týsdagur 28. august 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 164 - 28. august 2001
Málveitslan varð av-
lýst, og tað gekk stril-
tið at fáa sigurin til
høldar ímóti botnlið-
num av Sandi
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað hevur gingið upp og
niður hjá klaksvíkingum í
ár. Á støðutalvuni sást, at
niðurtúrarnir hava kostað
nógv. Undan B71 dystinum
var málmunurin -12 mál.
Møguleikin, at pynta eitt
sindur um hetta sunnudag-
in, mundi kennast ikki so
langt burtur. Kurt Mørkøre,
Alexander Djordjevic og
Hjalgrím Elttør eru mál-
sóknir, og teir áttu at havt
gott pláss ímóti B71. Men
tað spurdist lítið burturúr.
Í fyrra umfarinum pakk-
aði B71 seg væl saman á
egnari hálvu. Teir á heima-
liðnum høvdu bóltin heilt
nógv, og teir spældu seg til
fleiri møguleikar at fáa
mál. Men veteranurin í B71
málinum stóð enn eina ferð
sum ein brandur, og so vóru
framrættaðu menninir hjá
KÍ ikki so neyvir og av-
gjørdir.
Kurt Mørkøre hevði í 1.
hálvleiki tvey góð skot, og
Alexander
Djordjevic
hevði bæði skot og góðan
stútari, sum vóru tætt við,
og eina ferð rakti hann í
tvørtræið.
Einasta
málið
undan
steðginum kom mitt í fyrra
umfarinum. Ove Nysted,
sum hesa ferð var í mið-
verjuni, var omanfyri allar
hinar, tá hornaspark kom
innfyri, og hann drønstút-
aði í kassan.
Setningurin hjá KÍ var, at
teir skuldu fáa bóltin út í
borðini, har unglingaspæl-
ararnir Atli Danielsen og
Hjalgrím Elttør høvdu sínar
ódnir. Tað komu fleiri inn-
legg úr borðunum og til
stóru menninar, sum Bern-
hard Petersen, Jógvan Jón
Petersen og Bjørn Thor-
steinsson høvdu tungu upp-
gávuna at taka sær av. Teir
fingu góða hjálp frá stinna
málverjanum.
Men
klaksvíkingarnir
nýttu ikki nóg ofta síðurnar.
Í staðin varð ofta roynt at
stinga fram eftir miðási-
num, og tá varð tað væl
lættari hjá sandoyarverjuni
at byrgja upp fyri.
B71 løtan
Eftir steðgin setti Kári
Reynheim seg sjálvan á
vøllin. Hann kom inn fyri
vongverjan í høgru, Hans
Jørgen Djurhuus. Útskift-
ingin var neyðug, tí vong-
verjin í 1. hálvleiki hevði
fingið gult kort, og ivaleyst
mundu sandoyingar kenna,
at tað so skjótt kundi koma
fyri, at eitt gult kort afturat
kom orsaka av skjóta Hjal-
grími Elttør.
Innskiftingin av Kára
Reynheim, sum hevði bestu
B71 skotroyndina í 2. hálv-
leiki, hevði onkrar umskip-
ingar á B71 liðnum við sær.
Og fyrrapartin av seinna
umfarinum vóru gestirnir í
Klaksvík væl betri við, enn
teir høvdu verið í 1. hálv-
leiki.
Serliga Kári Nielsen var
eyðsýndur. Hann hevur fín
evni sum fótbóltsspælari.
Hann hevur góðan bóltfør-
leika, hann er skjótur, og
hann hevur sjálvsálitið,
sum skal til. Spell at skaði
hevur hildið honum burtur
so leingi í ár. Kári Nielsen
megnaði fleiri ferðir at
sneiða fleiri klaksvíkingar
av sær. Í fleiri førum var
talan um næstan málmøgu-
leikar, men tað spurdist ikki
meiri burturúr, enn at
klaksvíkingar á og kring
vøllin ofta noyddust so at
siga at halda ondini.
