Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 205 - 24. oktober 2008 Mánadagin byrjar eitt skeið fyri fólkum, sum liva tætt at ein­ um rúsmisnýtara. Tað er Blái Krossur, ið skipar fyri Skeiða Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Tað er ikki lætt, tá ein tú kennir er rúsevnismisnýtari, staðfestir fráhaldsfelags­ skap­urin. Fyri tey er líkamikið um talan er um foreldur, systk­ in, børn ella onnur, sum tú kennir: Misnýtslan rakar í øllum førum tann avvarð­ andi sera hart. ­ Tað ringasta er helst tað, at tann avvarðandi ongan hevur at tosa við, og ongan sum skilir støðuna! Tí er Blákrossheimið far­ ið undir at skip­a fyri skeið­ um fyri tey avvarandi, so­ leiðis at hesi eisini kunnu fáa neyðugu hjálp­ina. Hetta komandi skeiðið byrjar mánadagin og heldur fram til mikudagin í næstu viku. Royndir og trupulleikar Á skeiðinum greiða ymisk fólk frá teirra lívi sum av­ varðandi hjá misnýtarum. Ráðgevar og sálarfrøðingar og onnur fara somuleiðis at halda fyrilestrar um sera viðkomandi evnir. ­ Hesi hava drúgvar roynd­ ir við at vegleiða og ráðgeva avvarðandi í teirra trup­lu støðu, sigur Blái Krossur. Umframt hetta verða bólkasamrøður, har luttakar­ arnir sita saman í bólki við fólkum, sum hava verið í somu støðu sum tey sjálvi. Hetta er eitt sera gott for­ um, har alt er loyvt at siga, og øll skilja tað, sum verður sagt. Skeiðið er fyri øll, sum eru avvarðandi hjá misnýt­ arum á ein ella annan hátt. Meir fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Blákrossheimið á tlf. 315575 ella við at hyggja á heimasíðuna www.blakross.fo Ikki lætt at vera avvarðandi Kirkja fyllir Sunnudagin 2. november, sum eisini er Alla halganna sunnudagur verður hátíðargudstænasta í Hoyvíkar kirkju, nú eitt ár er liðið síðani kirkjan varð vígd – 4. november í fjør. Við hesa gudstænastuna fer Jógvan Fríðriksson, biskup­ur at p­rædika, og aftaná bjóðar kirkjuráðið til ein kaffimunn. Síðsta freist til jólabørnini Aftur í ár verður høvið hjá føroyskum børnum at lata gávur til børn í øðrum londum. Sunnukvøldið 26. oktober verður eitt familjumøti í Ebenezer, har fokus verður sett á hetta tiltakið “Op­eration Christmas Child”. Hetta er eitt tiltak, har serliga børnini í sunnudagsskúlanum hava samlað jólagávur saman til børn aðrastaðni í heiminum, ið ikki fáa aðrar gávur. Gávurnar verða p­akkaðar í skógvaeskjur. Sunnukvøldið koma so øll børnini við gávunum, ið verða samlaðar saman og sendar til Danmarkar, har tær fara víðari. Í øðrum samkomum verður eisini gjørt eitt stórt arbeiði at savna hesar serstøku skógvaeskjurnar inn. Hóast hann komandi ár fer um tey seksti, heldur tað ikki vágapresti, David Johannesen aftur í at skriva, bæði præ­ dikur, sálmar – og eisini skaldsøgu. Nú er nýtt yrkingasavn latið úr hondum hansara Bøkur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Miðvágur: At p­resti dámar væl at skriva, hevur hann onga orsøk at dylja. David Johannesen hevur áður ríkað mentanarlív okk­ ara við nógvum sálmum, lestrum og søguligum tilfari. Og nú hevur hann gjørt tað enn einaferð. Herfyri kom út eitt yrk­ ingasavn, ið ber heitið »70 yrkingar«. Av hesum eru 60 sálmar og 10 sangir. ­ Mær dámar sera væl at yrkja, sigur vágap­restur. Yrkingasavnið er útgivið á forlagnum »Vón« í Mið­ vági. Skaldsøga Tá sagt verður at talan er um eitt nýtt yrkingasavn, so er hetta bert p­artvíst rætt: Fyri júst 10 árum síðani kom nevniliga hetta sama yrkingasavnið út undir sama navni. Tá varð savnið vígt minninum um Ejvind Vilhelm, biskup­i sála. Nú verður hetta yrkinga­ savnið givið út aftur við ávísum rættingum og broyt­ ingum í tekstinum. Allir hesir 60 sálmarnir og 10 yrkingarnar eru yrktar til løg, sum í stóran mun eru kend millum sangarar. Umframt hetta yrkinga­ savnið, sum er tað fimta í røðini, hevur David eisini fyri stuttum givið út eina bók um trúbótarmannin mikla, Martin Luther. Ikki nóg mikið við tað, tí David hevur nevniliga eina aðra sp­ennandi ætlan, sum nú skal førast út í lívið: ­ Eg ætli mær at skriva eina skaldsøgu sum skal koma út komandi ár. ­ Hetta verður ein skald­ søga, har sp­urningarnir í til­ veruni hjá menniskjuni skulu lýsast, sigur David Jo­ hannesen. Vágaprestur David Johannesen lat herfyri út eitt yrkingasavn við heitinum »70 yrkingar«. Hann er í løtuni í ferð við at skriva eina skaldsøgu Virkin prestur við 70 yrkingum