Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 205 - 24. oktober 2008 Vaska bilar meðan fólk fer til handils Leygardagin millum klokkan 11 og 15 verður bilvask á parkeringsøkinum ímillum Føroya Banka og Meinigheitshúsið í Havn. Til ber at lata teimum bilin, sum so vaska hann, meðan fólk fara til handils í SMS ella í miðbýnum. Tað kostar 150 kr. fyri at vaska bilin uttan og innan. Tað er 9.b á Venjingarskúlanum, sum skipar fyri bilvaskinum fyri at savna sær pening til at fara á seturskúla í Noregi komandi vetur. Kvinnulisti í Skopun Til kommunuvalið í næsta mánaði stilla tveir listar stilla upp til valið í Skopun, harav annar teirra er ein reinur kvinnulisti. Á lista A eru valevnini hesi: Gerhard Lognberg, Kathrina Joensen, Kartin Winther Olsen, Hedvig Winther, Fríðfinn Nicolajsen, Oddmar Hentze, Suni Drangá, Dania Lamhauge, Ingimar Thomsen og Tórgerð Joensen. Og á lista B, sum altso er kvinnulistin, eru hesar uppstillaðar: Elin Jacobsen, Meiken Krabenhøft, Fríðhild Winther (myndin), Fríða Eystberg Jóhannesen, og Annika Joensen. Hevur ein roynt sjálv­ morð, er tað í størstan mun viðkomandi sjálvur sum skal leita sær hjálp. Men mong megna hetta ikki, og tí ynskja granskarar í sjálvmorðum nú eina nýggja skipan, har heilsuverkið leitar upp tey sjálv­ morðshóttu. – Vit mugu royna at gera okkara til at fólk ikki gera sjálvmorð, sigur føroyski granskarin, August Wang SálarSjúka Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Danmark: Páll hevur eina­ ferð roynt at gera sjálv­ morð. Hetta eydnaðist honum ikki, tí hann var funnin með­ an tíð var, og fluttur á sjúkra­ húsið. Dagin eftir sleppur hann heim og fær vitjan av einum lækna, sum metir um støð­ una og gevur góð ráð. Páll fær upplýsingar um ein hóp av støðum, har hann kann venda sær til um hon­ um tørvar hjálp. Men so er hann aftur einsamallur! ­ Soleiðis sær støðan út hjá teimum, sum higartil hava roynt at gera sjálvmorð í Danmark. Men nú ynskja danskir granskarar – teirra millum føroyingurin August Wang – at ein nýggj skipan, har dentur verður lagdur á tað uppsøkjandi arbeiðið, verð­ ur sett í verk. – Hetta arbeiðið er ofta tað týdningarmesta, sigur August Wang. Onnur mugu gjalda Støðan omanfyri er dagligur kostur í Danmark. Hagtøl vísa nevniliga, at hetta hend­ ir 20 ferðir um dagin, men ikki fyri 20 ymisk menn­ iskju: – Triði hvør teirra hevur roynt hetta áður, og tað sig­ ur okkum so mikið at hjálp­ in, sum vit veita í dag ikki er nóg góð, sigur professarin Merete Nordentoft. Hon starvast dagliga á Psykiatrisk Center á Bispe­ bjerg og er ein av leiðandi granskarunum innan sjálv­ morð í Danmark. – Um fólk vilja hava hjálp, skulu tey fyrst ringja til lækna millum klokkan 8 og 9 um morgunin, og so bert vóna at ein fær fatur á læknanum. – So skulu tey finna fram til ein sálarfrøðing, sum tey verða víst til, og síðani mugu tey aftur bíða til hesin hevur tíð til tey, sigur Merete Nordentoft. Henda skipanin leggur eisini upp til, at fólk mugu søkja um pening at gjalda fyri viðgerðina, tí mong teirra hava ikki ráð til tess. ­ Longu her fella tey fyrstu frá. Tey sum koma allan vegin fram til hjálpina, eru tey sum hava foreldur ella systkin sum kunnu hjálpa teimum! Hetta er ein orsøk til, at ætlanin um hesa nýggju skipanina verður umrødd. Forða fyri