Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 202 - 21. oktober 2008 Nýggi blaðstjórin á Kvinnu er 39 ára gamla Arnleyg Lamhauge, sum hevur royndir innan marknaðarføring og projektleiðslu, og javnstøðu sum hjartamál LívsstíLur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen - Føroyskar kvinnur skulu fram í ljósmálan. Og hóast nógv er hent síðstu árini, er enn langt eftir á mál. Orðini eigur nýggi blað- stjórin á Kvinnu, Arnleyg Lamhauge, sum 1. novemb- er tekur við leiðsluni á blað- num hjá samskiftisfyritøk- uni Sansum. Júst hetta við føroyskum kvinnulívum upptekur Arnleyg Lam- hauge nógv, tí, sum hon sig- ur, so er hennara fremsta mál at fáa kvinnur fram í før- oyska samfelagnum, bæði í politikki, vinnulívi og í landslagnum sum heild. - Men eg havi eisini stóran áhuga fyri vanligum kvinnuevnum, so sum býli, móta, mati og vakurleika, sigur Arnleyg Lamhauge. Kortini ímyndar hon sær, at hesi evnini fáa meira kant í blaðnum, nú hon sleppur framat. Kvinna flytur mørk Arnleyg Lamhauge, sum varð biðin um at taka við starvinum eftir Barbaru Samuelsen, sigur við Sosi- alin, at hon kundi hugsað sær nakrar smærri broyt- ingar í blaðnum, men at grundvøllurin framvegis verður tann sami. - Kvinna er ikki bara eitt blað, men eitt hugtak. Mín uppgáva verður at branda alt konseptið, sum bæði fevnir um sjálvt blaðið, heimasíðuna og ikki minst tiltøkini, sum vit longu hava upplivað nøkur av, sigur Arnleyg Lamhauge. Í hesum sambandi vísir hon á 8. mars tiltakið á Hotel Føroyum í fjør og inn- savningina til frama fyri bróstkrabba. - Kvinna hevur flutt nøk- ur mørk, so kvinnulig virði hava fingið ein sjónligari leiklut í samfelagnum, sigur hon. Vanligar kvinnur fram Nýggi blaðstjórin hevur onga journalistiska bak- grund, men hevur tó skrivað eitt sindur fyri blaðið fyrr, eitt nú greinir til “Í dýpdina” og klummur. Hon hevur altíð keypt blaðið, men heldur, at nakað nógv fokus hevur verið á kendar kvinnur. - Tí kundi eg hugsað mær at fingið tær spennandi søgurnar um vanligar før- oyskar kvinnur fram, bæði kvinnur her á landi og uttanlands, sigur Arnleyg Lamhauge, sum heldur seg hava fingið eitt satt dreyma- starv, nú hon verður blað- stjóri á Kvinnu. - Tí Kvinna er komin fyri at vera, endar hon avgjørd. Nýggja kvinna á Kvinnu 12 skarpar í svinginum: 1. Hvørji damubløð lesur tú? Woman, Costume, Alt for Damerne, Eurowoman, Kreative Kvinder, Opera... 2. Hvar møtti tú manninum? Í Kagganum 3. Hvørja fartelefon hevur tú? Eina Nokia N 95 4. Hvat er besti døgurði? Ræst kjøt 5. Hvørja meinigheit hoyrir tú til? Eg eri kirkjufólk 6. Hvat er forholdið til alkohol? Spýti ikki í glasið, men drekki meg heldur ikki fulla 7. Hvussu ofta ert tú til frisør? Umleið annanhvønn mánað 8. Hvønn klædnastíl dámar tær? Klárar litir, gjarna festlig klæði. Blandi gjarna stíl, litir og merkir. Havi ongan yndishandil ella merkið. 9. Hevur tú grønar fingrar? Nei – men kundi hugsað mær tað 10. Hvussu er við tónleiki? Ongan tóna í lívinum, men lurti gjarna eftir tónleiki. 11. Hvat er títt hjartamál? Javnstøða 12. Hvør er tín yndislitur? Allir grønar litir Arnleyg Lamhauge - Vaks upp í Søldarfirði, men hevur búð úti í Svanga í Havn síðan hon kom heim úr lestrarørindum í Odense í 1998. - Er Cand. negot í fronskum og hevur arbeitt við marknaðarføring og projektleiðslu. Fer úr starvinum sum marknaðarleiðari hjá FT-samskifti. Var eitt tíðarskeið leiðari á útflutningsdeildini á Samvit og starvaðist eisini sum marknaðarfólk hjá Tryggingarsambandinum. - Hans Ellefsen er harrin í húsinum, og børnini eru tvey: ein eitt ára gamal drongur og ein 14 ára gomul genta. - Kvinna er ikki bara eitt blað, men eitt hugtak. Mín uppgáva verður at branda alt konseptið, sum bæði fevnir um sjálvt blaðið, heimasíðuna og tiltøkini, sigur Arnleyg Lamhauge