mikudagur 22. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 22. oktober 2008
13
Tann fyrri setningurin
omanfyri er bara ein
banal konstatering av
landsins válandi stevi -
at alt hevur sína tíð -
soleiðis sum sagt verður
í gomlu bókini við
svartari permu, og tann
seinna flotta og poetiska
setningin letur -
stórskemtarin, baksarin
og trubadururin: Jens
Eli - tóna kring landið
hesa heystarløtu
L
øgmanssetrið
Nýggi løgmaðurin tyktist
heldur ovfarin, táið hann áðrenn
sjálva tilnevningina - til fragd
fyri okkara høltu pressu – fór út
í Nesið og setti suðurpólin
varliga niður í hásæti landsins,
sum tó – enn – bara er ein
vanligur leðurstólur, ”og mætli
svá fyri munni, sárt rørdur av
løtunnar hátign”, at hann var
ovfarin um ta virðing, sum
hann longu merkti fyri løgmans-
stóli landsins, t.e. helst heitin-
um og embætinum. Hetta helst
tí, at har vóru hjástaddar
tríggjar tænandi ternur, sum
fittar tók ímóti nýggja flogs-
kiparanum. Og fyrr var illa.
L
øgmaður farandi
Um okkara avmynstraði
skiparin, Jóannes, løgmaður, (á
latínskum tignarmáli helst
nevndur: Giovanni, Pontifex
Maximus), sum fór vassandi í
land av grundbrotnu CHE-
samgonguskútuni hevur somu
virðiligu virðing fyri tign og
dramblæti løgmanstólsins, er
heldur ivasamt.
Tí tann ivi, sum ið øllum
førum á skerminum sást kring
landið, í niðurdrignu eygum
løgmansins, táið hann av
Løgtingsins tignarstóli fekk av
at vita, enntá frá einum av
sínum egnu ”vápnagarpum til
Ormin Langa at forsvara”. Og
alt samalt í 2. persóni í eintali:
”TÚ, JÓANUSS! (uttan eftir-
navn ella løgmannsheiti)
hevur SVIKIÐ MEG, svikið
Sandoynna, og svikið (haldi
Skúvoyggin, Dímun og Lítli
Dímun hingu við sum
kontant-rabatt) Suðuroynna og
SVIKIÐ ALT FØROYA
LAND!”
Hesi vóru orðini. Og eg
hoyrdi onkran tá spyrja:” Skulu
vit betala skatt fyri at halda lív í
hesum ótignarliga undirhaldi-
num, ella hvat - !??
T
ingformaður og tignin
Og hetta hendi uttan at
formaður Løgtingsins talaði at
(kanska gottaði hann sær, var í
andstøðuni tá, vælsignað, so
hetta kom kanska væl við).
Men, álvaratos, hvat er ein
tingformaður til? Og fær hann
eisini løn? Um nakar nevnir
bara ein tinglim fyri eitt nú:
Heini í Kunoy, og sum er ein-
nevndur og einskildur - í allari
verðini! Ja, so ríkur formaðurin
upp úr sæti og átalar grummur:
”Tingmaðurin eitur Heini O.
Heinesen”. Til hetta skemtuliga
átaluvirksemi kundu vit bara
havt eina digetala automat til at
halda skil á hesum. Og uttan
nakran snorksovandi tingfor-
mann íheilatikið. Og so var tað
spart í hesi krepputíð.
Jamen, spyr hin einfaldi velj-
arin: er einki mark fyri van-
virðingini av leiðara landsins
ella er hann veruliga ein lands-
svíkjari - tí mótmælti nakar??
Antin er nakað rívandi galið við
Jóannesi sjálvum ella tingsins
formanni ella við tí avsindiga
røðaranum! Tí skal ein ting-
limur ikki bara - gjøgnum for-
mannin - tala mótvegis øðrum
tinglimi, og hetta í vanligum 3.
persóni – ja, um nakar er heima
í ovastu hædd, væl at merkja -.
M
eðan sólin sær søkir hav
Teir bestu heilarnir í
heiminum liggja nú barlengir á
berajóli, tí alheimskreppan kom
á teir og allan heimin og á
okkum við sum eitt byrsuskot.
Vit vitstu, at triðingurin av
heimsins íbúgvum vanliga
plaga at sova søtan. Men at allir
heimsins hendinga heilar – mitt
í millum allar blaktrandi teldu-
skipanir í glampandi keypsskál-
um stórbýanna – allir snorksova
í senn!? Ber tað til, ella er tað
bara enn ein áminning um, at
alt stendur fyri falli, ið ”føtt er
av kvinnu”.
