mikudagur 22. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 203 - 22. oktober 2008
Byggingin av Skúladepli
num, henda framúr fram
skygda og góða verkætlan
in, er fyrst og fremst ein
uppgáva, sum áliggur
landinum.
Tórshavn, høvuðsstað
ur landsins, kann gera
munin, við at gerast ein
virkin samstarvspartur.
Hetta kann gerast við
m.a., at Kommunan og Skúla
deplin, samstarva um eitt nú:
• Framførslu og Fyri
lestrarhøll, sum kann ger
ast karmur um venjing og
framførslur, eisini hjá, Tórs
havnar Musikkskúla, eins
og nógvir aðrir møguleikar
eru fyri tónleiki og list.
• Býarbóka/KT savni,
Sum kann nýtast av næm
ingunum eins og vanliga
borgaranum.
• Ítróttarumhvørvið í
Skúladeplinum kann, aftaná
skúlatíð, nýtast av øllum
borgarunum í kommununi.
Ótolandi vánaligu
umstøðurnar hjá
Tórshavnar Musikkskúla
Fyri uml. einum ári síðani,
var evni á óformellum
fundi “Samstarv millum
Tórshavnar Musikkskúla
og Skúladepilin við
Marknagil.
Frá báðum síðum var
stórur áhugi fyri hesum
hugskotinum.
Nevnast kann, at Føroya
Studentaskúli og HF skeið
m.a.hevur tónleik sum læru
grein. Tí er framførsluhøll
partur í Skúladeplinum.
Er tað tá ikki skilagott at
gera samstarv millum
Skúladepilin og Tórshavnar
Musikkskúla??
Við samstarvi millum
kommunu og land kann
Skúladepilin við Marknagil
gerast ein sonn “mentunar
perla” í høvuðsstaðnum og
ein fyrimynd fyri úheimin.
Enn eru møguleikar fyri
samstarvi og sambygging.
Fyrireikingarnar í sam
bandi við bygging av Skúla
deplinum eru komnar væl
áleiðis, og hevur tað tí al
stóran skund, skal tað
eydnast at fáa sambygging
samstarv millum Skúla
depilin við Marknagil og
Tórshavnar Musikkskúla.
Kann “Skúladepilin við Marknagil” eisini
fevna um – Tórshavnar Musikkskúla?
Valevni fyri
Fólkaflokkin
Egon
ØrEgaard
Í dag hava allir almennir
og kommunalir stovnar
kantinur til starvsfólk, ein
sjálvsfylgja í einum nútím
ans framkomnum
samfelag.
Men hvat við skúlunum,
hava allir skúlar kantinur
til børnini at eta í – nei.
Býráðsmeirilutin hevur
valt at raðfesta ørðvísi, tey
hava raðfest fyrisitingina í
Tórshavnar Kommunu
fram um skúlamál, (sí
talvuna niðanfyri).
Okkara børn verða
noydd at sita inni í skúla
stovunum og eta sín mat
pakka. Skúlastovurnar eru
slett ikki egnaðar sum kan
tinur. Okkara skúlabørn
skulu hava kantinur, sum
øll onnur starvsfólk hjá
kommununi.
Skúlin er teirra arbeiðs
pláss, tí er kravið einfalt,
allir skúlar skulu hava mat
stovur til børnini. Hetta er
ikki meira enn rímuligt í
einari framkomnari
kommunu í 2008.
Niðanfyri síggja vit,
hvussu fyrisitingin í Tórs
havnar kommunu er
svulmað upp við 10 mill.
kr í tíðarskeiðinum frá
2004 til 2008. Hesin
býráðsmeirilutin hevur
niðurprioriterað skúlan og
uppraðfest sína egnu
fyrisiting. Vit skulu hava
kantinur á allar skúlar í
kommununi til frama fyri
trivnaðin hjá næmingum
og lærarum.
Hetta verður loyst tá vit
aftur taka við leiðsluni í
býráðnum.
Matstovur til allar skúlar í
Tórshavnar Kommunu
á lista B
annfinn
BrEkkstEin
Millum ár og dag hoyrir tú
fjølmiðlafólk nýta slíkar
máliskur, at títt málhjarta
grætur um, at hesi fólk,
sum skuldu verið fyrimynd
ir okkara, eru so lítið at
sær komin málsliga sæð.
Útvarpið tekur t.d. fólk inn
av gøtuni, sum ikki hava
skil fyri tí grundleggjandi í
mállæruni, at gera ítrótta
sendingar, og tað kann ein
almennur stovnur ikki
bjóða fólki.
Tað er sjálvandi í lagi, at
fólk tala sítt bygdarmál í
eini útvarpssamrøðu, sjálvt
um hetta bygdarmálið
hevur málsligar villur, men
tað er ikki í lagi, at eitt
útvarpsfólk í eini almenn
ari tíðindasending nýtir sítt
bygdarmál við málsligum
villum. Tað er sjálvandi í
lagi at siga (noy) og (nei),
tí tað er ongin málsligur
feilur, men tíðindaupples
arin eigur at nýta rættar
bendingar og endingar. Tað
er t.d. burturvið at lesa:
Vit fingið!
Vit eita mong frálík
frásøgufólk, sum siga frá
ítrótti, t.d. Jógvan Arge og
Hilmar Jan Hansen, men
eg kundi hugsað mær at
spurt Hilmar Jan, hvør
stólpi er aftari, tí er annar
aftari enn hin, so átti hann
at verið fluttur! Hví ikki
siga, sum hinir frásøgu
menninir, handari stólpi og
næsti stólpi?
Fjølmiðlamál
kristin
PoulsEn
Andlát og jarðarferðir
Julia Midjord úr Vági
fer til gravar úr Vágs
kirkju hósdagin klokkan
13. Tey, ið vilja minnast
Juliu, kunnu lata Eldra
sambýlinum á Tvøroyri
eina gávu. Konta í
Føroya banka.
Birthe Helene Egholm
Leo fer til gravar úr
kirkjuni í Innri Njarvík
í Íslandi fríggjadagin
24. oktober klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Birthe Helene, kunnu
lata eina peningagávu á
konto í Eik Banka.
Dagny Petersen úr Sør
vági andaðist á Lands
sjúkrahúsinum leygar
kvøldið, 73 ára gomul.
Jarðarferðin
verður
kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
elskaða mamma, vermamma, omma og langomma
Anna Hermannsen
(Anna hjá Rasmusi á Háskúlanum)
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Sonju Klein, prest, fyri troystarrík orð.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Stóra tøkk fyri alla hjálp í sambandi við ervið.
Ein serlig tøkk til tykkum á Tjarnargarði, sum vóru
um hana, tey árini hon búði har.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir, og tøkk til
øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Ada og Hermann
Dagurin
23. oktober. Severius, deyður umleið ár 400. Biskupur
í Køln. Í Danmark er hann komin í bland við tann
halga mannin Sørin úr Ry í Jútlandi