Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ] Arsenal vil hava Defour Enska stórfelagið Arsenal er áhugað í at keypa 20 ára gamla Steven Defour, sum er liðformaður á belgiska liðnum Standard Liege. Skysports heldur seg vita, at Arsenal er til reiðar at gjalda 70 milliónir krónur fyri belgiska stórtalentið, sum longu hevur spælt 16 landsdystir. Men feløg sum Ajax, Palermo, Lyon og Middlesbrough skulu eisini verða áhugað í spælaranum. Klinsmann vil ov nógv Leiðslan í týska stórfelagnum FC Bayern stuðlar framvegis venjaranum í felagnum, Jurgen Klinsmann, hóast úrslitini var verið misjøvn seinastu vikurnar. - Hann vil náa alt beinanvegin, men Rom varð ikki bygdur eftir einum degi. Hann brúkar nógva tíð í felagnum, og eg havi sagt við hann, at hann skal sova eitt sindur longri onkrar morgnar, sigur Uli Hoeness, stjóri í Bayern. KÍ skoraði enn eina­ ferð í egið mál, og tað gjørdist munurin í dystinum í Klaksvík í gjárkvøldið. Heima­ liðið royndi at trýsta í seinna hálvleiki, men NSÍ var líka nær við at skora KÍ-NSÍ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dysturin í Klaksvík var ikki meira enn byrjaður, so hevði KÍ gjørt tað, sum teir hava verið góðir til seinastu vikurnar – nevniliga at skora sjálvmál. Á Toftum skoraði Kí sigursmálið fyri B68, í botndystinum ímóti B71 hjálpti KÍ til við einum máli fyri B71, og aftur í gjárkvøldið beindu teir bláu og hvítu bóltin í egið mál. Ungi og evnaríki bakkurin Ári Samson var óheppin, tá Hjalgrím Elttør sendi inn- fyri úr vinstru, bólturin rakti hann í fótin og støkk í meskarnar aftanfyri Jákup Mikkelsen. Ein óheppin byrjan hjá unga spælaranum, sum hevði fingið møguleik- an, men hann fótaði sær og spældi seg uppaftur. NSÍ hevði munin í fyrra hálvleiki. Runavíkingar spældu skilabetri og høvdu rímiligt tak á støðuni. KÍ hevði onkrar royndir frá Rodrigo og eitt drønskot frá Eli Simonsen, men einki mál kom. KÍ trýsti Í seinna hálvleiki setti KÍ meira ferð á, og í løtum trýsti heimaliðið óført. Tað endaði við nógvum deyð- bóltsstøðum, sum vóru við at skapa vanda, men KÍ megnaði ongantíð at spæla seg til opnar málkjansir. Óli Hansen og Johan Tro- est Davidsen í miðverjuni vóru raskir at koma ímillum og standa fyri, tá KÍ sendi bóltar inn í brotsteigin, og málmaðurin Tórður Thom- sen slapp undan at gera tær stóru bjargingarnar. Sum seinni hálvleikur leið, kom NSÍ spakuliga við í dystin aftur, og seinasta korterið vóru runavíkingar- nir vandamiklir. Jákup Mikkelsen, sum eftir dystin varð kosin ársins KÍ-spæl- ari, hevði onkra stórbjarging, sum forðaði fyri, at NSÍ økti um leiðsluna. Kegl og ljótar taklingar Onkrir drúgvir steðgir vóru í seinna hálvleiki, og FIFA- dómarin Petur Reinert legði seks minuttir afturat. Men nógva av yvirtíðini fór við grenji, keglið og keðiligum taklingum. Og meðan eitt grovt hegl- ingsæl skolaði yvir Injector Arena, kundi klaksvíkingar at enda fegnast um, at B71 tapti sín dyst, og so hevði ósigurin ímóti NSÍ ongar keðiligar avleiðingar fyri klaksvíkingar. NSÍ hevur við sigrinum spælt seg inn aftur í dyst- inum um bronsuheiðurs- merkini. Jan og Jákup heiðraðir Bláa Bylgjan, sum er fjepparafelagið hjá KÍ, heiðraði eftir dystin í gjár Jan Joensen og Jákupi Mikkelsen Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetta varð gjørt á sam- komu í Café KÍ, sum seinnu árini hevur verið partur av KÍ-høllini. Teir báðir vórðu heiðraðir fyri avrik síni í KÍ. Jan Andreasen hevur verið partur av besta lið- num hjá KÍ í 18 ár, og hevur hann millum ann- að verið við til at vinna tvey meistaraheiti hesi árini. Fyri trúgvu tænastuna – og kanska eisini fyri sigursmálið móti B71 fyri góðum mánaði síð- ani – fekk Jan serliga minnisplátu frá fjeppar- unum, sum helst fegnir síggja Jan sum part av liðnum í 2009 eisini. Jákup Mikkelsen hev- ur ikki spælt eins nógv ár í KÍ. Landsliðsmál- verjin hevur gjørt fult so nógv vart við seg utt- anlands, har Danmark, Noreg og Skotland eis- ini hava staðið á visit- kortinum, eins og hann í tvey ár vardi málið hjá B36. Men tað var eingin ivi, tá besti KÍ’arin hetta kappingarárið skuldi kjósast, og varð málverj- in eisini heiðraður fyri hetta. Eyðun Torgeirsson, for­ maður í Bláu Bylgjuni, saman við Jan Andreasen og Jákupi Mikkelsen Mynd: Hans J. Heinesen KÍ-NSÍ 0-1 (0-1): KÍ skoraði sigurmálið fyri NSÍ åKlaksvíkingar skutu sjálvir einasta málið, sum fall í seinasta heimadystinnum. Málið fall tó í skeiva endanum, men úrslitið á Sandi lagaði tað kortini so, at KÍ eisini í 2009 spælir í Formula­deildini Mynd: Norðlýsið NSÍ KÍ 27