Koppaði heim eftir
Síðsta lítla korterið gjørdist
KÍ yvirvágin størri aftur, og
KÍ hevði eisini í 2. hálvleiki
fleiri málmøguleikar. Eitt
nú tá Tomislav Sivic varð
spældur í góða skotstøðu.
Kurt Mørkøre staðfesti
heimasigurin. Alexander
Djordjevic, sum í gjár fór
heim til Jugoslavia, har
hann verður næstu tíggju
dagarnar, legði væl innfyri
úr høgru. Kurt var kaldur,
tamdi, brúkti skotfintuna
og smekkaði í kassan. Tá
restaðu sjey minuttir, og so
var tað bara ein spurningur
um, hvussu stórur sigurin
skuldi verða.
Einki mál kom afturat.
KÍ hómar bronsuna, men
teir í Klaksvík eru ivaleyst
nøgdir við at varðveita
fjórða plássið. Síðstu løt-
una loysti unglingaspælarin
Rógvi Laksáfoss Tomislav
Sivic av, og Símun W.
Høgnesen, sum hevur verið
burturstaddur, kom inn fyri
smáskadda Ova Nysted. At
U–15 landsliðsvenjarin Bill
Jacobsen síðstu minuttirnar
var á vøllinum, mettu
áskoðararnir sum eina joke,
og onkur hevði hug at ill-
neitast.
Sandoyingar høvdu vón-
að at fáa eitt stig, men teir
tóktust ikki serliga vón-
sviknir. Bjargingarroyndin
hjá teimum verður m. a. á
heimavølli, tá HB kemur
suður.
KÍ: Meinhardt Joensen –
Ove Nysted, Jan Andrea-
sen, Andrass Jacobsen –
Atli Danielsen, Jan Joen-
sen, Tomislav Sivic, Fríðin
Ziskason, Hjalgrím Elttør –
Kurt Mørkøre, Alexander
Djordjevic
B71: Valdemar Nowisci –
Hans Jørgen Djurhuus,
Jógvan Jón Petersen, Bern-
hard Petersen, Bjørn Thors-
teinsson, Svenning W. Han-
sen – Sverrir Kjærbo, Jón
Brekku, Julian Floresco –
Eli Hentze, Kári Nielsen
KÍ hægri enn fyrr í ár
Tað eydnaðist Hjalgrími og
hinum úr Klaksvík at vinna
sær trý stig móti
sandoyingum, so enn halda
teir fast um møguleikan fyri
heiðursmerkjum
Klaksvíkingurin Ólavur Simonsen, sum hevur
heili 270 ratingstig fleiri enn næstovasti
telvari í Íslandssúlukappingini, liggur einsa-
mallur á odda.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Árliga Íslandssúlukappingini fór av bakkastokki hetta
vikuskifti í hølum Havnar Telvingarfelags, og stór sannlík-
indi eru fyri at ratingfavoritturin vinnur hesa heldur styrk-
isveika kapping. Ólavur Simonsen er nevnliga einsamallur
á odda, og somuleiðis einasti telvari í hópinum sum hevur
yvir 2000 í rating. 2235 er nýggja ratingtal hansara, og
merkir tað hann nú hevur sníkt seg framum Torbjørn
Thomsen, Eyðun Nolsøe og Flóvin Tór Næs.
Fýra umfør eru leikt, og tey seinastu trý talvini verða
telvd komandi vikuskifti. Av teimum fjúrtan luttakar-
arnum royna millum annað eisini Hans Kristian Simon-
sen, Sámal Christiansen og Kári Durhuus eydnuna.
Kassameistarin leyp hvøkk á Ólav
Runavíkingurin Eyðun Lamhauge, sum røkir pengakassan
í Talvsamband Føroya, niðurspældi Ólavur í fyrsta umfari-
num. Hendan niðurspæling førdi tó ikki meir enn til ein
javnleik. Ov stór virðing fyri fjórðhægst rataða telvaranum
í Føroyum var orsøkin. Eyðun hevur 610 ratingstig færri
enn Ólavur, og er tí javnleikurin eitt bragd sum hann kann
vera nøgdur við.
