mánadagur 20. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 201 - 20. oktober 2008
Fyrrapartin í dag
varð vatnstandurin
somikið høgur, at tað
fleyt yvir í Vágsbotni
og á Kongabrúnni
í Havn. Fleiri bilar
stóðu parkeraðir í
flóðini og í klædna
handlinum Kallkyn
fleyt sjógvurin inn
Illveður
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Ringt veður hevur verið um
vikuskiftið, og serliga ringt
hevur tað verið sunnudagin,
í nátt og fyrrapartin í dag.
Eitt djúpt lágtrýst er oman
yvir okkum, og er hann
sunnan í ættini í dag. Tá
liggur
vindurin
inn
á
Havnina, og sjógvurin verð
ur trýstur inn. Saman við at
tað hevur verið sera nógv
avfall í dag og at flóð er,
gjørdist
trýstið
inn
á
Havnina
einu
løtuna
somikið stórt, at tað fleyt
yvir bryggjukantin í støð
um.
Á Kongabrúgv vóru helvt
in av parkeringsplássunum
undir sjógvi, og um hugsn
ingur skuldi vera at koma
turrskøddur í bilin, var
neyðugt við stivlum.
Tinganes lá eisini mest
sum avskorið frá Havnini,
og fyri at koma út í Tinganes
var neyðugt at ganga eftir
Reyn, tí eftir vegnum var
ikki gangandi. Eisini her
stóðu fleiri bilar parkeraðir
í sjógvi
Í Vágsbotni var eisini
sera nógvur sjógvur, og
somikið nógvur sjógvur
var, at tað fleyt inn í klædna
handilin Kallkyn. Hetta var
orsakað av at ein rist er inni
í handilinum, ið er bundin í
sama system sum ein rist,
ið liggur beint uttanfyri
handilin, og í teirri ristini
fleyt yvir, tí at hon liggur
lægri enn bryggjukanturin.
Tórshavnar
Kommuna
var á staðnum, men søgdu
seg onga ábyrgd hava á
økinum, tí at tað eru húsini,
ið liggja ov lágt. Men sam
stundis hevur kommunan
fyri kortum, í samband við
byggingina av sølutorginum
í Vágsbotni, lækkað bryggju
kantin nakað, og var hetta
helst viðvirkandi til at so
nógvur sjógvur floymdi inn
í handilin.
Til tíðir fleyt somikið
yvir í Vágsbotni, at Nólsoy
ar Páll stóð í sjógvi.
Vatnflóð í Havn
B68 heldur 40 ára veitslu
Í ár eru 40 ár liðin síðani Tofta Ítróttarfelag, B68, varð sett á stovn. Í hesum sambandi heldur
felagið rimmar føðingardagsveitslu leygardagin, sum eisini er dagurin, har seinasta umfarið í
Formuladeildini verður leikt. Frammundan kappingini varð liðið hjá toftamonnum mett sum
ein av niðurflytingarkandidatunum, og tá fyrra helvt av kappingini var av, sá heldur ikki
serliga gott út. Men B68 er komið sera væl við í seinnu helvt, liggur á einum 6. plássi og
hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær framhaldandi luttøku í Formuladeildini. Eisini
næstbesta liðið hevur yvirlivað í 1. Deild, so nógv er at hátíðarhalda hjá toftafólki. Sagt
verður av Toftum, at nógv spennandi undirhald er á skránni undir borðhaldinum, sum verður í
nýggju og snotiligu fimleikarhøllini í Tofta skúla, og seinni er dansur við XRays á
Svangaskarði. Atgongumerki kunnu keypast í Kioskini við Toftagjógv, hjá Pidda og á
Svangaskarði. Seinasta freist er týsdagin 21. oktober.
Rokilsi stóð frá, tá bilar koyrdu gjøgnum sjógvin
Nøkur hildu tað verða stuttligt at vassa...
...meðan onnur noyddist til arbeiðis í stivlum
P-loyvi nr. 4 var ikki nógv vert í dag...
...tí vegurin út í Tinganes var allur undir í sjógvi
Á Kongabrúnni fleyt eisini tvørturum vegin