týsdagur 21. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 202 - 21. oktober 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Føroyingar
stóðu
royndina
Martin Poulsen byrjaði
kappingina
sum
eitt
óløgi, við at vinna á
pólska stórmeistaranum
GM Miroslaw Grabar
czyk, men síðani kom
av álvara stígur í. Beint
mótsatt
gekst
Olafi
Berg, tí onki vildi líka
sum bera til. Men í 7. og
8. umfari bragdaði av
álvara, tá hann vann
vakran sigur á svenska
stórmeistaranum
GM
Ralf Åkesson og telvdi
javnt í móti dananum
IM Esben Lund. Gongd
in kundi verið øðrvísi tí
sum Sulskis tók til, at
einasta talv har hann var
í álvarsamum trupul
leikum frá byrjan av, var
ímóti Olafi Berg, hvørs
talvstíli hóvaði honum
sera væl.
Heini
Olsen
fekk
eisini sera góða byrjan
við tveimum javnleikum
í móti stórmeistarunum
Gawain
Jones
og
Grabarczyk. Og hóast
IMvónin brast í 7.
umfarinum,
reistist
Heini í sonnum fýr
verki, við ivaleyst vakr
asta talvinum í kapp
ingini, tá hann sera
sannførandi vann fin
ska altjóða meistaran
IM Tapani Sammalvuo,
sum var í oddinum í
kappingini.
Samanumtikið vístu
føroyingarnir at teir
væl kunnu telva upp
ímóti teim sterkastu,
íroknað stórmeistarum,
um tað skal verða.
Dygdirnar eru har.
Næsta høvi í royndini
eftir IMnormum verð
ur tá Talvolymiadan
verður telvað í Dresden
í Týsklandi um slakan
mánað.
Omanfyri 1000
áskoðarar
dagliga
Tøknin nú á døgum ger
tað møguligt at fylgja
telvingini – leik fyri
leik – umvegis alnetið.
Dagliga vóru omanfyri
1000
áskoðarar
og
fylgdu
telvingini
á
www.faroechess.com.
Flestu “áskoðararnir”
vóru úr Norðurlondum
og Føroyum, men heili
62 lond vitjaðu Klaks
vík meðan telvað varð.
Forkunnuga talv
kappingin, Klaksvík
International, er
av á hesum sinni.
Stórmeistarakapp
ingin, sum er sterk
asta kapping, sum
telvað er í Føroyum
nakrantíð, borð
reiddi við spenn
ingi, áhugaverdum
talvum – beinleiðis
um alnetið – upp og
niðurtúrum, men
ikki minst áræði til, at
enn fleiri kappingar
av slíkum slag verða í
Føroyum
Talv
Jógvan Joensen
jogvan@kallnet.fo
Farnu vikuna vóru níggju
telvarar savnaðir til GM
kappingina Klaksvík Inter
national 2008. Serliga høv
ið var, at Klaksvíkar Komm
una í ár fylti 100 ár, og varð
hetta markerað við lít í
einum av sigursvandu talv
økjunum í landinum: fýra
stórmeistarar, tveir altjóða
meistarar, tveir fidemeistar
ar, harav Heini Olsen, um
framt Martin Poulsen og
Olaf Berg úr Føroyum, telv
aðu “allirmótiøllum” í
Klaksvík.
Talan gjørdist um eina
sera stóra avbjóðing hjá
føroysku umboðunum, sum
vóru seedaðir aftast í sterka
feltinum.
Hinvegin
gav
sterka mótstøðan rímiligar
møguleikar fyri at vinna
IMnormar, tí kravið til
vunnin stig, gjørdist til
svarandi minni.
Fightarin
Sulskis vann
Litavski meistarin frá 2007,
og sum gjørdist nr. 2 í 2008,
stórmeistarin GM Sarunas
Sulskis, úr Litava, livdi fult og
heilt upp til favorittrolluna í
kappingini. Var í oddinum frá
fyrsta til seinasta leik. Vann
kappingina 1 stig fremri enn
kappinarneytarnir.
Krútsterki Sulskis var
sum unglingi partur av talv
umhvørvinum í Sovjetsam
veldinum, áðrenn múrurin
fall og Litava gjørdist
sjálvstøðug tjóð. Evnaríki
telvarin úr Litava luttók í
talvskúlanum hjá navnframa
Botvinnik. Skúlin har bert
tey allar bestu innan telv
ingina hava atgongd. For
kunnugt er tað, at ivaleyst
besti
telvari
nakrantíð,
Garry Kasparov, um somu
tíð var partur í hesum um
hvørvinum. Nevnast kann
eisini, at Sulskis telvdi
kvalifikatiónsdystir
um
HMheitið í 1997, sum
hann tó tapti ímóti Svidler.
Bæði Kasparov og Svidler
hava
vitjað
Føroyar
í
talvørindum.
Í talvi, er tá samanborið
verður við annan ítrótt,
møguleiki fyri at semjast
um javnleikin. Tó eru ábend
ingar um, at hesin møgu
leikin er við at verða útilokar
sum frálíður. Í útgangsstøði
num er Sulskis av teirri fat
an, at javnleikurin skal
prógvast, til ikki meira er í
støðuni. Tí sat vinnarin, sum
oftast til síðsta mann – í
tímavís og stríddist, at fáa
sigurin til høldar hóast støð
an til at síggja var jøvn. Fasi
nerandi fightari úr Litava.
Semcesen úr Svøríki
vann IM-normin
Umframt spenningin um
plaseringar, var serligur
spenningur um, hvørt tað
mundi fara at hepnast føroy
ingum at vinna IMnormar
í kappingini. Lokali, Heini
Olsen, tørvar bert tann eina
IMnormin, til tess at gerast
Altjóða Meistari í Talvi.
Tað vísti seg tíðliga í
kappingini, at talan gjørdist
um ein orrustu ímillum
Daniel Semcesen úr Svøríki
og Heina Olsen, hvør av
teimum, tá avtornaði, náddi
málinum. Tað sýntist ikki,
sum at báðir megnaðu at
røkka málið. Tí var tað eitt
satt “lagnutalv” tá hesir
báðir brustu saman í 7. um
farinum. Sviin dróg, við
hvíta
fólkinum,
longra
stráðið og vann talvið og tá
kappingin varð lokin, var
tað júst “hetta stigið”, sum
restaði í hjá Heina, meðan
Semcesen júst rakk teim 5
stigunum og IMnorminum.
Talan er um fyrsta IM
normin hjá Semcesen, eftir
í fleiri umførum at hava
verið nær við, men har hann
er snávaður. Í Klaksvík bar
til !
Sulskis og sviar vunnu
Endaliga støðan
Telvari
Tjóð
Rating
Stig
1
GM
Sarunas Sulskis
LTU
2572
6,5
2
IM
Esben Lund
DEN
2425
5,5
2
IM
Tapani Sammalvuo
FIN
2464
5,5
2
GM
Gawain Jones
ENG
2548
5,5
5
GM
Ralf Åkesson
SWE
2484
5,0
5
FM
Daniel Semcesen
SWE
2402
5,0
7
FM
Heini Olsen
FAI
2376
4,0
7
GM
Miroslaw Grabarcyk
POL
2516
4,0
9
Martin Poulsen
FAI
2281
2,5
10
Olaf Berg
FAI
2227
1,5
Teir stríddust í eina viku, men eftir
kappingina kundu telvararnir sjávlandi
eisini smílast hvør til annan