Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 204 - 23. oktober 2008 Rúni Djurhuus lovar veljarum sínum ball, um hann verður valdur inn á kommunuvalinum í Havn. Andlit hansara hevur ikki verið at sæð innan politikk áður. Men nógv vita, at hann er høvdið handan samtakið Býin.fo, ið umfatar Eclipse og Rex Kommunuval Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo - Hvat lovar tú veljarunum, um tú verður valdur inn? Varð Rúni Djurhuus spurd- ur. – Eitt er so heilt sikkurt, segði hann og peikaði niður á lýsingakortið hjá sær: Rúni Djurhuus er valevni hjá Javnaðarflokkinum. Umframt at vera stovnari av samtakinum Býin.fo, er hann útlærdur kokkur. Hann er 26 ár og arbeiðir í løtuni á sølu- og marknaðar- deildini hjá Vinnuvitan. Hví politikk Hví Javnaðarflokkurin hevði spurt hann, metti hann, mundi vera, tí hann hevur dygdir sum, at als ikki vera smæðin og hevur visjónir. Hann tók av, tí tað mundi vera vert at royna, og tí har eru evni, ið hann setir seg føran fyri at arbeiða fram móti. - Har eru nógv eldri í býráðnum. Og neyðugt er at hava ein talsmann fyri tey ungu. Ein, sum er í eini »nú« støðu, segði hann. Og tey ungu vera als ikki gloymd burtur, um hann verður valdur inn. Virði og mál hansara umfata í stóran mun tørvirnar og ynskini hjá ungum. Hví akkurát Javnaðar- flokkin, visti hann ikki reiðiliga. Hann bleiv spurd- ur og tók av, tað eru hansara virði og mál, ið liggja frammaliga hjá honum, ikki flokksins. Lyfti og visjónir Tá hann sigur at hann ynskir at arbeiða fyri teim- um ungu, so liggja serstak- liga ítrótturin og tónleikurin frammaliga. Sjálvur hevur hann verið virkin í hondbólti í nógv ár, millum annað, eitt fýra ára skeið sum formaður í H71. Serliga eru tað hondbólturin og fim- leikurin, ið stríðast við vánaligar umstøður, greiddi hann frá, tørvurin á innan- dura hallum er stórur. Heilt fast ynskir hann at arbeiða fyri tí, at hallirnar kunnu vera ókeypis at nýta fyri feløg, eins og vøllirnir eru fyri fótbóltsfeløg. Og eisini at byggja fleiri. Sum so at siga, stjóri á náttarlívinum í kommununi, kennir hann til tørvin hjá teimum ungu á hesum øki. - Serliga tey millum 15-18 ár, hava einki stað at vera. Tí er týdningarmikið at gera eitt veruligt dansistað. Men umframt bleyt ung- dóms- og frítíðarmál, liggur eitt sosialt byggjarí honum nær at hjarta. Einligar mammur og veik hava ikki ráð til at búgva í miðstaðar- økinum, tí er tað so alneyðugt hjá samfelagnum, kommununi og landinum at taka hond um tey. At pengapolitikkur og hørð virði ikki eru á skrá hansara, eru ikki ein vansi, men heldur orsakað av tí, at nóg nógv longu hugsa um tað. – Eg haldi meg til tað, sum eg havi skil fyri, og hini burdu gjørt tað sama, segði hann. Hættislig blanding Einasta vallyftið, ið hann veruliga sjálvur kann føra út í lívið, kallar hann »Vallyfti #1«. At bjóða øllum hansara veljarum í ball. Hóast politikkur og náttarlív kunnu tykjast sum ein vandamikil blanding, velur Rúni Djurhuus, ikki at hyggja soleiðis uppá tað, – Eg geri tað, sum eg veit at eg dugi. Hugskotið kemur frá danska Jacob Haugaard, í á sinni varð valdur inn eftir at hava ført eitt láturligt valstríð, millum annað við at bjóða pylsur og øl. – Fólk kunnu sjálv taka støðu til, hvat tey halda um hetta, segði hann. Umrøða fæst burturúr tí og hetta er ein frískur máti, at náa tey ungu, ið ynskja at fáa nakað fyri atkvøðuna. Júst hendan framferðin hevur ikki nakað, sum so at gera við hjartamál hansara. Bjóðar veljarum sínum í ball Katrin Gaard, forkvinnan í valfelagnum hjá Javnaðarflokkinum í Havn, metti tað vera eina sjálvflygju, at Rúni Djurhuus nú telist millum valevnini. Hann hevur víst dugnasemi og aðrar góðar dygdir í