Ólavur verður ringur at steðga av tí at hann hevur hitt
teir nærmastu kappingarneytarnar. Umframt javnleikin
ímóti kassameistaranum, hevur hann vunnið á Hans Krist-
ian Simonsen, Kára Durhuus og Ronny í Lon. Komandi
fríggjadag fær hann Brandur Jacobsen yvir av sær, og
hann er ikki hvør sum helst. Eisini kann Sámal Christian-
sen gera ein vørr, og tí kann Ólavur ikki enn kenna seg
heilt vísan í støðu sínari.
Ikki bert hevur Eyðun yvirraskað, men so sanniliga eis-
ini tann heilt ungi Rógvi Mortensen úr Havn. Hann er við
í toppinum við sínum hálvumtriðja stigi, og heldur hann
fram fer ivaleyst okkurt gott at spyrjast burturúr honum
komandi árini.
Tíverri hevur ikki verið møguligt at fingið hendur í
nøkrum talvi úr kappingini.
Støðan í toppinum:
Ólavur Simonsen
3,5 av 4
Eyðun Lamhauge
3,0
Hans K. Simonsen
3,0
Brandur Jacobsen
2,5
Rógvi Mortensen
2,5
Nýggjur ratinglisti pr. 12.08.01
Niðanfyri eru fullførdur listi yvir telvarar omanfyri 2000 í
rating.
1. John Arni Nilssen
2360
2. John Rødgaard, IM
2315
3. Heini Olsen
2265
4. Ólavur Simonsen
2235
5. Flóvin þór Næs
2230
6. Eyðun Nolsøe
2220
7. Torbjørn Thomsen
2210
8. Rani Nolsøe
2185
9. Jens Christian Hansen
2165
- Bogi Ziska
2165
11. Carl Eli N. Samuelsen
2160
12. Rógvi W. Rasmussen
2155
13. Jóan Hendrik Andreasen
2100
14. Steintór Rasmussen
2090
15. Martin Poulsen
2085
- Torben Ø. Johansen
2085
17. Terji Petersen
2080
- Torkil Nielsen
2080
- Heini Danielsen
2080
20. Martin Brekká
2060
21. Finnbjørn Zachariasen
2050
22. Olaf Berg
2040
23. Herluf Hansen
2035
Favoritturin á odda
C
M
Y
K
24
Nr. 164 - 28. august 2001
25
Viðmerking frá Skála
ítróttarfelag til
ítróttatíðindini í ÚF
leygarkvøldið
2. DEILD
Emil Jacobsen,
formaður í Skála
Ítróttafealg
Í ítróttatíðindunum í Út-
varpi Føroya leygarkvøldið
25. august varð róð fram-
undir, at Skála Ítróttarfelag
hevur broytt støðu í kæruni,
sum varð send Fótbólts-
sambandi Føroya, eftir 2.
deildardystin móti HB 12.
august í ár. Sagt varð, at
Skála, fyri at vísa góðan
ítróttaranda, umhugsaði at
at góðtaka, at dysturin skal
spælast av nýggjum.
Hetta hevur einki hald í
veruleikanum, og tíðinda-
maðurin hevur ikki fingið
hesa tíðindi váttað. Hvørki
frá nevndini ella frá nøkr-
um øðrum ábyrgdarpersóni
á aðrudeildarliðnum hjá
felagnum.
Veruleikin er tann, at
Skála áðrenn dysturin varð
spældur, gjørdi HB vart
við, at spældu teir báðir
leikararnir við í dystinum,
so varð kæra send kapping-
arnevndini hjá FSF HB
brúkti leikararnar, og tí
kærdi Skála.
Kappingarnevndin
hjá
FSF hevur viðgjørt kæruna
og givið Skála viðhald, og
har stendur málið, til HB
hevur gjørt av, um teir fara
víðari við tí.
Skála hevur kært um, at
HB brúkti tveir leikarar,
sum høvdu leikt í 1. deild
vikuskiftið frammanundan.
