Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 202 - 21. oktober 2008 - Tað er lívsfarligt at verða happaður. Tú verður kroystur út á eggina, har tú hevur hug at taka lívið av tær, og kanska ger tað. So bersøgin er Jóan Edvard Johannessen, ið upplivdi fólkaskúla- árini sum at ganga gjøgnum Helviti og aftur Happing Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Happing er ein trupulleiki í skúlunum, og flest øll kennast við tað, hvørt tey eru offur ella happari. Men happing er eitt, ið fólk treyðugt vilja tosa um, og sum alt ov lítið verður gjørt við í skúlunum, hvørt tað er av manglandi vilja ella fíggjarligari orku. - Happingin byrjaði tá eg flutti oman í Ósáskúlan at ganga í fjóðra flokki. Í byrjanini østi eg meg upp, og tað gjørdi tað bara verri. So royndi eg at bara lata sum luft, og tað hjálpti eitt lítið sindur. Nøkur góvust at happa, men tá hon fyrst er byrjað, steðgar hon ikki aftur, sigur Jóan Edvard Johannessen, ið gjøgnum fólkaskúlaárini varð happ- aður sálarliga og kroppsliga av bæði næmingum og lærara. - Sum regul varð eg kallaður ymiskt, so sum »Stinky«, tí at eg aftaná skúla fór norður á Kósina til pápa mín, sum arbeiddi har teir virkaðu slógv, og har tað ikki luktaði for væl. Sjálvt um eg í skúlanum royndi at bara seta meg í ein krók fyri at fáa frið, nyttaði tað einki. Teir komu yvir til mín kortini, sigur Jóan Edvard Johannessen. Bukaður og sparkaður í høvdið Tað tóktist einki mark vera fyri, hvat happararnir kundu finna uppá at gera við Jóan Edvard Johannessen, með- an hann gekk í skúla har. - Ta einu ferðina, stutt eftir at vit vóru byrjaði í framhaldsdeildini, hildu tveir dreingir mær, meðan ein triðji sló og sparkaði meg í síðuna. Ta ferðina breyt eg tvey riv. Tað einasta lærararnir gjørdu var at steðga tí, og revsa teir við at seta teir eftir í ein tíma, meðan eg skuldi verða í skúlanum sum um einki var hent. Ikki so mikið sum varð eg koyrdur á skaðastovuna til kanningar. Stutt eftir ta hendingina, okkurt um tveir mánaðir ella so, varð eg sparkaður í høvdið, við tí úrsliti, at eg í dag eri hálvdeyvur í øðrum oyran- um, greiðir Jóan Edvard Johannessen frá. Revsingin, ið happararnir fingu, var at sita eftir í ein tíma, og so var tað úti av verðini. Happingin gjørdi tað, at Jóan Edvard hvørki tímdi ella orkaði at gera skúlating, tí at hann ikki fekk hugsað um annað enn at hann aftur í morgin skuldi gjøgnum alt tað sama ummaftur. Endaði í rúsevnismisnýtslu Happingin helt fram gjøgn- um øll fólkaskúlaárini, og hetta kroysti tann nú 25 ára gamla klaksvíkingin út í álvarsliga rúsevnismis- nýtslu. Tað byrjaði seinasta árið í fólkaskúlanum við at hann av og á roykti hassj og drakk. Men eftir hetta vant tað bara meira uppá seg. - Eg brúkti tað fyri at drukna tankarnar um happ- ingina, men hetta fekk júst tann øvuta virkningin. Tá eg roykti og drakk fekk eg ikki hugsað um nakað ann- að enn happingina og sovor- ið skítibýtt, og tað gjørdist bara verri. At enda var eg komin heilt langt út, men tíbetur sá eg tað sjálvur. Eg læsti meg inni í kamarinum í 14 dagar, har eg lá og rist- ist og skalv, og eg kom tíbet- ur burturúr tí, greiðir Jóan Edvard Johannessen frá. Happing er lívshættislig Jóan Edvard Johannessen flutti eftir fólkaskúlan til Havnar, har hann fór á Fólkaháskúla, og fór aftaná