tí, hann hevur gjørt. Eisini hevur hann góðar meiningar og hjartamál, ið flokkurin tekur undir við. At hann bjóðar í ball, metti hon bara vera frískt. – Tað er als ikki øðrvísi, tað er vanligt at hava opið hús, um man verður valdur inn, segði hon. Hann nýtir tað bara sum valagn og ger tað nakað meira festligt. Vallyfti #1 Gevur tú mær tína atkvøðu á býráðs­valinum – og eg verði valdur - bjóði eg tær til eitt rimmar kvøld á Rex, 11. november frá klokkan 23. Har verður dans­ur, undirhald, barr og alt, ið tú droymir um - Ókeypis­! Rúni Djurhuus stillar upp fyri Javnaðarflokkin. Eitt heldur óvanligt vallyfti er eitt rimmar ball í Rex Veðrasýning í Stóra Pakkhúsi Fríggjakvøldið klokkan 17:30 verður veðrasýning í Stóra Pakkhúsi í Vági. Eisini verður MBM við og vísir ymsa útgerð, ið seyðamenn kunnu hava áhuga fyri. Sýningin er vorðin árlig hending og fólk hugna sær vanliga óført og eru spent at vita, hvør fer avstað við steypunum, tí dómsnevnd kjósar bestu veðrarnar. Aftaná er steypahandan og okkurt til matna. »Neyð lærir nakna kvinnu at spinna«, hetta orðafellið er prógvað fyrr í val­ stríði. Til kommunu­ valið í Havn stillar Jari Lykke, úr Kolla­ firði, upp í nýggjum politiskum flokki. Endamálið er at betra um korini at fáa grundstykki í Havnini Kommunuval Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Kollfirðingurin Jari Lykke hevur tikið í egnan barm, og er farin undir politiskt virksemi. Við at samla millum 15 og 25 stillarar, er gjørligt hjá einum og hvørj- um at stovna ein politiskan flokk, til kommunuvalið. Hann hevur stovnað Grund- stykkjaflokkin, ið fær væl egnaða stavin ‘G’. Hann er einasta valevni flokksins og hevur eittans hjartamál, at betra um korini hjá teimum, ið leita sær grundstykki í Tórshavnar kommunu. Søga hansara Sjálvur hevur hann havt sítt baks við grundstykkjaviður skiftum. Innan eitt ár doyðu bæði foreldur hansara, og hann, saman við systrini arvaði húsini. Hetta hevði við sær, at honum varð noktað grundstykki, tí hann longu er húsaeigari. Sostætt er hann noyddur at búgva í hesum húsum, ið hann óheppið hevur arvað. Hús- ini eru ikki dreymur hans- ara, tí vildi hann ynskt at sloppið at flutt, men ikki er gjørligt at fáa grundstykki. Í verandi løtu, er megin- parturin av jørðini lutaður stórbyggjarum. Men sann- leikin er tann, íflygi Jari Lykke, at tørvurin er stórur á grundstykkjum, tí nógv ynskja heldur at byggja sjálvi. Valstríð At gera ein nýggjan flokk hevur við sær, at fólk fáa eyguni upp fyri hesum álvarsama máli. Ynskiligt hevði verið at fingið grund- stykkjabíðilistan burtur, so umstøðurnar kundu verið gjørdar meira rímiligar. Hann ivaðist ikki eina løtu í, at fleiri taka undir við sjónarmiði flokksins. Ætlanin var at føra val- stríð gjøgnum lesarabrøv, men tíverri verður hann burturstaddur fram til 10. novembur, orsakað av tí, at hann skal til Formula 1 kappkoyring í Brasilia. Grundstykkjaflokkur stillar upp Einki kolvetni í fyrsta Marsvin-brunninum Faroe Petroleum boðar frá, at nú er Marsvin leitibrunnurin boraður á norska loyvinum PL289. Kolvetni varð ikki funnið í leitibrunninum, sum Mærsk Guardian boraði. Hetta er fyrsti brunnur, sum er boraður á hesum loyvi. Faroe Petroleum eigur 14% av loyvinum, fyristøðufelagið Dong Energy eigur 40%, Talisman 30% of GDF 16%. Faroe Petroleum sigur, at tað eru aðrir møguleikar fyri at finna kolvetni á loyvinum. Trym gasskeldan er eisini á sama loyvi og ein útbyggingarætlan fyri Trym er latin norsku myndugleikunum. Faroe Petroleum heldur fram við boriætlanini, sum øll er fíggjað. Nú verður gjørt klárt til at bora tann fyrsta av trimum brunnum, sum skulu borast í Noregi í ár, sigur Faroe Petroleum í tíðindaskrivi.