Sambært grein 8, 1 stk, í
kappingarreglunum er ikki
loyvt leikara at flyta niður í
lægri deild uttan so, at teir
hava sitið ein dyst yvir í
hægru deildini. Fyrstu-
deildardysturin millum GÍ
og HB, sum sambært kapp-
ingarskipanini varð dag-
settur tyil 11. august, varð
útsettur til eina ferð í sep-
tember, og tí høvdu leikar-
arnir ikki sitið kravda dyst-
in yvir. Hetta er brot á
reglurnar, og í slíkum før-
um er bara ein avgerð hjá
kappingarnevndini at taka,
at tað er at døma HB at tapa
dystin.
Síðani
dysturin
varð
leiktur – og síðani kæran
varð send inn – hevur Skála
fingið upplýst og váttað, at
annar av leikarunum, sum
kært er um, varð leikbann-
aður við trimum gulum
kortum. Sambært stk. 13 í
frágreiðingini til kapping-
arreglurnar verður sagt um
niðurflytingar, a tleikari,
sum er leikbannaður í t.d.
1. deild, ikki hevur loyvi til
at leika við lægri deild, fyrr
enn hann hevur sitið leik-
bannið av. Tað heur hesin
leikarin hjá HB ikki, og tí
er eisini tann reglan brotin.
Leggjast kann afturat, at
leikarin sat leikbannið av, tá
1. deild hjá HB leikti móti
VB í Vági vikuskiftið eftir
dystin millum 2. deildarlið-
ini hjá Skála og HB.
Hvat viðvíkur partinum
um
góðan
ítróttaranda
heldur Skála, at felagið
hevur hildið seg innanfyri
mark og reiðiliga tað. Fel-
agið hevur undan dystinum
gjørt mótstøðuliðnum púra
greitt, at vórðu ólógligu
leikararnir nýttir, varð kæra
send FSF.
Vit hava skilt, at HB hev-
ur fingið loyvi at brúka
leikbannaða leikaran, hóast
hetta er greitt brot á reglur-
nar. Kortini valdi felagið at
brúka enn ein 1. deildar-
leikara, sum heldur ikki
leyk treytirnar í grein 8, stk.
1 í kappingarreglunum. So-
statt er tað ikki Skála, sum
hevur borið seg skeivt at,
men HB. Tí halda vit tað
vera púra burturvið at seta
spurnartekin við ítróttar-
andan hjá Skála í hesum
føri.
Málið er uppstaðið, tí tað
er tvístøða millum HB og
FSF. HB sigur seg hava
fingið loyvi frá FSF at
brúka leikaran, meðan FSF
sigur seg ikki hava givið
hetta loyvi. Hvør sigur satt í
hesum føri, vilja vit ikki
taka støðu til, tí tað er ikki
okkara borð. Haraftur ímóti
rakar tað okkum, at mót-
støðulið brúkar leikarar,
sum tey ikki hava loyvi til
sambært kappingarreglun-
um, og tað er tað, sum fel-
agið hevur kært um.
At enda vilja vit gra vart
við, at tað er serstakliga
óheppið, at Útvarp Føroya
ber tíðindi, sum als ikki
hava hald í veruleikanum,
og serliga tá einki er gjørt
fyri at kanna, um hald er í
teimum.
Skála Ítróttarfelag hevur ikki broytt støðu
Hóast teir eitt skifti
vóru undir við tveim-
um málum, so megn-
aði Skála at halda fast
um oddasessin í bestu
deildini
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað var ikki væntandi, at
leirvíkingar skuldu gera
stórvegis við skálamenn, tá
dystur var millum liðini
bæði leygardagin.
Hvussu var og ikki, so
fingu skálamenn ein rætti-
ligan skelk, tá farið varð
ígongd, tí vi málum frá Pet-
uri Sjúrðarberg og Tomek
Resel høvdu leirvíkingar
brádliga lagt seg á odda við
tveimum málum móti ong-
um.
Fullu ikki í fátt
Skála hevði onkrar leikarar
uttan fyri, og kundu tí ikki
stilla við sterkasta liðnum,
men at fáa eina slíka byrjan
upp á dystin, høvdu teir
neyvan droymt um.
