Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ] Liverpool jagstrar Zaki Egyptiski álopsspælarin Amr Zaki hevur fingið veruligt gjøgnumbrot í enskum fótbólti í ár. Zaki, sum Wigan hevur leigað frá egyptiskum felag, hevur longu skorað sjey mál í Premier League, og nú hava fleiri feløg fingið áhuga fyri honum. Eitt av teimum er Liverpool, sum hevur váttað, at har eru tey áhugað í at hyggja nærri eftir Zaki, men tey viðurkenna eisini, at nógv feløg nú eru áhugað í honum. Kallaði mótspælara apu Toppskjúttin hjá danska 2. deildarfelagnum Avarta, Jesper Fosgaard, var um vikuskiftið vístur av vøllinum, eftir at hann hevði kallað ein mótstøðumann, sum ikki er dani, fyri eina apu. - Hetta var als ikki rasistisk hugsað, men bara eitt orðaval, sum vit ofta brúka í okkara egna felag. Tað var óheppið at brúka júst hatta orðið, men eg kundi ikki funnið upp á at verið rasistiskur mótvegis nøkrum, sigur Jesper Fosgaard við bold.dk Sunnari partur av landinum er varpaður úr fremstu røð, og norðasta felagið hevur orsøk at senda vinarligar tankar til mótstøðuliðið í síðsta umfari Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vit eru komin væl inn í síðstu fótbóltsvikuna í hes- um kappingarárinum. Leyg- ardagin varð greitt, hvørji skulu flyta upp og niður úr næstbestu deildini. Í gjár varð greitt, at EB/Streymur er meistari, og at HB vinnur silvurmerkini, og tað varð eisini greitt, at tað verður B71, sum saman við Skála noyðist tungu leiðina niður í næstbestu deildina. At B71 flytir niður, og at tað ikki eydnaðist VB/ Sumba at flyta upp ber við sær, at tað næsta kappingarár so at siga verður landafast í fremstu røð. Formulafeløg- ini fara ikki at ferðast um firðir og sund. Í hvussu so er ikki í bátum og ferjum. Hjá teimum, sum búgva í støðugt vaksandi miðstaðar- økinum, fer tað at bera til at ferðast í bili og bussi til all- ar 90 dystirnar í bestu deild- ini. Sandoy og Suðuroy verða ikki partar av bestu fótbólts- deildini. Ivaleyst kemur hetta væl við hjá onkrum spælara og áskoðara, sum er plágaður av sjóverki. Men tað eru helst eisini fleiri, sum harmast um, at Suðuroy og Sandoy ikki fara at sita um Formula borðið saman við teimum bestu. Sandoyingar hava við vánaligum fyritreytum stríðst fyri at menna nýtt lið. Nú tað ikki eydnaðist at varðveita sessin í fremstu røð, og nú ímyndin av B71, Eli Hentze, hevur boðað frá, at hann gevst sum venj- ari í barndómsfelagnum, ber tað væl til at ímynda sær, at eftirspurningurin verður stórur eftir bæði venjaranum og profilunum á liðnum. Tað kann aftur fara at bera við sær, at tað verður tungt og torført hjá B71 at stríða seg uppaftur. Hetta man vera gott dømi um, at tað ofta kennist tungt, tá ið tað er sjógvur ímillum teg og tey, sum tú kappast við. Klaksvíkingar eru slopnir undan sjógvi og ferjum, tá ið tað ræður um fótbólt. Nú er tað staðfest, at KÍ eisini næsta kappingarár fer at verða partur av bestu deild- ini. Tað gekk akkurát. Leygardagin fer KÍ til Gøtu, og í Sarpugerði fer at bera til at takka víkingunum fyri, at teir við teprum sigri á Sandi syrgdu fyri, at KÍ kom undan hóttanini, áðr- enn ferðina til Gøtu. Tað er stór undirstriking av, at gamli fótbóltsrisin er í djúpari kreppu, at tað ikki var KÍ sjálvt, men at tað vóru Víkingur