Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 22. oktober 2008 tíðindi Føroyar kunnu helst sleppa smidliga inn í ES. Sosialurin skilir, at ES-nevndin er sinnað at leggja Føroyum lagaligar treytir, um Føroyar og ES fara í samráðingar um limaskap. Tað er Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum hevur fingið nýggju upplýsingarnar úr Brússel ES Jan Müller jan@sosialurin.fo   Í  hesum  døgum  er  nógv  virksemi á uttanlandspolit­ iska  økinum.  Almenna  orðaskiftið  snýr  seg  fyri  stóran  part  um,  hvørt  Før­ oyar skulu velja at nærkast  ES ella EFTA.  Samstundis,  sum  sam­ gongan eftir øllum at døma  stríðist  innanhýsis  um  europapolitisku  kósina,  koma  nú  spildurnýggjar  upplýsingar undan kavi, ið  broyta  uttanlandspolitisku  heimsmyndina, sum nógvir  føroyingar hava havt.  Nýggjastu  upplýsingar­ nar  koma  frá  Europasam­ veldinum.  Sosialurin skilir frá væl­ vitandi  keldum,  at  ES­ nevndin  er  sinnað  at  lata  Føroyum  lagaligar  treytir,  um  Føroyar  og  ES  fara  í  samráðingar um, at Føroyar  skulu gerast partur av ES.  ­  Fundur  hevur  verið  í  Brússel millum fólkatings­ mannin  hjá  Sambands­ flokkinum,  Edmund  Joen­ sen,  og  Olli  Rehn,  ES­ kommisser,  ið  umsitur  útvíðkanina hjá ES, upplýsir  keldan fyri Sosialinum.  Eftir øllum at døma hava  teir báðir prátað um, hvørjar  treytir  ES  kann  hugsast  at  seta  Føroyum,  um  tað  skuldi  komið  hartil,  at  partarnir fara í samráðingar  um limaskap fyri Føroyar.   Sosialurin  veit  ikki  ítøkiliga,  hvør  niðurstøðan  av  samrøðunum  er,  men  keldan  upplýsir  tó,  at  tað  eru komin sera positiv tekin  úr Brússel.  ­ Fólkatingsmaðurin hev­ ur lagt upp til at kanna eina  smidliga  loysn,  og  eftir  øllum  at  døma  hevur  ES­ kommisserurin  reagerað  positivt.  Svarið  er  serliga  positivt fyri føroysku fiski­ vinnuna,  ið  hevur  verið  stóri  trupulleikin,  upplýsir  keldan.  Júst  fiskivinnan  hevur  verið  trupulleikin  og  eitt  slag av forðing fyri, at Før­ oyar og ES kunnu nærkast.  Føroyingar  hava  stúrt  fyri,  at  ES­fiskivinnupolitikkur  skal  galda  í  Føroyum,  um  Føroyar  taka  stig  til  eitt  tættari tilknýti til ES.  ­  Helst  er  okkurt  hent  í  hesum spurninginum, sigur  ónevnda  keldan  hjá  Sosialinum.  Edmund Joensen ES: Føroyar fáa lagaligar treytir Uppskotið til fíggjarætlan fyri 2009 hevur verið til fyrstu viðgerð í Tórshavnar býráð, og javnvigar tað við knøppum 657 milliónum krónum. Fíggjarætlanaruppskotið, sum endaliga skal vera samtykt í síðsta lagi 1. desember, er lægri enn fíggjarætlanin í ár Vit fylgja neyvt gongdini í  føroyska búskapinum og  vit leggja orku í at liva upp  til nýggju ásetingar hjá  landstýrismanninum í  fíggjarmálum. Í øðrum lagi  er tað eisini ein sannroynd,  at vit sum høvuðsstaðar­ kommuna fylgja væl við  altjóða búskaparligu  gongdini, og viðurkenna at  vit eru partur av altjóða  rákinum. Okkara besta – og  kanska einasta – amboð er  at raðfesta, og tað sæst  aftur í fíggjarætlanini fyri  2009. Roknað verður við  knøppum 600 milliónum  krónum í skattainntøkum  komandi ár. Lagt er upp  fyri einum avmarkaðum  vøksturi í útreiðslum. Uppskotið er gjørt út frá,  at virksemið hjá kommuni  kann halda fram á einum  nøktandi støði, við somu  tilboðum, sum borgarin fær  í dag. Hædd er í ein ávís­ um mun tikin fyri hækk­ andi útreiðslum til lønar­ vøkstur og hægri orku­ prísir. Pláss er tó eisini fyri  nýggjum virksemi, sum er  farið í gongd, ella fer í  gongd í 2009. Samstundis  er lagt upp til at tálma  útreiðsluvøkstrinum og tí  liggja nógvar játtanir á  sama støði sum í ár, 2008. Íløgur stóran part av útreiðslunum Stórur partur av útreiðsl­ unum fara, eins og í 2008,  til íløgur. Tó er upphæddin  munandi lægri í 2009.  Barnaansing fer við 20%  av útreiðslunum og tað  sæst eisini aftur í nøgd­ semiskanningini, at hetta  er eitt økið, kommunan  raðfestir høgt. Barnaansing­ in er blivin lagaligari fyri  borgaran, systkinaavsláttur  er settur í verk og frítíðar­ skúlin røkkur nú upp í 2.  flokk. Tekniskar veitingar fara  við 17% av útreiðslunum.  