Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 11. partur Í 1989 var eg í Geresse, har eg loysti Doris Heinesen av, meðan hon var heima í farloyvi. Eg skuldi hava umsjón við arbeiðinum á klinikkunum í Geresse og Galta, sum er um 100 km í ein útnyrðing úr Geresse. Eg skuldi ferðast ímillum og skuldi eisini fara út í bygdirnar, sum liggja í hesum økjum. Í Geresse vóru eisini eini donsk hjún, Lisbeth og Arne Kiel Nielsen, og ein donsk lærarinna, Hanna Rasmussen. Fyrsta sunnudagin í Geresse fór eg í kirkju. Tað var væl av fólki. Gudstænastan byrjaði vanliga kl. 10, men av tí, at politiskur fundur var í býnum frá morgninum av, byrjaði gudstænastan ikki fyrr enn kl. 11.30. Hon vardi til kl. 3 seinnapartin. Geresse liggur uppi á einum fjallaryggi. Lea, systir, hevur í síni bók “Á ferð í Etiopia” greitt frá vitjan í Geresse, tá ið vit vóru har á vitjan í 1995. Bratt er at koyra niðan í fjøllini. Tað eru ikki færri enn 200 veg­ sneiðingar á hesum teininum. Í hæddini er útsýnið frálíka vakurt yvir dalar og fjøll og tað stóra Djanovatnið. Tá ið vit komu hagar á vitjan í 1995 vóru nógv fólk, sum tóku ímóti okkum, bæði vaksin og børn. Eg arbeiddi í Geresse 1989­ 90. Har hevði Doris eisini arbeitt størsta partin av síni tíð í Etiopia. Beint tá var hon í Arba Minch, og hon koyrdi okkum. Tjóðarmaturin indjera wátt Um kvøldið vórðu vit boðin út til “indjera wátt”, sum er eitt slag av tjóðarrætti í Etiopia. Hetta er breyð, sum verður gjørt úr einum korni, sum kallast teff. Deiggið, sum er tunt, verður gjørt við súrdeiggi dagin fyri og stendur alla náttina. Tað verður síðan bakað á eini stórari pannu. Hetta líkist mest pannukøkum, men hevur ein heilt annan smakk og er grátt á liti. Wátt kann gerast á ymiskan hátt. Tað mest vanliga er við sterkari piparsós saman við kjøti, høsnarungum, bønum og ymiskum grønmeti. Pannukøkurnar verða lagdar á eitt stórt fat mitt á borðinum. Wátt verður stoytt í miðjuna. Fólkini, sum sita rundan um, taka nú hvør í sínum lagi eitt petti av pannukøkuni og dyppa tað í sósina. Hetta smakkar óføra væl og gevur eina kenslu av samanhaldi. Matfelagsskapurin hevur stóran týdning í Etiopia. Tað er tekin um vinskap. Hendan rættin eta vit eisini heima í Føroyum við serstøk høvi. Føroyingar halda kanska wátt vera í so sterkt. Tað eru sjálvandi ymiskir aðrir matvanar. Vit vóru ofta boðin inn til fólk og fingu bjóðað teirra mat. Eitt dømi er reydlig rót, sum er skorin sundur og kókað, og mais, sum er steikt í eldi. Afturvið fingu vit kaffi. Tað vil siga bløð av kaffi­ trænum, sum var kókað saman við mjólk. Tað smakkaði ikki so nógv av kaffi, men var gott kortini. Tey dyrka kaffi sjálvi, men oftast verða kaffibønirnar seldar. Reint kaffi hava tey illa ráð at drekka sjálvi. Húsfólkið át saman við okkum. Tað hevur sín serliga dám at sita í smáttuni rundan um eldin. Tá kenna vit ein serligan felags­ skap, sum ber yvir landamørk og tungumál. Annars er tað eisini ein partur av missiónsvirkseminum at læra mammurnar at gera fjølbroytt­ an mat. Ofta eru børnini niður­ undirkomin, tí maturin er so einstáttaður. Trongligt á marknaðinum Vit vitjaðu marknaðin í Geresse. Har vóru nógv fólk, fleiri hundrað, so tað var sera trongligt. Eftir vegnum gingu nógv fólk. Tey komu av marknaðinum á veg heim og høvdu ymiskt við sær. Kvinnurnar høvdu alt í einum pjøka á bakinum, til dømis korn, kaffi, grønmeti og annað. Tær vóru í vøkrum litríkum kjólum við tí sermerkta vovna hvíta teppi­ num um herðarnar og turriklæði á høvdinum. Tær vóru skóleysar ella í sandalum. Menninir gingu í sandalum og kanska við spjóti í hond, leiðandi eina geit ella asna ella við eini hønu undir arminum. Teir vóru eitt Úlvur í seyðaklæðum Tað vóru tey, sum royndu at sleiskast fyri makthavarunum fyri at fáa hægri tign. Ein av teimum var Lemma. Hetta gjørdist bert stokkutur hiti. Arbeiðið gekk sína gongd millum annað við at hjálpa barnakonum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Nr. 203 • 22. okt. 2008 Kona bakar indjira wátt Á marknaði í Geresse