mikudagur 22. oktober 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 22. oktober 2008
Stutt Sagt
Óheppin
skipsvitjan
Peter Mandelsohn, sum
júst er tilnevndur bretskur
handilsmálaráðharri, kann
vænta sær nakrar ágang
andi spurningar, tá hann
skal til hoyringar í einari
nevnd hjá Parlamentinum
um eina vitjan umborð á
einum stuttleikaskipi, sum
russiski
oljuríkmaðurin
Oleg Deripaska.eigur.
Peter Mandelsohn kann
tó ugga seg við, at tinglim
irnir úr tí konservativa and
støðuflokkinum hava nóg
mikið at hugsa um sjálvir,
tí tað vísir seg, at ein av
teimum
fremstu
kon
servativu politikarunum,
Georg
Osborne,
hevur
eisini vitjað umborð á
sama stuttleikaskipi, tá tað
lá við bryggju á griksku
oynni Korfu í summar.
Blaðið The Times hevur
frá einari álítandi keldur
fingið at vita, at Oleg
Deripaska beyð sær til at
lata valgrunninum hjá kon
servativa
flokkinum
50.000 pund. Peningin
skuldi hann flyta frá einum
felagi, sum hann eigur í
Bretlandi,
tí
sambært
bretskari lóg kunnu flokkar
ikki taka ímóti fíggjarligum
stuðuli uttaneftir.
Talsmenn hjá konserva
tiva flokkinum hava av
sannað, at flokkurin hevur
fingið tilboð um stuðul frá
russiska oljuríkmanninum,
men teir viðganga, at
Osborne var umborð á
stuttleikaskipinum.
Peter Mandelsohn hevur
viðgingið, at hann var
umborð á skipinum hjá
Oleg Denipaska, meðan
hann var ESkommiserur
í
handilsmálum,
men
hann vísir aftur, at vitjanin
hevði nakað politiskt mál.
Bretskir fjølmiðlar skriva,
at Mandelsohn sleppur tó
ikki
undan
at
svara
spurningum um vitjanina.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Hava danir gloymt, hvat hendi Theo van Gogh? Vit
hava í hvussu er ikki gloymt tekningarnar av profetinum
al-Qaeda
útlond
Peter Mandelsohn kann
vænta sær ágangandi
spurningar
Mynd: Reuters
Í fyrstani gav hon val
stríðnum hjá republ
ikanarunum nýtt lív,
men nú halda fleiri,
at Sarah Palin var ikki
tað rætta valið kortini
Tá John McCain kom á
landsfundin hjá republik
anska flokkinum í septem
ber og boðaði frá, at tann
lutfalsliga ókendi guvernør
urin í Alaska, Sarah Palin,
var hansara varaforsetaval
evni, mundi fagnaðurin á
fundinum ongan enda fing
ið. Her høvdu republikanar
arnir funnið eina kvinnu av
meðalstætt, og so tosaði
hon eitt mál og um evni,
sum tann vanligi amerikan
arin skilti og hevði áhuga
fyri. Harafturat var hon kon
servativ, og tað kundi fáa
fatur á teimum høgraveljar
unum, sum ikki eru serliga
fegnir um McCain.
Men síðani er nógv broytt.
Tað eydnaðist demokrat
unum at vísa á, at Sarah
Palin hevur als ongar uttan
ríkispolitiskar royndir, og at
hon als ikki er búgvin at
taka við sum møguligur for
seti, um okkurt skuldi hent
tí 72 ára gamla McCain. Har
afturat høvdu demokratarnir
hepni við at halda uppá, at
avgerðin hjá McCain av
velja ein so óroyndan vara
froseta avdúkaði tvørrandi
dømievni hansara.
Nógvir
republikanarar
hava eisini vent sær ímóti
valinum hjá McCain. Peggy
Norman, sum er millum
teir fremstu republikonsku
viðmerkjararnar, sigur við
National Review, at eftir
hennara tykki eigur Sarah
Palin at taka seg aftur sum
varaforsetavalevni.
Sam
bært Peggy Norman var Sar
ah Palin ein fyrimunur fyri
flokkin, men er nú vorðin
ein byrða.
