mikudagur 22. oktober 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. oktober 2008
5
Við Insignia hava Opel heilt skift
stíl í mun til forgangarin. Við at
hyggja at myndunum sæst at talan
er um ein supermodernaðan bil
við sportligum designi og kvalitet
urin er á sera høgum støði.
Kappingin er hørð í hesum
klassanum, og teir flestu av kapp
ingarneytunum eru komnir ella
eru á veg við nýggjum modellum.
Við hesum nýggja Insignia hava
Opel sera góð kort á hondum í
kappingini um kundarnar.
Insignia er ein framkomin bilur
við nýggjastu motortøknini, aktiv
ari trygd og umhvørvisvernd.
Bilurin er stórur og rúmligur í
allar mátar. Gott pláss til fimm
ferðandi og terrra viðføri. Viðføris
rúmið er 540 litrar.
Hesin nýggi Insignia er 4,83 m
langur og er sostatt umleið 20 cm
longri enn núverandi Vectra.
Stationcar útgávan, Insignia
Sports Tourer, er ein rættuliga
stórur bilur, hann er 4,91 m lang
ur, 8 cm longri enn hatchback og
sedan útgávurnar.
Insignia koma við bensinmotor
um frá 1,6 litra við115 hk til 2,8
litra við 260 hk, og dieselmotorum
frá 110 til 160 hk. Seinni koma
eisini aðrar útgávur.
Insignia verður gjørdur í Týsk
landi á Opel verksmiðjuni í
Rüsselsheim, sum er ein av mest
modernaðu og framkomnu bil
verksmiðjum í heiminum.
Opel Insignia sedan og hatch
back koma á marknaðin í januar
2009 og Insignia Sports Tourer
kemur í apríl.
Opel Insignia
í nýggjum
stíli
Fyrst í komandi ári verður núverandi Opel Vectra
avloystur av einum heilt nýggjum Opel Insignia, sum
í fyrstu atløgu verður gjørdur sum hatchback og
sedan. Í apríl 2009 kemur Insignia Sports Tourer, sum
er stationcar útgávan
Fyrst í komandi ári kemur Opel Insignia,
sum avloysir núverandi Opel Vectra
Insigna kemur
í fyrstu atløgu
sum hatchback
og sedan
Insignia Sports Tourer kemur í apríl
Opel Insignia innan