hósdagur 23. oktober 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 204 - 23. oktober 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Eydnan á Oyrarbakka
hevur ikki verið
nýtt nakað serligt
seinastu árini, men
nú skal vend koma
í. Ein bólkur av fyri
reikarum skipar fyri
sjónleikadegi fyri
børn leygardagin,
og hetta skal vera
startskotið til endur
skapanina av Eydnuni
sjónleikur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ongin
sjónleikur
hevur
verið í Eydnuni í yvir 10 ár.
Seinasta veruliga virksemi
var mitt í 90’unum og hetta
eru fólk í Sundalagnum
kedd um. Nú er ætlanin at
fáa lív aftur í Eydnuna, og
sjónleikanevndin hjá Eydn
uni hevur tí heitt á fleiri
ungfólk í økinum, ið hava
royndir innan sjónleik, at
skipa fyri einum stórum
tiltakið fyri børn, sum skal
vera startskotið til at fáa lív
í Eydnuna. Tað eru bert
gentur, ið skipa fyri tiltakin
um, men harafturímóti hava
allar royndir innan sjónleik
og at arbeiða við børnum.
Vit hava allar roynt
ymiskt. Elsa Maria M.
Olsen var við í »E elski
Førjar«, eg og Marita Svartá
hava verið á leikstjóraskúla
í Litava, og hava spælt nógv
an sjónleik og Vígdis Fjall
stein er við í Faroe Five.
Kanska hetta eru tær við
mest royndum, men hinar
hava allar arbeitt við børn
um og spælt sjónleik, greið
ir Mariann Hansen, sum er
ein av fyrireikarunum, frá.
Ein sjónleikaposta
renning
Hetta fyrsta tiltakið verður
leygardagin, og talan er um
eina postarenning.
Vit hava gjørt nøkur
spøl í eini postarenning, ið
nema við tað grundleggjandi
í sjónleiki. Tað vísir seg
ofta, at nógv børn dáma
best at spæla, tá talan ikki
er um kapping, tá tey sjálvi
avgera ferðina og ikki endi
liga skulu vera betur enn
hini. Tí eru vit so glaðar
fyri at fáa látur og larm aft
ur í Eydnuna. Mann hevur
hoyrt um so nógv fólk í
økinum, ið eru so kedd um
at onki hevur verið í Eydn
uni, og nú gera vit eina
roynd við hesi postarenning,
sigur Mariann Hansen. Hon
leggur afturat, at tað vera
ymiskir figurar til hvønn
postin. Ein løgin kokkur er
ein av teimum og hini eru
ikki minni løgin. Børnini,
ið luttaka fáa eisini okkurt
slag av búna, tey taka heim
við sær.
Fólk eru hjálpsom
Ofta er tað soleiðis í Før
oyum, at tekur onkur stig til
eitt tiltak og orðnar tað yvir
skipaða, so er ongin trupul
leiki at fáa fólk at hjálpa til.
Soleiðis er tað eisini við
hesum, og eg eri als ikki
bangin fyri, at alt dettur
niðurfyri eftir hetta tiltakið,
fortelur Mariann Hansen.
Ætlanin hjá fólkunum
handan Eydnuna er eisini,
at tað í nærmastu framtíð
skal skipast fyri undirvísing
í sjónleiki, fyri at sjónleikur
aftur skal gerast ein náttúr
ligur partur av Sundalag
num.
Vit mugu eisini minnast
til, at eitt tiltak er ikki nokk.
Hetta skal vera byrjanin til
eina langa gongd, har sjón
leikalívið í Sundalagnum
aftur skal koma fyri seg,
sigur Mariann Hansen.
Fótbólturin má víkja
Tiltakið verður leygardagin,
og tað halda nógv kanska
vera løgi, tí tað er leygar
dagin, at seinasti dystur í
Formula Deildini skal leik
ast, og EB/Streymur eru
longu føroyameistarar. Hetta
sær Mariann Hansen ikki
sum nakran trupulleika.
Vit diskuteraðu leingi,
nær hetta skuldi vera. Valið
fall á hendan dagin, og eg
eri als ikki bangin fyri, at
fólk ikki koma tí fótbóltur
er. Vit eru um morgunin, og
dysturin er ikki fyrr enn
seinnapartin.
Bert kvinnur
Í fyrireikingarbólkinum eru
bert kvinnur, og tað er sam
bært Mariann Hansen ikki
løgi.
Dreingirnir hava altíð
fingist við fótbólt, og er ov
nógv at ganga til, so hava
fólk sjálvandi ikki tíð til alt,
men dreingir eru eisini
meira enn vælkomnir til
postarenningina,
greiðir
Mariann Hansen frá.
Kommunan er jalig
Nú gongd er komin á at fáa
lív í Eydnuna, ið hevur ligið
so gott sum í dvala seinastu
15 árini, er Sunda kommuna
áhuga at hjálpa.
Vit hava
tosað við kommununa, og
tey eru bara heilt positiv og
vilja stuðla, so veruligt lív
aftur kemur í Eydnuna, tí
Eydnan er eitt gott hús, og
tí er tað eyka harmiligt, at
onki virksemi er í henni. So
kommunan fer at hjálpa til,
so tað ber til at hava skipaða
undirvísing
í
sjónleiki
seinni í vetur, sigur Mariann
Hansen.
Tað kostar 50 krónur fyri
hvørt barnið at vera við til
tiltakið, sum byrjar klokkan
10 leygarmorgunin, og sein
asta freist at melda seg til er
í kvøld hjá Ernu Joensen
(257996) og Maritu Svartá
(260459).
Nú skal lív í Eydnuna
Mariann Hansen av Norðskála hevur – hóast sín unga aldur – nógvar royndir
innan sjónleik. Hon er ein av fyrireikarunum av tiltakinum
Ætlanin er, at tiltakið
leygardagin skal vera
byrjanin til at fáa lív aftur
í Eydnuna á Oyrarbakka