Teir fullu tó ikki í fátt av
teirri orsøk, men settu held-
ur ferðina upp í eini roynd
at trýsta mótstøðumenn-
inar, og hetta gav eisini úrs-
lit, tá Arnold Berg minkaði
um munin fyri steðgin.
Í seinna hálvleiki legði
Skála alt fyri eitt trýst á
mótstøðumálið. Leirvík-
ingar royndu í sín part at
verja tepru leiðsluna, men
hetta eydnaðist teimum.
Innskifti
Alexandur
Johansen, javnaði fyrst,
áðrenn hann eisini legði
Skála framum, men seinna
málið noyðist Alexandur
helst at geva Paula Hansen
heiðurin fyri. Pauli snýtti at
kalla alla LÍF verjuna við
einari rørslu, áðrenn hann
legði bóltin fyri føturnar á
Alexandur, sum bert skuldi
rulla bóltin inn í tóma mál-
ið.
Skála-LÍF 2-3
1-0: Petur Sjúrðarberg
2-0: Tomek
2-1: Arnold Berg
2-2: Alexandur Johansen
3-2: Alexandur Johansen
Verjuvillur kostaðu
dýrt, tá klaksvíkingar
vitjaðu í Runavík
2. DEILD
Jákup Mørk
NSÍ var omaná, tá næstu-
bestu klaksvíkingar vitjaðu
í Runavík leygardagin. Tal-
an var um týðandi dyst, tí
um klaksvíkingar vunnu,
so tóku teir NSÍ aftur. Hin-
vegin kundi NSÍ leggja
sjógv millum seg og botnin
við einum sigri.
Og tað var NSÍ, sum
vann dystin og harvið fór
seks stig fram um KÍ, sum
er næstniðast.
Dysturin var málríkur, og
ótrygt verjuspæl kostaði
helst KÍ ein javnleik.
NSÍ kom á odda 2-0 í
fyrra hálvleiki. Fyrra málið
gjørdi Mortan Hansen, sum
nú er aftur í NSÍ, eftir at
hann gjørdist leysur í eini
frísparksstøðu. Jan Nón-
klett økti til 2-0, eftir at
hann fór ígjøgnum sjálvur.
Stutt eftir hálvleikssteðg-
in kom KÍ afturíaftur.
NSÍ’arnir svóvu eitt sindur,
tá KÍ tók eitt skjótt fríspark.
Innleggið endaði hjá Olgari
Danielsen, sum stútaði
bóltin upp um málverjan og
í handara síðunet.
Minkaðu
tríggjar ferðir
Løtuna aftaná hevði KÍ lítið
trýst á NSÍ-liðið, og tað var
hesa løtuna ikki óhugsandi,
at KÍ fór at javna. Men so
skoraði NSÍ, tá KÍ-verjan
ikki fekk bóltin burtur.
Dánjal Hansen smekkaði til
úr 18 metrum, og bólturin
sat í síðunetinum. Besta
málið í dystinum!
KÍ minkaði til 3-2, tá Er-
ling Fles fór ígjøgnum og
skoraði úr spískum vinkli.
KÍ legði nú nógv fyri, og
tað kostaði í verjupartinum.
Jan Nónklett og Mortan
Hansen sluppu einsamallir
avstað frá miðjum vølli, og
Jan skoraði í tómt mál, tá
Mortan legði uppá tvørs.
Enn einaferð minkaði KÍ,
og tað var aftur Olgar Dan-
ielsen, sum fekk sent bóltin
í málið úr stuttari fjarstøðu.
Tá var tíðin um at fara,
og NSÍ staðfesti sigurin við
einum máli, sum innskifti
Magnus Hansen gjørdi
beint áðrenn leiklok.
