Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 205 - 24. oktober 2008 Í september var eg á ferð við stýrinum fyri ALS í Álandi. Tvær greinir um hetta forvitnisliga oyggjasamfelag hava verið her í blaðnum. Á vegnum heim aftur varð steðgað á í Stockholm Óli Jacobsen Í Stockholm varð høvið nýtt at vitja Britu Grundin. Eins og Áland hevur havt eina felags lagnu við Svø­ ríki og Finland, so er tað sama galdandi fyri Britu. Hon er nevniliga finsk/ svensk. Brita er eisini sera kend í Álandi. Har eigur hon eitt systkinabarn, sum hon ofta vitjar. Hon er eins og so nógv onnur hugtikin av Álandi. Brita hevur uppliv­ að, at tá ringu ísvetrarnir hava verið, hevur verið landafast millum Áland og Svøríki. Britu eri eg komin at kenna gjøgnum Amnesty International. Vit hittust fyrstu ferð á aðalfundi hjá altjóða AI í Týsklandi í 1977. Mitt í 80­unum skip­ aði AI fyri einum norður­ lendskum fundi í Føroyum. Tá var Brita eitt av svensku umboðunum. Hon búði heima hjá okkum, og síðan hava vit verið vinir. Tá ið leiðin síðan hevur gingið framvið Stockholm, verður farið inn á gólvið hjá henni, har ein hvørja ferð verður eins væl mót­ tikin. Brita er fødd í 1927 vest­ uri í Finlandi á Åbo leiðini, sum er eitt av svensktalandi økjunum á vesturstrondini. Tískil er hon ein av teim­ um sokallaðu finnlands­ svenskarum í Finlandi. Roknað verður við, at teir eru 6% av fólkinum í Fin­ landi. Eisini hava teir sín egna politiska flokk.Teir hava svenskt sum móður­ mál, men teir flestu duga eisini betri ella verri finskt. Brita flutti við foreldrun­ um til Helsinki sum smá­ genta. Tí dugur hon eisini raðið finskt. Upplivdi russisku bumbingina av Helsingfors Finland hevur upplivað meira enn onnur Norðan­ lond. Fram til 1917­18 var Finland ein partur av Russ­ landi. Ættin hjá Britu var tá við í einum borgarakríggi, sum endaði við einum fræls­ um Finlandi. Tá ið Brita var 12 ára gomul upplivdi hon finska vetrarbardagan við russar, tá ið Sovjet legði á Finland í 1939. Forsøgan var tann, at sov­ jetiska stjórnin tann 5. oktober sama ár hevði sett finsku stjórnini nøkur krøv um markabroytingar. Hesar skuldu millum annað geva russum meira rásarúm um Leningrad, so tað ikki skuldi kunna skjótast inn í býin frá Finlandi av. Aftur­ fyri skuldi Finland fáa ann­ að øki frá Sovjet, sum var dupult so stórt sum økið Finland vildi geva frá sær. Samráðingar vóru millum partarnar, men um miðan november var greitt, at her fekst eingin semja. Tann fyri­ munur, sum russar bjóðaðu finnum, kundi ikki uppvigað tapið við at ganga teimum á møti. Finnar mettu, at teir við hesum aftur høvdu verið heftir at Sovjet. Samráðingar vóru, men tær slitnaðu úrslitaleysar miðjan november. Tískil valdi Sovjet eina hernaðarliga loysn. Tann 30. november legði Sovjet á Finland við at senda sín her um markið, og samstundis bumba teir fleiri finskar býir, millum hesar eisini Helsingfors. Hetta minnist Brita sum 12 ára gomul sera væl. Hetta var serliga skakandi, tí hesi bumbuálop komu sum snarljós. Fólk høvdu ikki nakað ánilsi um, at hetta var væntandi. Heim hennara var ikki rakt, men tað vóru grannahúsini, sum fóru í sor. Eisini varð eitt sjúkrahús í grannalagnum rakt, hóast tað var væl avmerkt við reyðakross­ merki á takinum. Brita minnist eisini, at allir rútarnir fóru heima hjá teimum av bumbubrestun­ um. Hetta var á vetri, og tað var sera kalt. Tí var ikki inniverandi. Tey fóru so til ætt hjá pápanum fyri at søkja sær skjól. Men her var sama skil, brotnir rútar og bítandi kuldi. Tey avráða síðani, at