tað í tekniska skúla í hálvt ár. Hetta gav honum álitið á skúlan aftur, tí har møtti hann ongari happing. Men so væl gongur tað ikki øllum. Hann kennir eitt dømi um tveir tvillingar í Danmark, ið vóru útsettir fyri álvarsligari happing, og har teir við bert einum mánað millumbili tóku lívið av sær. - Tað er lívsfarligt at verða happaður. Tú verður kroystur út á eina egg, har tú hevur hug at taka lívið av tær, og kanska ger tað, greiðir Jóan Edvard Johannessen frá. Er enn ein trupulleiki Jóan Edvard er í løtuni arbeiðsleysur og býr í Klaksvík. Hann hevur tískil tíð at ganga úti um dagin, og tá hann gongur framvið skúlunum, sær hann, at happing enn er ein trupulleiki. - Lærararnir hava ofta ikki ánilsi av, hvussu næm- ingarnir hava tað. Eg royndi sjálvur at goyma tað fyri foreldrunum, at eg varð happaður. Men eg føldi tað sum at eg hevði lættari at tosa við lærararnar um trupulleikan, men tá teir ikki høvdu tíma, fóru teir beint til hús. Eg haldi at lærararnir áttu at verði á skúlunum, eisini tá teir ikki hava tíma, soleiðs at tú kann fara inn og tosa við teir um trupul- leikarnar, vísir Jóan Edvard Johannessen á. Hann heldur eisini at tá foreldrafundir eru, eiga næmingarnir at vera við, tí lærararnir síggja ofta ikki trupulleikan, og kunnu tí ikki greiða foreldrunum frá, hvat tað er, ið veruliga fer fram. - Eitt, ið tey eisini brúka í Danmark, er næmingafund- ir, har lærarar og næmingar seta seg niður at tosa um trupulleikarnar og fáa reins- að luftina, soleiðs at børnini kunnu fara út úr klassaveril- sinum sum kammeratar, heldur enn fíggindar. Eisini átti at verið byrjað nógv fyrr, tí her verður einki gjørt móti happing fyrr enn í framhaldsdeildini ella í sjeynda flokki. Man átti kanska at byrja heilt niðri í fyrsta flokki at upplýsa og fyribyrgja happing, tí er hon fyrst byrjað, fær tú ikki steðga henni, men bara lagt ein dempara á, sigur Jóan Edvard Johannessen. Hann fýlist eisini á, at har tað veruliga er vilji at gera nakað við trupulleikan, er tað ofta fíggjarligi parturin, ið er forðingin fyri at vit kunnu fáa steðga happingini í skúlunum og teimum nógvu vanlagnunum, ið standast av henni. Skúlin var eitt helviti - Ta einu ferðina, stutt eftir at vit vóru byrjaði í framhaldsdeildini, hildu tveir dreingir mær, meðan ein triðji sló og sparkaði meg í síðuna. Ta ferðina breyt eg tvey riv. Tveir mánaðir eftir varð eg sparkaður í høvdið, greiðir Jóan Edvard Johannessen frá - Eg roykti hassj og drakk fyri at drukna tankarnar um happingina, men hetta fekk júst tann øvuta virkningin. Tá eg roykti og drakk fekk eg ikki hugsað um nakað annað enn happingina, sigur Jóan Edvard Johannessen Miðflokkurin landsfund leygardagin Ársins landsfundur hjá Miðflokkinum verður leygardagin 25.august í Norðurlandahúsinum. Lagt verður út við morgunmati kl. 09 og kl. 10 verður fundurin settur. Gestarøðarar í ár eru Elsi og Magni Christiansen, ið fara at greiða frá síni støðu, har tey m.a. valdu at flyta til Danmarkar fyri at fáa ta hjálp og tann stuðul, tey høvdu tørv á vegna serstakar umstøður, herundir koma tey eisini at nema við føroyska almanna- og skúlaverkið. Umframt hetta verður politisk og felagslig framløga, kjak og onnur spennandi innsløg. Eisini verður ein góður biti til alt fundarfólkið, sigur Miðflokkurin í tíðindaskrivi.