Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› Fríggjadagur 24. oktober 2008 SvF • Sunnudag 26. kl. 20.00 »Í hansara hondum« Í hansara hondum er ein dokumentarfilmur um listamannin Janus Kamban og vinalag Janusar við listamannin Hans Paula Olsen, sum byrjaði yrkisleið sína sum myndahøggari í atelierinum hjá Janusi. Filmin hevur Ingun í Skrivarastovu framleitt. VARPIÐ SvF • Fríggjadag 24. kl. 19.00 »Talent 2008« - Finala Átta talent hava strítt seg allan vegin fram til finaluna. So í kvøld skal slagið standa. Teir tríggir dómararnir hava vikuskifti eftir vikuskifti leita eftir talentum. Øll hava havt møguleikan á pallinum. Men í kvøld hava hyggjararnir alt at siga. Teir gera av hvør fær heitið »Talent 2008« og fjórðingsmilliónina! Dr2 • Týsdag 28. kl. 22.00 »Autograf: Preben Kristensen« Saman við Thomas Eje og Anders Bircow gjørdi hann uttan iva eitt tað besta avrikið innan danskt undirhald: Linie Tre. Við síðuna av hesum hevur hann eisini havt eina framúr góða yrkisleið sum sjónleikari.