– Eg haldi at teir hava eitt
sindur meiri hjarta við í mun til
í eitt nú B36, har eg eisini havi
spælt. Og man stendur saman um
felagið, bæði í við- og mótgongd,
heldur Egil á Bø.,
Liðformaður og
aldursforseti
Hann er við sínum 34 árum ikki
einans liðformaður, men eisini
aldursforseti í Formulaliðnum hjá
EB/Streymi.
– Einaferð var eg venjari hjá
Gert (Hansen, blðm.), og tá vóru
menn sum Arnbjørn og Leif
so lítlir, at teir vóru ov ungir
at sleppa upp í part. Teimum
spæli eg so saman við í dag,
og tað sigur kanska eitt sindur
um aldurin, flennir Egil, sum við
landsdystunum hevur upplivað
tað mesta, tú kanst uppliva, sum
fótbóltsleikari í Føroyum.
Føroyameistaraheitið við B36.
Steypavinnari við bæði B36 og
EB/Streymi, og skrásettur fyri
altjóða A-landsdystir.
– Tað eru nógvir, ið hava rokkið
tí sama sum eg og fleiri enn
meira. Men eg eri nøgdur við
tað, eg havi nátt og eri ógvuliga
fegin um tíðina, eg havi brúkt upp
á fótbólt saman við so nógvum
góðum fólki, sigur Egil á Bø.
Men hóast nøgdur og fegin,
so vantar enn prikkurin yvir tað
tiltiknað i’ið: Føroyameistari við
EB/Streymi.
– Í fótbólti er tað soleiðis, at
tú fært ikki lovað nakað. Men
tað sær framvegis ógvuliga
gott út, og hóast fleiri tosa um
gummibein og arga okkum við tí,
so høvdu bæði HB og B36 heldur
ynskt at verið í okkara støðu, enn
har tey eru nú. At vinna FM er
stórt, men tað er uppaftur størri
í felagnum, har tú ert uppvaksin,
sigur Egil á Bø, sum uttan mun til
FM heitið í ár kann staðfesta, at
2008 er hendingarríkasta árið í
fótbóltslívi hansara.
– Tað haldi eg, at eg má siga.
Einaferð vann eg greipuna við
B36; tað var stórt, men hetta
slær tað. Og so hava vit eisini
framvegis møguleikan at vinna
FM, minnir Egil á Bø á.
... bindiklubban?
– Kvinnurnar á bakkanum hava uppiborið alt rós. Tær
eru við í mótgongd eins væl og tá tað gongur væl – alla
tíðina! Frá Mølini til Margáir. Og so nýtist teimum heldur
ikki alkohol fyri at hoyrast, og tað er stuttligt.
... Piotr Krakowski?
– Piotr var venjari hjá mær bæði í ÍF, B36 og
eisini í EB/Streymi. Tú fært ikki fittari mann at
venja eitt lið. Hann er forstáiligur og stuttligur, og
við honum sum venjara fert tú altíð glaður til og
frá venjing.
aldrinum
Navn: Egil á Bø
Aldur: 2. apríl 1974
Familja: giftur Anju á Bø og
hevur børnini Eydna og Hans
Pauli.
Feløg: Streymur, EB/
Streymur, NSÍ, ÍF og B36
Landsdystir: 5
Fakta
Egil á Bø