Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 200 • 17. oktober 2008 klumman Rigmor Dam blaðkvinna Mítt innara eg Hoyrdi prát við eina konu, sum hevði leitað eftir sær sjálvari og sínum innara »egi« í fleiri ár. Nú hevði hon endiliga funnið tað og bjóðaði seg fram at hjálpa øðrum at finna sítt innara eg. Sítt innara eg. Mítt innara eg. Kom at hugsa um, hvat hevði komið undan kavi, um eg fór at leita eftir mínum innara egi: Hin brúni tush- proppurin, sum ongantíð bleiv kukkaður út aftur einaferð í sjeytiárunum? Arrið frá gall-operatiónini, sum mundi tikið lívið av mær fyri nøkrum árum síðani? Ella kanska hevði eg avdúkað meg sjálva sum eitt sjálvupptikið neyt, fjalt í einari gráhærdari bóka- savnsgívur við ravklumpi um hálsin – ella eina hysteriska madonnu? Undrist bara á, hvat fólk vænta at finna, tá tey grópa eftir sínum innara egi – annað enn endurtøkur av sær sjálvum. Meini so við – í mínari verð eri eg aldeilis trivielt selskap. Hevði eg veruliga mist meg sjálva burtur, hevði eg fyrst hugt í ein spegil. Hevði eg onki funnið har, hevði eg leitað millum tey, sum eg elski. Og fann eg heldur onki har, hevði eg bjóðað meg fram sum hjálpari hjá AIDS- sjúkum børnum í Suðurafrika ella sum lærari hjá deyvum kvinnum í afghanskum fongslum. Tá hevði eg, um ikki annað, givið meining fyri onkran annan enn MEG...! - Eg haldi, at Vodafone átti at givið mær avsláttur í talutíð, sigur Marna við einum brosi. At henni hevur dámað og framvegis dámar sera sera væl at tosa í telefon og at sms’a við onnur, bera mongu talutíðarkort hennara fullgott prógv um. Á borðinum í hugnaligu stovuni í heimi hennara í Fuglafirði liggja uppstáplaðir dungar av øllum hesum mongu kortunum. Fyri mong eru hesi kortini eitt ið tey tveita burtur, tá talutíðin er koyrd inn í fartelefonina. Fyri Marnu er hetta talutíð og ein savningarlutur. Hon kundi helst átt uppaftur fleiri slík talutíðarkort, tí fleiri ferðir hevur hon bílagt sær talutíð umvegis internetið. Og ókeypis sms-skipanin á www.planet.fo hevur eisini verið dúgliga brúkt av ungu fuglfjarðargentuni. - Eg ætli mær ikki nakað serligt við øllum hesum talutíðar- kortunum. Eg ætli mær bara at halda fram at savna og savna tey, til eg einaferð verði gomul, sigur hon við einum brosi. Ikki tveita burtur Ein vinkona var í roynd og veru orsøkin til, at tann tá 13 ára gamla Marna byrjaði at savna júst talutíðarkort saman. Hetta hendi um sama mundið, sum hon fekk sína fyrstu far- telefon og eitt SIM-kort frá Føroya Tele. Nakað seinni skifti hon yvir til Kall ella Vodafone, og hevur verið har síðani. – Eg helt tað bara vera eitt stuttligt ítriv. Tað var eingin orsøk at tveita kortini burtur, so eg avgjørdi bara at savna tey saman. - Og sum tú sært, so fylla tey heldur ikki so nógv, sigur Marna Anthoniussen, og vísir fram stappfullu eskjuna – har ein fartelefon áður lá í – við teimum 549 talutíðarkortunum. Rættilig ferð kom á nýtsluna av fartelefon og talutíð, tá hon nýforelskað og sum 14 ára gomul byrjaði at samskifta við sjeikin, bæði munnligt og telefonligt. Tá hon minnist aftur á hesa tíðina, so kann hon í dag bara staðfesta, at hetta var ein kostnaðarmikil umgangur: - Eg haldi, at eg tá tosaði og sms’aði fyri einar 50 krónur um dagin, sigur Marna brosandi. Og hon leggur afturat: - Mín meining er, at fartelefon- irnar halda ikki so væl í dag. Eg havi longu slitið fleiri upp! Týsdagin, tá umboð fyri Sosial- in vitjaði heima hjá Marnu, gjørdi hon enn einaferð støðuna upp. Talið av kortum er lýst aðrastaðni á síðuni, men nýtsluni slepst kortini ikki undan: Íalt hevur hon tosað og sms’að fyri omanfyri 35.000 krónur seinastu seks árini. Sum ein so stórur brúkari, átti telefyritøkan at kunna veitt henni okkurt slag av avsláttri! Nógv sms Tað eru uttan iva tey, sum als ikki skilja, at onkur skal tíma at savna slík talutíðarkort saman. - Eg havi ofta hoyrt fólk undrað seg yvir, at eg havi goymt øll míni kort. Tey spyrja meg: »Altso, hvat sker her?«. Men tað leggi eg líka í. - Eg haldi tað í øllum førum vera í fínasta slag at hava eitt slíkt ítriv, sigur Marna, sum hevur dámt serliga væl at sms’a við vinfólk síni. Eitt av teimum talutíðarkortu- num, sum hon tí hevur havt stóra gleði av var eitt við heitinum »The Message«, ið kostaði 199 krónur. Afturfyri fekk ein talutíð og ikki færri enn 1000 ókeypis sms – og tað var ikki at forsmáa hjá ungu sms-hugaðu fuglfjarðargentuni. Sambært yvirlitinum hevur hon keypt 13 slík! Enn er fartelefonin eitt hent amboð í samskifti hennara, og verður tað helst enn meiri í næstum: Í løtuni ber hon barn undir belti, og lítil ivi er um, at nógv fara at tosa við hana og hon við tey, teir komandi 2-3 mánaðirnar. Hon ætlar nevniliga, at hetta barnið skal gerast fyrsti føroyingurin í 2009! Talutíðarkort fyri 35.317 krónur Summi savna frímerki saman. Onnur telefonkort. Men 19 ára gamla Marna Anthoniussen í Fuglafirði hevur savnað talutíðarkort saman í samfull seks ár. Hon eigur í dag helst størsta savnið av slíkum kortum í Føroyum Frítíðarítriv Snorri Bend snorri@sosialurin.fo 549 talutíðar­ kort Tá Marna Anthoniussen týsdagin taldi upp talutíðarkort síni til heiðurs fyri Sosialin, kom hon fram til, at hon síðani á ólavsøku í fjør hevði tosað fyri 13.141 krónur. Tá var talið 22.176 krónur. Annars er býtið av talutíðarkortum hetta (mongd x krónur = upphædd): 13 x 199 = 2587 2 x 100 = 200 70 x 100 = 7000 40 x 100 = 4000 60 x 50 = 3000 3 x 10 = 30 2 x 50 = 100 350 x 50 = 17500 9 x 100 = 900 Íalt hevur hon sostatt keypt 549 talutíðarkort og hevur tosað fyri 35.317 kr. seinastu seks árini. Ein kann nýta pening til so ymiskt, millum annað at tosa í fartelefon ella senda sms’ir. Tað hevur 19 ára gamla Marna Anthoniussen úr Fugla­ firði í øllum førum gjørt. ­ Eg havi verið ein sera sera góður kundi hjá telefyritøkunum, sigur hon sum eigur 549 talutíðarkort frá føroyskum og donsku telefyritøkum Mynd: Snorri Brend