Her er tað Bussleiðin, ið  kostar mest, tí hon er  útbygd og gjørd til ókeypis  tænastu. Økið skúla­ og mentamál  fer við 12% av útreiðslu­ num. Sjálvt um kommunan  hevur næstan 100 færri  næmingar í skúlaárinum  2008/2009, í mun til skúla­ árið framanundan, so er  játtanin til hetta økið  hækkað munandi. Orsøkin  er, at skúlin við Løgmanna­ breyt læt upp í ár, umframt  at ynski er um at styrkja  KT­støðuna á skúlunum. 2009 er árið, tá Tórs­ havnar kommuna kann  hátíðarhalda 100 ár sum  fólkavald kommuna, og  hetta sæst sjálvandi eisini  aftur í fíggjarætlanin. Aðrar útreiðslur fara við  11% og liggja útreiðslurnar  á sama støðið sum í ár.  Fyrisitingin fer við 9% og  almanna­ og heilsumál við  6%. Lánsgjøld fara við  umleið 1%, og í 2009  verður mett, at útreiðsl­ urnar til lánsgjøld verða 9  milliónir krónur. Skúli og mentan raðfest Í 2009 verða íløgurnar  149,2 milliónir krónur í  mun til 256,8 milliónir í  2008. Størsti parturin av  íløgunum fara til skúla­ og  mentanarøkið. Tað eru ser­ liga skúlin við Løgmanna­ breyt og skúlin á Argjum,  ið fáa part av íløgujáttan­ ini. Ítróttur­ og frítíðar­ virksemi fer við 20% og er  tað serlig útreiðslurnar til  fimleikahøllina við Tórs­ vøll, ið síggjast aftur her. Av játtanini fara umleið  7% til kloakkir og er tað til  framhaldandi at bøta um  kloakkviðurskiftini í komm­ ununi. Av tí at tørvurin er  so stórur á skúlaøkinum,  kunnu aðrar íløgur ikki  raðfestast líka høgt. Tað merkir tó ikki, at  íløgur á øðrum økjum  steðga upp, tí framvegis  verður arbeitt eitt nú við  Glyvursvegnum, tyrvingar­ plássinum, barnaansingini,  kirkjugørðum, smábáta­ havnum og sum heild  fríðkan av býnum. Um hugt verður at  íløgunum fyri árini 2005 til  2009, so sæst, at skúlaøkið  fær part í eini munandi  størri raðfesting árini  2007­2009. Eisini sæst at  mentan og frítíð eru raðfest  frammalaga hesi árini.  Vegir og kloakkir hava  serliga í 2006­2008 verið  raðfest, meðan barna­ ansing, serliga í 2005 og  men eisini í 2006, hevur  fingið nógvan pening til  íløgur. Um hugt verður at  karmunum fyri íløguætlan­ ina 2009 og tey næstu  fimm árini, so sæst, at  skúla­ og mentaøkið fram­ vegis fyllir nógv, til og við  ár 2012. Íløgur til vegir  síggjast aftur frá 2010, og í  2011 koma íløgur til  eldraøkið at muna, meðan  tørvurin á íløgum til  vatnveiting verður stórur í  2012 og tey næstu árini. Endi: Setningurin, ið Tjóðveldi  og Javnaðarflokkurin settu  hvørjum øðrum við  ársbyrjan 2005, er lokin.  Samgonguskjalið hevur  verið støðið og einki liggur  á láni. Úr rúgvuni kunnu  vit nevna:  •  Trivnað og mentan við  nógvum ítrótti og  frítíðarvirksemi við best  hugsandi karmum •  Barnaansingin er vorðin  lagaligari við systkina­ avslátti og frítíðarskúla  til 2. flokk •  Margarinfabrikkin og  Reinasríið er blivi eitt  gott tilboð og stuðlar  upp undir Tórsgøtu sum  mentanargøtu í  miðbýnum •  Tørvurin á ellis­ og  røktarplássum er bøttur  og karmarnir munandi  víðkaðir og Eldraráðið  er skipað hetta skeiðið •  Ólavsøkan hevur fingið  nýggjan ham, jólabýur  og sølutorg í Vágsbotni  eru nýggjar upplivingar •  Ferðsluvirðurskftini eru  bøtt við rundkoyringum  og Bussleiðin við  Skúlaleiðini er útbygd  og gjørd ókeypis •  Brennistøðin lýkur  altjóða krøv,  umhvørvisstuðul er  settur í verk, vit hava  verið virkin í Agenda  21­arbeiðnum, áir eru  reinsaðar,  ruddingardagar,  umhvørvisvika hava  verið og endurnýtsla er  sett í verk við  Tinghúsinum a  Sandvíkarhjalla •  Vinnumenningardeild er  sett á stovn, byggimál  og byggieftirlit hevur  verið styrkt og  heildarætlan er gjørd  fyri stórari skúlabygging  í kommununi •  Nú røkkur kommunan  frá Borðuni,  Kirkjubønesi, Hesti og  Koltursnakki, um  Kaldbak til á Deild  norðuri í Sundum Við hepni hevur  samgongan lagt dent á ein  varligan og ábyrgdarfullan  fíggjarpolitikk, ið setir  trivnaðin hjá bæði  borgarum og starvsfólkum  í hásæti. Yvirskipað hevur  samgongan staðið fyri  umsitingarligum og  politiskum opinleika, har  spurningar verða skjótt og  rætt avgreiddir. Eftir hesa loknu fýra ára  setu hevur samgongan í  landsins størstu kommunu  nátt teimum málum, sett  vórðu, støðugt havandi  hugsjónina um burðardygd  fyri sær. Tí er tað við fragd,  at vit síggja næsta ár fyri  okkum, árið tá Tórshavnar  kommuna kann  hátíðarhalda 100 ár sum  fólkavald kommuna. Fíggjarætlanin fyri 2009 lægri enn fyri 2008 borgarstjóri Heðin Mortensen 32