Michele Swers, sum er
professari á Georgetown
University, heldur, at Sarah
Palin kann vera ein orsøk
til,
at
undirtøkan
hjá
McCain hevur verið vikn
andi í seinastuni, soleiðis
sum meiningakanningarnar
hava víst.
Sarah Palin vorðin ein byrða
fyri John McCain
Sarah Palin er vorðin ein byrða fyri republikanararnar
Mynd: Polfoto
Løgreglan
fekk køliskáp
við manna
høvdum
Rúsevnastríðið í
Meksiko gerst alt
samt meiri óhugna
ligt, og tað er næstan
einki mark fyri, hvat
harkaliðini kunnu
finna upp á
Nú um dagarnar kom eitt
flutningsfelag við einum
kassa til eina løgreglustøð
har norðuri í Meksiko. Á
fylgiskjalinum stóð, at talan
var um heilivág, men tá
løgreglan breyt kassan upp,
vísti tað seg at vera eitt køli
skáp, og í tí lógu fýra manna
høvd og eitt bræv, skrivar
AP. Meksikanska løgreglan
veit ikki, hvørjum tey fýra
høvdini eru av, og hon vil
ikki siga, hvat stóð í brævin
um, sum lá í køliskápinum.
Løgreglustøðin, sum fekk
kassan, er stutt frá amerik
anska markinum, og stjórn
in í Washington kunngjørdi
í gjár, at Condoleezza Rice,
uttanríkisráðharri, fer til
Meksiko seinni í vikuni at
tosa við myndugleikarnar
har um tað óhugnaliga stríð
ið ímillum tey meksikonsku
rúsevnaharkaliðini.
Hildið verður, at rúsevna
stríðið hevur kostað umleið
4.000 mannalív higartil í ár.
Í fjør var talið um 2.700.
Mohammedreza Had
dadi var 15 ára gamal,
tá hann bleiv dømdur
til deyða í Iran. Í dag
er hann 19 og bíðar
eftir gálganum
Mohammedreza
Haddadi
var 15 ára gamal, tá hann og
tríggir vaksnir skyldmenn
beindu fyri einum eldri bil
førara í iranska býnum Shir
az. Tá málið kom fyri rættin,
játtaði Mohammedreza, at
tað var hann, sum hevði
beint fyri bilføraranum. Sam
bært
næstringunum
tók
hann ábyrgdina á seg, tí hin
ir tríggir høvdu lovað hon
um pengar afturfyri. Teir
høvdu eisini vissað hann
um, at hann bleiv ikki revs
aður, tí hann var so ungur.
Men tá mamma hansara
vitnaði og greiddi frá, at
hvørki hon ella sonurin
høvdu fingið nakrar pengar,
tók Mohammedreza sína frá
greiðing aftur. Tað gjørdi
kortini ikki mun, tí rætturin
kom til ta niðurstøðu, at hann
var høvuðsmaðurin, og sum
tann einasti av teimum fýra
ákærdu bleiv Mohammedreza
dømdur til deyða.
Tað eydnaðist kortini at
fáa avgerðina fyri ein hægri
rætt, sum kom til ta nið
urstøðu, at Muhammedreza
var ósekur, men av einari
ella aðrari orsøk bleiv
deyðadómurin standandi.
Iranska
stjórnin
hevur
skrivað undir barnarættinda
sáttmálan hjá ST, sum mill
um annað sigur, at eingin
kann takast av døgum fyri
brotsverk, sum viðkomandi
framdi, áðrenn hann/hon
hevði fylt 18 ár. Kortini verða
fleiri ungfólk dømd til deyða
og tikin av døgum í Iran. Hig
artil í ár eru minst seks ung
dómar avrættaðir, og meiri
enn 150 standa á bíðilista.
Teirra millum Muhamme
dreza Haddadi. Eftir ætlan
ini skuldi hann heingjast
tann 9. oktober, men tveir
dagar undan ásetta degnum
bleiv
avrættingin
útsett
orsakað av trýsti uttaneftir,
skrivar Reuters.
Hann bíðar eftir at
verða hongdur
Mohammedreza Haddadi var
15 ára gamal, tá hann bleiv
dømdur til deyða
Mynd: Reuters
31