mamman við børnunum skuldu fara til heimbygdina á vesturstrondini. Hetta eru nakrir tímar við bussi. Tískil fóru tey út í skergarð­ in at vera, so leingi kríggið vardi. Her hoyrdu tey javnan flogfør og dunið av bumbum, sum sjálvi vórðu tey ikki rakt. Tá ið kríggið var av fluttu tey aftur til Hel­ sinki, men nokk so skjótt fóru tey aftur til Åbo at búgva, har pápin var stjóri á einum klædnavirki. Tað gekk tó ikki so væl at byrja við hjá russum í Fin­ landi. Teir fingu ikki sum væntað lætt spæl. Finnar settu seg upp ímóti av øllum alvi, og teir góvu russum stór tap í fyrsta umfari. Men russarar komu fyri seg aftur og hetta endaði við, at Sovjet tók tey landaøki, sum teir ætlaðu sær og meira afturat. 400.000 finn­ ar máttu rýma úr hertiknu økjunum. Vetrarkríggið vardi í 105 dagar fram til 13. Mars 1940. Tað kostaði finnum 20.000 mannalív og russarum eftir øllum at døma fleiri ferðir hetta talið. Sagt verður at Finland tapti við æru. Teirra frælsi var so bjargað. Hetta var eitt kríggj, sum vann finnum samhuga frá nógvum. Nógv lond sendu hjálp av ymiskum slagi til Finlands. Hjálp kom eisini úr Føroyum, har konur sótu og bundu til finlandshjálp­ ina. Men hinvegin var ikki stuttligt at vera kommunistur tá á døgum. Teir vórðu lagd­ ir fyri hatur nógva staðni, eisini í Danmark. Aftaná hevur av danska kommunistinum Carl Mad­ sen verið framført tað sjón­ armið, at russiska hertøkan av økjunum um Leningrad var avgerandi fyri at kunna verja býin, tá ið týskarar seinni kringsettu hann í 900 dagar uttan at kunna taka hann. Hetta kom at hava stóran týdning fyri úrslitið av seinna heimsbardaga. Viðurskiftini eru seinni komin í rættlag við Sovjet­ samveldið, seinni Rusland og Finland. Nú viðurkenna russarar eisini, at tað vóru teir, sum løgdu á Finland. Annars hevur gamla russ­ iska søguskrivingin sagt, at tað var Finland sum legði á. Teir brúktu sama nummar sum Týskland gjørdi við Polen í 1939. Russar skutu rakettir inni á egnum øki og góvu finnum skuldina. Brita og Amnesty Alt hevur ávirkað Britu til tað, sum hon stendur fyri í dag. Í 1948 giftist Brita til Svø­ ríkis. Í 1968 fór hon til ein sjónleik saman við manni sínum. Í støðginum var ein framløga um virksemið hjá Amnesty International. Hetta skapti hennara áhuga. Millum tað, sum skundaði undir, var eisini Biafrakrígg­ ið í Nigeria um hesa tíðina, har nógvir ræðuleikar fóru fram. Hon sá eisini, at ikki alt var so svart­hvítt, sum hon helt. Brita gjørdist virkin í Amnesty International, sum var stovnað í London í 1962, og sum hevði fingið deild í Svøríki í 1964. Tað kann vera nevnt, at føroysk deild kom longu í 1965. Nevnd­ arlimur í svensku deildini gjørdist Brita í 1977. Brita er bert ein av tí stóra skaranum av idealistum um allan heimin, eisini í Føroy­ um, sum mynda Amnesty, sum er ein heilt einastandandi rørsla. Her brúka fólk orku og kreftir fyri at hjálpa fólki, sum verða frátikin sínum mannarættindi. Millum hesi eru eisini samvitskufangar, sum sita fastir vegna tað, Svensk/finska Brita Grundin: Upplivdi russisku bumbingina av Jan Egeland er í dag varaaðalskrivari hjá ST. Hann gjørdist sera kendur í samband við, at hann skipaði fyri hjálpararbeiðinum hjá ST í samband við tsunamivanlukkana á jólum 2004. Hann hevur eisini virkað sum semingsmaður hjá ST. Her er hann staddur í semingsørindum í Columbia. Jan byrjaði sum blaðungur í Amnesty International. Tá komu Brita og Jan at kennast sera væl. Jan hevur eisini verið í Føroyum í Amnesty-ørindum Brita Grundin er komin við til bussin