Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 201 - 20. oktober 2008 Fyri tveimum árum síðani vísti kanning, at fleiri føroyskir skúlanæmingar í 8. flokki hava upplivað álvarsligar hendingar enn teirra javnaldrar í øðrum londum. Nú fáa tey ungu møgu­ leika at siga sína egnu søgu, og um hvat tey halda eigur at verða gjørt fyri at hjálpa SKRIVIKAPPING Jóannes Hansen Føroyskir skúlaungdómar millum 13 og 18 ár verða nú bjóðaðir at luttaka í skrivikapping, har møgu­ leiki verður við egnum orðum at lýsa, hvussu ung í Føroyum hava tað, tá ið tey hava tað ringt, og hvat tey sjálvi ynskja, at tað verður gjørt fyri at hjálpa teimum. Kappingin er skipað í trimum bólkum – 13­14 ára gomul, 15­16 ára gomul og 17­18 ára gomul. Tvær virðislønir eru til hvønn bólkin. 1. virðisløn er 5000 krónur, og 2. virðisløn er 2000 krónur. Tað er Tóra Petersen, sálar­ frøðingur á Psykiatriska deplinum, sum stendur fyri kappingini, og saman við sær hevur hon tvey lærara­ lesandi – Louisu Johnsdóttir og Hans Fróða Jensen. Tey bæði læraralesandi vóna, at tað fer at bera til at nýta partar av tilfarinum í høvuðsuppgávuni í náms­ frøði/sálarfrøði/serlestri, sum tey skulu skriva nú í vetur, og at tað fer at bera til at nýta tilfar í undir­ vísingini. Í sambandi við serritgerð á Århus Universitet vístu kanningar hjá Tóru Petersen fyri tveimum árum síðani, at ung í Føroyum hava verið fyri uppaftur fleiri álvars­ ligum hendingum og hava fleiri álvarsligar sálarligar fylgjur av hesum, enn kanningar hava víst, at teirra javnaldrar aðra staðni hava. Eisini varð tað staðfest, at tey, sum høvdu flest traumatiskar rekatiónir, eisini høvdu eina stóra kenslu av at hava verið svikin av teirra næstu. Fyrireikararnir siga, at tey vita ikki um, at kann­ ingar eru gjørdar av, hvat børn og ung sjálvi ynskja skal verða gjørt fyri at hjálpa teimum, eftir at tey hava verið fyri álvarsligum hendingum. Tað er fyri at royna at finna fram til hetta, at tað nú verður skipað fyri skrivikapping. Tað eru tveir møguleikar at luttaka uppá. Annar er at skriva eina stuttsøgu um ungan persón, sum hevur verið úti fyri álvarsligari hending – um tað er ferðsluvanlukka, foreldur sum drekka, sjálvmorðs­ roynd, kynsligur ágangur – og um fylgjurnar av hesum. Hin møguleikin er at skriva essay ella stíl um, hvat vinir, familja, netverk ella samfelag kunnu gera fyri at hjálpa børnum og ungum, sum hava verið úti fyri álvarsligum hendingum. Um luttøkan verður nóg stór, so er ætlanin at skriva eina samlaða frágreiðing um innkomna tilfarið og harvið at fáa eina kvalitativa lýsing av evninum. Tilfarið verður viðgjørt sum ein heild, soleiðis at møguleiki ikki verður fyri at kenna nakran aftur. Tað er eitt krav, at persónarnir eru dulnevndir. Bara ein persónur skal skriva hvørja søguna ella essayið. ­ Tilfarið verður sjálvandi viðgjørt anonymt, og vit vóna, at kappingin fer at bera við sær, at tað fer at bera til at fáa uppaftur meiri og neyvari at vita, um traumatiskar reaktiónir, enn vit fingu við kanningini fyri tveimum árum síðani, sigur Tóra Petersen, sálarfrøðingur. Skúlarnir hava fingið upplýsandi tilfar um skrivi­ kappingina sendandi so­ leiðis, at tað longu í hesi vikuni ber til at greiða teimum millum 13 og 18 ár frá um kappingina. Seinasta freist at lata inn er 15. november. Siga søguna um at hava tað ringt Savnsmynd