endurtøku Á Amager Hospital hava tey arbeitt við hesi skipanini síðani í 2005, og tey vilja fegin lata onnur fáa kunn­ leika til hesa. Her hava tey fingið týð­ andi royndir í at lata sjúkra­ systrar vitja tey ið hava hótt við at gera sjálvmorð. Tað vísir seg, at hesar vitjanirnar minka um vandan fyri eini nýggjari sjálvmorðsroynd við 38 prosentum. August Wang, gransking­ arleiðari sigur við Kristelig Dagblad, at tølini siga sína greiðu søgu: Eftir bert hálvum ári vóru átta sjálvmorðsroyndir mill­ um tey 69 fólkini, sum javn­ an høvdu fingið vitjan av eini sjúkrasystur. Í eftirlits­ bólkinum, sum bert fekk vanliga hjálp, royndu 22 at taka lív sítt. ­ Tað uppsøkjandi sam­ bandið er ofta tað týdning­ armesta, sigur August Wang. Ein menniskja í kreppu er vanliga ógvuliga kenslu­ borið, tá talan er um hvønn veg tað ber. Kann ein halda teimum á rættari leið, bert við at tosa við tey ella við at fáa eina læknaviðtalu í lag, er hetta til miklan bata. ­ Okkara roynd er, at tað serliga er neyðugt við eini rúgvu av møguleikum fyri at ávirka persónin teir fyrstu mánaðirnar eftir eina sjálvmorðsroynd. ­ Á henda hátt kann ein forða fyri at tey royna aftur. Hetta kann heilt víst eisini bjarga mannalívum, sigur føroyski granskarin. Mugu forða fyri sjálvmorðum Ringt hjá teimum eftir­ sitandi August Wang fer nú, saman við starvsfelagum sínum at gera sítt til at fáa donsku politikkarnar og onnur innan danska heilsuverkið at seta skip­ anina við uppsøkjandi sjúkrasystrum í verk. Hann royndi hetta longu fyri trimum árum síðani. Vanligt er kortini í danska heilsuverkinum at talan skal vera um ein vísindalig próvgrund fyri effektini, áðrenn hon verður sett í verk. Soleiðis er kortini ikki í Noregi, har ein í nógv ár við góðum úrslitum hevur brúkt eina líknandi skipan í stórum pørtum av landinum. Á Bispebjerg Hospital er í løtuni ein líknandi roynd sum á Amager sett í verk. Vónin er, at ein hervið kann fáa tvær vís­ indaligar kanningar sum vísa sama úrslit, soleiðis at politikkarar hava trup­ ult við at havna skipan­ ini. Hetta sama vóna tey í felagsskapinum »Foren­ ingen for Efterladte efter Selvmord«. Tað eru nevniliga ikki bert tey sjálvsmorðshóttandi men eisini teirra avvarðandi sum hava brúk fyri hjálp, sigur formaðurin Unni Bille­Brahe við blaðið. ­ Tá ein menniskja ger sjálvmorð, so ávirkar tað ein hóp av menniskjum. Í dag er tað framvegis so, at tey eru latin til sín sjálvi at finna fram til til­ boð um hjálp. ­ Fær ein sett norsku skipanina í verk í Dan­ mark, og ein samstundis fær hana at fevna um tey eftirsitandi, so eru vit av sonnum komin langt, sigur hon. Amager­kanningin Kanningin hevur koyrt síðani 2005 við íalt 130 menniskjum, sum hava roynt at gera sjálvmorð minst einaferð. Talan er ikki um sálarliga sjúk menniskju ella fólk við tunglyndi, men fólk við løttum tunglyndi ella fólk við øðrum trupulleikum. Kanningin vísir, at aldur hevur ongan týdning fyri effektina av teimum uppsøkjandi sjúkrasystrunum. Hinvegin er líkt til at effektin hjá kvinnum er munandi størri enn hjá monnunum. Mong, ið ætla at gera sjálvmorð, liva í einsemi og hava langan veg til næstu hjálp - Tølini fyri sjálvmorð í Danmark vísa greitt, at neyðugt er við eini skipan, har vit uppsøkja tey sjálvmorðshóttu, sigur føroyski granskarin August Wang