Eitt landsstýri sat frá 1998-
2004, sum fekk tað truplu upp-
gávu at endurveita fyri lønar-
afturhaldni í kreppuárunum
miklu í 1990’unum. Og hetta
eydnaðist. Umframt avlop varð
á hvørjum ári, og so varð eisini
í landskassanum rúm fyri, at
tann alsamt vaksandi blokkurin
varð niðurfrystur og minkaður
við umleið 350 milliónum um
árið. Men so kom tíverri nýval í
úrtíð, tí tann uppifjarðaði
Anfinn, løgmaður, kollapsaði
undir trýstinum.
S
ambandsflokkurin við
róðrið
Tá kom Sambandsflokkurin til
fíggjarliga róðrið - fýra gyllini
ár - og úrslitið varð 100millióna
undirskot í landsroknskapinum
á hvørjum ári. Well, væl lærdir
menn kanska, men ikki nóg
dystilærdir. Og tað ger allan
munin. Og soleiðis bleiv tað, at
tann nú í heygsetta CHE-sam-
gongan í vár stóð fyri at yvir-
taka val-lyftanna dundrandi
undirskot, tí at ørskapurin hjá
fyrru ABC-samgonguni, upp
undir valið í januar 2008, tók
burtur bæði vitið og valdið á
løgtingslimum, sum vildu fyri
einhvønn prís sleppa inn aftur í
hitan. So einfalt er tað.
Og eftir sita tey góðtrúðnu. Tí
gamalt er, at skuffilsini yvir
lyftisbrot, altíð eru líka fram
proportional við givnu
forvæntningarnar.
J
avnaðurflokkurin við
stýrisvølin
Men nú situr Javnarflokkinum á
landskassanum. Og teirra um-
sitingarøki eru bæði dýr og
útreiðslunørd. Á heilsuøkinum
tykist tað fyri okkum skattgjald-
arum, sum um at bókhaldið har
úti fungerar onkursvegna, men
at stýringin gongur fyri seg við
trimum leysum árum - bæði í
rúmd og stjórn. Og at áralagið
er hareftir.
Nýggi løgmaður fær ymisk
skoðsmál: treiskur, góðtrúgvin
(og hvør er ikki tað, og mest
tann vanligi veljarin), stendur
við orð síni, fótafimur og kló-
fastur! Soleiðis er lívið. Øll fáa
sítt. Men valdið hevur hann nú,
og tí er bara at bíða, at nakað
spyrst burturúr, og sum ger
hesar hissini metingarnar til
skammar.
Tí tað ynskja vit og hava
skyldu til at biðja eftir - at alt
fer at ganga væl í hond - fyri
allar valdar løgmenn, landsstýri
og fyri landið alt.
O
g til seinast um tunlar
o.a.
Nú, mín tolni lesari, meðan tú
hevur lisið hetta, eru rund-
stykkini helst dýrkaði við 1 kr.
og breyðini við 5 kr., og tað
harmar meg, soleiðis at verða
óbeinleiðis orsøk til hesa dýrk-
anina. Men var tað ikki ein
startur fyri nýggja landsstýrið,
at gloyma øll givin lyfti um
tunlar og m.a., og heldur farið
og kannað, hvussu landsins
neyðsynjarvørur hava tað, og
sum kanska kundu sloppið
undan hesari alsamt accelerer-
andi hækkanini.
Men skal talan hinvegin
verða um ein tunnil, so lat bara
tey privatu taka sær av hesum.
Tí eitt er vist, at kemur Skála-
fjarðartunnilin ikki í bræði, so
má høvuðsvegakervið úr
høvuðsstaðnum og út um landið
breiðkast munandi – helst upp
til fýra spor, og tað verður ikki
framt uttan munandi milliarda
upphæddir.
Og tað veit hvør borgari í
landinum, og serstakliga tey,
sum í sorg og sakni varða av
vanlukkuligu gongdini á
hvørjum ári.
Og eisini er greitt, at eingin
kann vænta sær nakað av
verandi vegamyndugleikum
landsins, sum fyrr - undir heilt
øðrum heiti - sýndu stórt hegni
og serkunnleika og vaktu virð-
ing um lond fyri vega- og
tunnilsgerðir. Men sum nú
tykjast at vála sum í ørviti og
leiðsluloysi.
Tí eru míni ráð hesi: ”Leggið
tað, sum eftir er av hesum
stovni, bara út til tær størstu
kommunurnar at umsita. Tær
klára tað saktans og helst væl
betri – og fyri væl minni
kostnað.”
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Nýtt landsstýri í úrtíð –
meðan sólin sær søkir hav
Tíðargreinin
tíðargreinin
Arnstein Niclasen
Jóannes Eidesgaard
handar Kaj Leo
Johannesen lykilin til
løgmansskrivstovuna