og lítli neyv- leikin hjá skilagóðu B71 spælarunum, sum vóru orsøk til, at KÍ í gjárkvøldið varð tryggjað enn eitt ár í fremstu røð. Fyuri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað NSÍ at vinna fulla úrtøku ímóti KÍ. Hevði tað eisini havt eydnast í hinum báðum royndunum, so hevði NSÍ framvegis verið við í FM stríðnum. NSÍ fer leygardagin at kappast við B36 um bronsu- merkini. HB vann trivaligan sigur á grannunum, og nú endaði tað við, at kappingar- árið, sum teir í HB støðugt hava hildið um hevur verið kiksað, hava vunnið silvur- merkini. Leygardagin hava sigursvandu HB spælararnir møguleika at seta nýggju FM vinnararnar upp á pláss við Margáir, áðrenn gull og skreyt fara at verða hand- að. Í gjárkvøldið var ikki meiri eftir í heystarliðnum fram um øll hini. B68 tapti á heimavølli ímóti ÍF. Tað ber við sær, at dystartalið á Svangaskarði aftur næsta ár verður trettan og ikki fjúrt- an, og tað ber við sær, at báðir uppflytararnir – B68 og ÍF – aftur næsta ár fara at spæla í bestu deildini. Tað kemur ikki ofta fyri – hvørki heima ella burturi – at eingin uppflytari er at finna millum niðurflytarar- nar, tá ið kappingarárið er lokið. Margfaldni EB/Streymur er FM vinnari, og føroyski fótóltsheimurin fegnast saman við teimum á samansetta liðnum. Hóast teir hava snávað nakrar ferð- ir, so er eingin ivi um, at FM heitið søtliga er uppi- borið. Hjartaliga tillukku við tí! At EB/Streymur nú er komið upp í liðið, sum hev- ur vunnið FM er undirstrik- ing av, at tað nú er torførari at spáa um føroyskan fót- bólt, enn tað plagdi at vera. ÍF breyt í 1979 valdið hjá inntil tá sigursvandu feløg- unum – KÍ, HB, TB og B36 – og síðani hava fleiri onnur poppað upp: GÍ, B68, B71, VB, NSÍ og nú EB/Streym- ur. Á Skála munnu tey minn- ast aftur á, tá ið teirra lið, sum nú skal spæla í næst- bestu deildini, fyri trimum og fýra árum síðani var um reppið at melda seg inn í liðið av nýggjum meistar- um! Eisini næsta ár fara havn- arfeløgini at verða roknað sum favorittar at vinna meistaraheitið. Telvingin um manningarliga grundar- lagið er um at vera liðug hjá teimum, sum í ár hava vunnið ovastu plássini. Hjá onkrum av hinum eru teir verri enn so komnir so langt. Har hevur illa borið til at taka avgerðir, áðrenn tað varð greitt, um tað fór at snúgva seg um fremstu ella næstfremstu deildina. Stóru feløgini toga støð- ugt í bestu spælararnar á FM liðnum. Um tað eydnast EB/Streymi at varðveita Sigfríð og Magna og Hans Paula, Arnbjørn, Sorin og hinar, so verður FM vinn- arin í ár eisini næsta ár mill- um favorittarnar. Um spild- urnýggjur FM vinnari skal finnast næsta ár, so er ein- asti møguleikin Víkingur. Hetta og so mangt annað fer tað at verða tosað og skrivað um næstu mánaðir- nar. Spenningurin er av fyri hesa ferð. Leygardagin fer tað at snúgva seg um pyntið, og so verður fokus sett á nýggja kappingarárið, ið verður søguligt á tann hátt, at tað verður tað fyrsta, síðani fyrsta kappingin um FM var á skránni í 1942, har tað ikki verður neyðugt at sigla til nakran dyst! Nú er landfast í fremstu røð Sólin fór ógvuliga symbolskt niður um sjónarringin á Mýruhjalla, tá EB/Streymur vissaði sær FM-gullið. Saman við B71 má Skála tungu gongdina úr Formula-deildini Mynd: Sofus D. Johannesen