NSÍ-KÍ 5-3 (2-0)
1-0: Mortan Hansen
2-0: Jan Nónklett
2-1: Olgar Danielsen
3-1: Dánjal Hansen
3-2: Erling Fles
4-2: Jan Nónklett
4-3: Olgar Danielsen
5-3: Magnus Hansen
NSÍ-KÍ 5-3 (2-0)
Málríkur dystur
Skála-LÍF 3-2 (1-2)
Skála vendi
dystinum
Sísðtu vikuna hava
bæði Óli Johannesen
og Øssur Hansen
skorað mál í næst-
bestu deildini í Dan-
mark
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Tað hevur verið mett at
vera eitt sindur tunnligt har
frammi á landsliðnum, sum
hósmorgunin fer undir fyri-
reikingarnar til spennandi
landsdystirnar á heimavølli
ímóti
Luksemburg
og
Russlandi.
Ofta verður tikið til orða-
takið, at tá neyðin er størst,
er hjálpin næst. Í hesum
sambandi verður sipað til,
at tveir av útisetunum á
landsliðnum,
sum
ikki
beinleiðis kunnu roknast
sum álopsspælarar, tað
síðstu lítlu vikuna hava
skorað í næstbestu deildini
í Danmark.
Sigursleysir
Óli Johannesen hevur sein-
astu vikurnar skorað tvey
mál fyri Hvidovre. Tað
fyrra skoraði hann, tá teir á
útivølli í Skive spældu 2–2,
og tað seinna skoraði hann
mikukvøldið, tá Hvidovre
hevði vitjan av grannunum
úr Frem. Eisini tann dystur-
in endaði 2–2.
Hetta eru tey bæði fyrstu
málini hjá Óla í ár. Í fjør
skoraði hann eitt mál fyri
Hvidovre. Tað var í tí dysti-
num, at hann eisini var so
óheppin at gera sjálvmál.
Hvidovre hevur stórar
ætlanir, men tey fyrstu um-
førini hevur tað gingið stril-
tið. Teir hava bara megnað
tríggjar javnleikir, hava tapt
tvær ferðir, og teir hava
ongantíð vunnið.
– Vit hava fleiri ferðir
verið sera óhepnir. Eitt nú
mikukvøldið, tá vit spældu
ímóti Frem. Hóast Frem er
oddalið, og vit ikki liggja
væl fyri, so vóru vit greitt
omaná, greiðir Óli Jo-
hannesen frá.
Tað var ikki fyrr enn í
evstu løtu, at Hvidovre
javnaði til 2–2. Óli Jo-
hannesen var málskjútti.
– Eg fekk boð um at fara
fram, tá fimm minuttir vóru
eftir. Eg haldi, at eg bara
nart við bóltin eina ferð, og
tað var, tá eg skoraði til
2–2.
Sunnudagin var Hvid-
ovre og vitjaði í fyrrverandi
Føroya liðnum Herfølge.
Tað endaði málleyst.
– Eg má siga, at vit vóru
sera hepnir. Eg haldi, at vit
høvdu tvær royndir ímóti
málinum, meðan teir høvdu
eina rúgvu av málmøgu-
leikum. Men málverjin hjá
okkum, Steffen Andersen,
sum er málverji á danska
U–21 landsliðnum, bjarg-
aði okkum undan tapi, sig-
ur Óli Johannesen.
Øssur á talvuna
Omanfyri søgdu vit, at tað
vóru verjuspælarar, sum
skoraðu. Tað er kanska ikki
rætt at siga, at Øssur Han-
sen er verjuspælari. Men á
landsliðnum hevur hann
havt verjukendan leiklut í
vinstru, og í B93 er hann
ytstur á miðvøllinum í
vinstru.
Sunnudagin skoraði Øss-
ur Hansen fyri fyrstu ferð
fyri B93. Teir vóru í Oden-
se og spældu ímóti B1909,
sum eftir fleiri ár í aldudali-
num nú hevur ætlanir um at
stríða seg uppaftur og har-
við at taka kappingina upp
aftur við OB.
Men ímóti B93 fekk
B1909 ein orduligan undir
vangan. B93 vann 7–1, og
Øssur
Hansen
skoraði
fyrsta málið. Hetta var
fyrsta málið, sum Øssur
hevur skorað, síðani hann
kom til Keypmannahavnar.
Verjuspælararnir hava skorað
25